Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SgSialurin nakrantid í Føroyum Og teir 5500 føroyingarnir fåa ug pluss, ella trettan, fyri leiklutin sum góðir áskoðarar At møta stundisliga hevur ikki verid styrkin hjå føroyingum. "Feroysk præsisheit” er tiltikin. Men á Svangaskarði mikukvøldid var hetta avlívað dyggiliga. Vit mettu klokkan hålvgum seks, hálvanann- an tíma áðrenn dysturin skuldi byrja og tå var longu fitt av fólki komið. So langt eygað sá, sóust fólk ganga og tey gingu bert eina leið, niðanefur, niðan mót vellinum, har fyrsti føroyski dysturin i heimsmeistarakappingini skuldi leikast. A veg niðan beinanvegin, at her ráddi ikki tilvildin, tú møtt ikki bert einum stívum løg- reglumanni, sum segði at her mátti tú ikki seta bilin, uttan at vísa á nakað alter- nativ. Nei, tú vart vístur hvar tú kundi seta bilin og hvussu tú skuldi ganga ella varð víst á bussar, sum koyrdu niðan á Svangaskarð. Vaktarfólk sóust allastaðni við gul- grónum blusum og vakt stóð við risastavum á Sást bringu og rygginum. Her var einki at taka feil av, tú kendi teg tryggan í mannamúgvuni. Onki sprutt Og við inngongdina til stadiongkið stóð væl- mannað lið og tók ímóti. Fólk vórðu kannaði og ansað var eftir serliga at fólk ikki høvdu rúsdrekka við á stadiongkið. Men eisini at fólk ikki høvdu lutir, sum kundu tveitast út á vøllin. Og áskoðararnir upp- førdu seg ikki sum undan dystum í føroysku lands- kappingini, hóast hetta vóru somu áskoðararnir. Fólk vóru ikki drukkin, her sást ongin óleynaður. Og moralsku peikifing rarnir, sum ikki síggja annað enn ovurdrukk og Olevna í samband við ítrótt, áttu at kent seg feig Misjavnar vónir Undan dystinum var spenningurin stórur tosað var aftur og fram millum áskoðararnar um úrslitið. og Eg hoyrdi eina samrødu millum tveir, sum als ikki høvdu somu meining um hvat føroyska landsliðið kundi megna. Tað eini segði: "Hetta verður ein stór skomm, vit tapa 12-0, belgiararnir eru alt ov sterkir fyri okkum. Hin var optimist og roknaði vid at føroyingar fóru at skjóta eitt mål. Han roknaði við at úrsliuð fór at vera 4-1 ul Belgiu Tann fyrsu svaraði aftur: "12-0 hvorki meir ella minni." Tá gjørdist ovmikið hjá ti fyrsta og hann segði illsliga. "Hvat fanin er tú komin her á Svangaskarð ul, tá tú hevur so líuð álit á okkara landsliðið." Åskodarar, sum ganga uppí leikin skulu ul. 24 Fagnaður Fagnaðurin var øgiligur tá bæði liðini komu á vøllin. Tey sullaðu bein- anvegin upp ul mynda- mennirnar og at syngja tjóðsangin. Og føroysku åskodar- arnir stóðu kvirrir meðan vit hoyrdu belgiska tjóð- sangin og tá Nes Sóknar Musikkfelag stemmaði í við "Tú alfagra land mítt" tóku áskoðararnir undir so dyggiliga at tey tjóðskap- arsinnaðu táraðu. Gloymt var alt um landsins kreppu, um grannastrid og aðra illstóðu, teir næstu tveir tímarnar vóru teir 5500 føroyingagnir ein eind. Hornorkestrið hoyrdist ov illa og tí varð sungið eitt sindur Ojavnt kring vøllin., so Ójavnt, at tá seinasta grindi var hálv- sungið ljóðaði hetta sum ein risa kano. Belgiskir journalistar Í pressulosjuni har undirritaði sat vóru eisini fleiri útlendskir journa- listar og lagið var gou undan dystinum. Teir høvdu beinleiðis samband við redaktiónirnar i heimlandinum, teldurnar stóðu til telefonnetid. Í løtum minti pressu- losjan um Babylon, tå flamskt, franskt, enskt, føroyskt og havnamál hoyrdist hvørt um annað. Aftanå fyrsta hålvleik vóru belgisku blaðmenn- irnir ikki so mælskir. Ein eg tosaði við hevði ikki roknað við hesi måtstødu, men tá belgiarar høvdu skorað tvey mál afturat, gingu telefonlinjurnar heitar útum føroysku land- oddarnar. Mexikanskar bylgjur Áskoðararnir livdu ser- liga væl við í fyrra hálv- leiki, har var rópt og sungið. Og tað sá stór- sligið út, tá áskoðararnir reistu seg upp í sokall- aðum mexikanskum bylgj- um. Eisini í seinna hálv- leiki vóru åskodararnir væl við. Fleiri av áskoðarunum vóru pyntaðir ul dysun. Við føroyska merkinum málaðum á kjálkarnar, húgvum og turriklødum. Fløggini vóru mong. Altjóða fóltbóltssam- bandið FIFA setur strong krøv til áskoðaran í einum tílíkum dyst. Og stadion- speakarin syrgdi fyri at Føroyingar roynast væl sum fótbóltsáskoðarar. Teir livdu væl við í dyst- inum og ongin ballada var. Ongin ivi er um at dysturin mikukvøldid gav fólki blóð á tonna og at nógv fara at koma til dystin móti Kypros um fjúrtan dagar Mynd: Kalmar fáa krøvini varpaði út. Heitt var á fólk um at sita undir dystinum, og hetta gjørdu tey eisini, undantikið tå tey vóru við í eini mexikanskari bylgju. Heitt var á fólk um at halda seg uttanfyri gyrðingina til fótbóltsvgllin, hetta gjørdu tey eisini. Og heitt var á fólk um ikki at tveyta nakað inná vøllin, onki var tveitt. At enda, so slepst ikki uttanum at nevna fyrireik- ararnar av okkara einsta altjóða góðkenda fótbólts- økid, B 68. Tað er Ótrú- ligt sum toftamenn hava arbeitt effektivt, innan so stutta tíð at hava skipað fyri einum fótbóltsvelli á einum so høgum stýði. Hattin av fyri teimum. Vit síggjast aftur móti Cypern. Eftir Jústinus Eidesgaard