Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin kl. 18.35: Nurses Am. sendireð frá 1991 eftir Susan Harr- is. Ein dagur hjá einari sjúkrasystir kann vera eitt sindur av hverjum, hon kann vera bangin, hava hjartasorg o.a., og hetta er bert hennara privatlív. Á einum sjúkrahúsi í Miami arbeiða fleiri sjúkra- systrar og læknar, samanhaldið er gott og tey arbeiða væl saman, og nógv krevst av teimum. Í hesum fyrsta parti av sendireðini skulu vit hyggja at hevuðspersónunum: Sandy, sum er skild, men er framvegis góð við fyrrverandi mann sín, yvirsjúkrasystirin Annie, sum roynir at fáa arbeiðið at ganga, sam- stundis sum privatlívið, har maður henn- ara mestsum er líkasælur, Julie, sum er nýggj í starvi, hevur fyrr arbeitt á sinnis- sjúkrahúsi, krigsveteranurin Greg, sum ikki er væl dámdur millum læknarnar. Gina er nýliga flutt til USA og skilir illa amerikanararnar og teirra siðir. Á deild- ini eru eisini Kaplan, lækni, sum allar sjúkrasystrarnar hava stóra virðing fyri. Fríggjadagin kl. 19.05: 21 Jump Street loki fer upp í eina rerslu, sum mótarbeið- ir fríari fosturteku. Samstundis letur Hoffs sum hon er ein studentur við barn, og hon leitar sær ráð á einari klinikk. Hoffs verður væl við eina unga gentu, sum er við barn, og drongur hennara vil fegin, at tey skulu hava barnið. Booker hevur skipað fyri eini avtalu til Blowfish, so hann fær sterri sjálvsálit. Men hann hevur ikki sagt Blowfish, at kvinnan er »Strippari«. Friggjadagin kl. 20.00: Prime Suspect Am. sjónvarpsfilmur frå 1982 við Mike Farrell og Teri Garr i høvudsleiklutun- um. Leingi hevur byurin Santa Luisa ver- ið herjadur av ræðuligum morðum á ung- ar gentur. Allar hava verið yngri enn 11 ár og ljóshærdar. Legreglan hevur gjert alt, hon er fer fyri, men enn gongur drápsmaðurin leysur. Nú hevur verið friður í sjey mánaðar, men nú hendi aftur okkurt, tann átta ára gamla Sharon Harris er horvin. Hesa ferð hevur løg- reglan illgruna til onkran, handilsmannin Frank Staplin. Sjónvarpshyggjararnir, sum hava sæð ránið, vita at Staplin er ósekur, og tey etast at síggja, hvussu hann roynir at prógva at hann er ósekur. Hóast hann ikki verður handtikin, døma fólkini hann skjótt. Ein kvinna í sjón- varpinum, Amy McCleary, kennir sam- huga við manninum, sum nú hevur mist bæði arbeiðið og familju sína. Eydnast tað Staplin at fáa McCleary at halda við sær? Leygardagin kl. 20.30: Thorn Birds Hin ríka Mary Carson eigur stersta farm í Australia, »Drogheda«, og hon stutt- leikar sær at royna at freista tann unga, vakra Faðir Ralph við ríkidemi sínum. Hann veit, at ein stór peningaupphædd hevði verið honum kærkomin í arbeiði sínum. Men hann vil kortini ikki fara við henni. Hon ilskast og sendir bð eftir beiggja sínum, Paddy Cleary og fátæku familju hansara, og letur tey rekta garð- RE MR > se ) i Richard Chamberlain og Sydney Penny in, og samstundis sigur hon, at tey skulu verða hevuðsarvingar. Cleary-familjan verður offurið í maktstríðnum millum Mary og Faðir Ralph — 10 ára gamla Meggie tó undantikin — hon spælir ein stóran leiklut í framtíðini Leygardagin kl. 19.00: Hardball John Ashton og Richard Tyson Áðrenn rættarmálið móti mafialeiðaran- um Villanova, bjóðar legreglan konu hansara, Connie, og soninum Billy verju, eftirsum Connie skal vitna móti manni sínum. Fýra løgreglumenn verða valdir at forða morðroyndum frá Villanova. Tveir av legreglumonnunum eru Charlie og Kaz. Sunnudagin kl. 17.30: Head of the Class de 4 Få 3 Få Charlie Moore byrjar nýggja starvið á Fillmore High School. Hann verður skjótt ósamdur við rektaran um hvussu ein skal fara við næmingunum. «+ = tíðindablaðið Nr. 105 — 5. juni 1992 Å Sunnudagin kl. 19.30: PRES Runner Rutger Hauer og Darryl Hannah Sciencefiction-filmur, sum fer fram i Los Angeles, um ikki so langa tid. Rick Ford er privatdetektivur, ein sokallaður »Blade-Runner«, sum skal leita eftir fýra »eftirgjørdum folkum«. Hesi líkjast so nógv teimum vanligu fólkunum, at tey eru ring at finna. Men tey liva bert í fýra ár. Eingin veit hví tey eru rýmd, men tað tykist sum um tey hava samband við fyritøkuna, sum gjerdi tey, og sum nú ætlar at steðga teimum Sunnudagin kl. 22.35: Gentlemen and Brian Protheroe og Nicholas Clay Mike Savage flýggjar. Eitt stjórnarskifti í Gimbala merkir, at hann noyðist at fara skjótt. Hann sendir konuna, Sandy, og deturnar, Paula og Kim, til Onglands, og sigur gamla vinmanni og starvsfelaga sínum, Joe, ætlanir sínar. Tað eydnast Savage at koma til Lisboa, men trupul- leikarnir eru júst byrjaðir... Mánadagin kl. 20.00: The Rhingman Exchange Am. sendireð frá 1977 í trimum pertum bygd á bók hjá Robert Ludym. Segan fer fram undir seinna heimsbardaga. Ameri- kanski agenturin David Spaulding fær uppgávu, sum nærkast »landasviki«. Hann skal royna at býta um við týskarar am. gimsteinar fyri eitt týskt »system«, sum amerikonsk bumbuflogfer hava stórliga brúk fyri. Týsdagin kl. 19.05: Stuntmaðurin Colt ger eitt trupult arbeiði í sambandi við ein film. Hann skal gera „frítt fall« úr einum flogfari í eitt annað í fleiri túsund fóta hædd Týsdagin kl. 23.00: Twilight Zone Ed Marnaro splir tann stóri handilsmað- urin, sum hevur fingið øll gøgn í kroppin- um útskift — eisini hjartað. Mikudagin kl. 22.15: Dragnet Today Daniels og Molins royna at uppklára nekur rán, sum eru framd móti nekrum maskinum. Ránini síggja út at vera framd, meðan vaktarmenninir eru aðra- staðni. Ránsmenninir hava verið í ser- ligum búna, og alt bendir á at teir hoyra til »Young Shadows«. Hósdagin kl. 20.00: They came to Cordura Am. westernfilmur frå 1959. Thomas Thorn er majorur i amerikanska herinum undir meksikansku kanningarferðini i 1916 Hósdagin kl. 23.25: | Twilight Zone Í einum bardaga fyri at yvirliva, noyðist ein maður (Bruce Weitz) at selja alt hann eigur — eisini sínar egnu tankar Útvarp Føroya Hvítusunnudag kl. 13.00: Fritid og náttúra Túrur í Ognarhaganum saman við Dia Tá sagt verður frá túrum, verður ofta tosað um túrar upp á tindar, í brattlendi ella í onnur torgingin stød. Haðar fara ikki oll, men ein túrur fram eftir slettum kann sanniliga eisini vera góður — bæði fyri likam og sål. Í vikuni var Jóhann Mortensen ein túr saman við Christian R. Joensen, Dia, í Ognarhaganum í Kví- vík. Morgunlestrar í Útvarp Føroya 9.—13. juni 1992. Hesa vikuna lesur Oddur Petersen i Sørvågi Sålmar: Tysdagur 9. juni nr. 410, fadir, goym meg vid tin favn Sl. 91,7 nr. 276 Miskunna mær Gud og nåda meg Mikudagur 10. juni nr. 506 Tann trúgv, ið Jesus fevnir Filippibr. 1,29 Hósdagur 11. juni nr. 521 Hver føgur skal Guðs kirkja stá Jákupsbr. 3,5 Fríggjadagur 12. juni nr. 235 Halgi andi, kom tú inn Jóhs. 15,27 nr. 239 Birt tú ljós í barmin nú Leygardagur 13. juni nr. 357 Guð, tú tín akur má signa og verja Johs. 3,2 nr. 237 Andanna andi, stíg nú frá tí høga