leygardagur 6. juni 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgðarhísðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smkh
Fyritsksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Okt samstarv
í Norður-
atlantshavi
TAÐ finnast neyvan tvær
tjóðir, sum kenna seg so nær
knýttar at hvørji aðrari sum
Føroyar og Ísland. Ikki logið
heldur, tá hugsað verður um,
hvussu nógv mentanar- og
vinnulivsbond hesi bæði lond
hava knýtt frá heilt gamlari
tíð. At vit so liggja í tí annars
hardføra og vedurbarda At-
lantshavi ger, at vit hava
nógv í felag: tað er lutur okk-
ara at skula veiða og liva av tí
fiski, sum er á hesum leiðum.
HÓAST vendingin økt sam-
starv er vorðin til ein floskul,
til nakad, sum verdur endur-
tikið og aftur endurtikid og
harvið kanska hevur mist
pe
Lesarabrøv
Hilmar Jan: Hanson -
Útgevari; — PH Sosislurin Bústaður: Argjavegi 28 78
Uppseting: Pt Sosialurin Argjum 119 Tórshæm
Prert: Pift Prossan 1981 Tslefon: 1182 Telafax: 1472 fr
nakað av sínum veruliga
týdningi, so kemst ikki uttan-
um, at føroyingar og islend-
ingar hava bruk fyri øktum
samstarvi hvør vid annan. Nu
Stóreuropa dregur i allar ætt-
ir, ræður ikki minst um hjá
slíkum smátjóðum at verja og
tryggja síni natúrgivnu rætt-
indi.
TAÐ er eingin loyna, at ikki
altíð hevur orðavalið millum
føroyingar og íslendingar ver-
ið tað vakrasta, men tó eiga
vit at leggja okkum í geyma,
at hesar báðar tjóðir hava týtt
nógv hver fyri aðra. Hóast
tað hevði verið ynskiligt við
nógv stórri samstarvi, ikki
minst á vinnulivsøkinum, so
eiga vit at eygleiða og líta at
tí samstarvi, sum hevur verið,
og her er siglingin fyrst hjá
Smyrli og nú hjá Norrønu eitt
sera gott dómi um, hvat kann
fáast burtur úr hjá báðum
pørtum, um væl verður sam-
starvað.
NORRØNA helt hósmorgunin
inn á Seydisfjørd 10. árið á
rað. Sum onkur av íslending-
unum tók til, tá Smyril Line
skipaði fyri hugnaligari sam-
komu umborð, at tá Norrøna
stevnir inn á Seydisfjørd, so
er tað tekin um, at summarið
er komið. Og her eiga vit at
taka orðið summar í tess bók-
stavliga týdningi. Siglingin
hjá Norrønu uppá Seydisfjørd
hevur nevniliga sera stóran,
týdning fyri alt Eysturlandið.
Henda sigling er sum so við
til at fremja bygdamenning í
Íslandi. Og hetta eiga føroy-
ingar at vera fegnir um og
ernir av.
SPURNINGURIN í dag er,
hvussu vit kunnu brúka hetta
góða samstarvið sum fyri-
mynd á ødrum økjum. Í rødu
síni á samkomuni umborð á
Norrønu hósdagin tók Tumm-
as Arabo, landsstýrismaður,
fram nettup hetta: hvussu vit
menna annað samstarv mill-
um bæði londini. Hann hevur
sjálvur verið við til at byggja
upp rutuna millum Seydis-
fjørd og Føroyar og veit, hvat
tað hevur havt at týða fyri
bæði føroyingar og íslending-
ar.
VIT kunnu bert vóna, at 18
ára langa samstarvið millum
Føroyar og Seydisfjørd fer at
bera åvøkstur å ødrum økjum
eisini. Tí sum smátjóðir við
felags áhugamálum og trup-
ulleikum eiga Ísland og Før-
oyar at knýta enn tættari og
fastari bond. Siglingin uppá
Seydisfjørd er bert ein byrjan.
SS
Yvirlysing frå Midflokkinum
Landsfundurin harmast
yvir hvussu húsast verður
við skattgjaldarans pen-
ingi og at skattgjaldarin
nú enn einaferð skal
merkja sviðan av politisk-
um ábyrgdarloysi.
Átaluvert er, at sam-
gongan, ið hevur sitið í
hálvannað ár, hevur skot-
ið so við síðuna av, og at
borgarin nú skal merkja
avleiðingarnar av hesum,
sum kundi verið fyri-
byrgt, um samgongan í
sterri mun hevði verið ar-
beiðsfer.
Arbeiðsloysi
Miðflokkurin hevur fleiri
ferðir víst á tað høpisleysa
at fólk gerast arbeiðsleys
fyri síðan at fáa stuðul
yvir forsorgarlógina.
Gagnligari fyri einstak-
lingin og samfelagið var,
um peningur í sterri mun
varð nýttur til arbeiðs-
skapandi tiltøk kring
landið!
Fundurin harmast yvir,
at enn fleiri nú gerast ar-
beiðsleys og at samgong-
an sostatt ikki nóg væl
hevur hugsað um tær
menniskjaligu avleiðing-
arnar av búskapartiltek-
unum, og fundurin loyvir
sær tí at spyrja hverjar
ætlanir samgongan hevur
fyri at hesi mongu, ið ger-
ast arbeiðsleys, kunnu fáa
annað arbeiði ella fáa nóg
mikið til tess at kunna
svara hverjum sítt?
At koyra fólk út í ar-
beiðsloysi, soleiðis at tey
missa hús og heim, er
sorgarleikur, sum serliga
rakar familjur við bern-
um, og kemur heilt víst
samfelagnum aftur um
brekku!
Rúsdrekkamálið
Fundurin fegnast yvir tað
arbeiði, sum formaður
floksins hevur avrikað í
stríðnum fyri at fyri-
byrgja ektari rúsdrekka-
nýtslu her á landi.
Samstundis harmast
fundurin um, at uppskotið
um at fáa rúsdrekkamálið
út til fólkaatkveðu ikki
vann frama á tingi.
Eisini harmast lands-
fundurin um, at uppskot
floksins um at bíða við at
seta rúsdrekkalógina í
gildi fyrr enn vunnið varð
á arbeiðsloysistrupulleik-
anum ikki vann frama.
Heilsu- og
almannaverkið
Landsfundurin séknast
eftir einum miðvísum
heilsupolitikki og stúrir
fyri at heilsuverkið syndr-
ast, tá hugsað verður um,
hvussu tilvildarliga spar-
ingar verða lagdar bæði á
sjúkrahúsverkið eins og
primeruheilsutænastuna.
Fundurin harmast yvir
hvussu meint ætlaðu
sparingarnar raka tey
veikastu í samfelagi okk-
ara.
Monopolskipanin
Nú múrar eystanfyri eru
raplaðir, undrast lands-
fundurin á hvussu
monopolmúrarnir í sam-
felagi okkara verða varðir.
Fundurin heitir tí á for-
mann floksins framhald-
andi á tingi at virka fyri at
tryggingarsambandið og
fjølmidlarnir missa sítt
monopol og at frískúlum
verða skaptar somu fíggj-
arligu fortreytir at virka
undir sum almenni fólka-
skúlin.
Vinnulívið
Fundurin ásannar tað
neyðuga í at seta tiltøk í
verk, sum hava til enda-
máls at verja fiskastovnin
við m.a. at umleggja flot-
an soleiðis, at í nógv sterri
mun verður lagt um til
húkaveiðu.
Umráðandi er, at vinnu-
lívið fær munandi betri
semdir at virka undir og
at myndugleikarnir, sam-
an við bankunum og ali-
vinnuni tryggja hesi
vinnu neyðugan fíggjar-
karm.
Mannavirði
Fundurin ásannar at lívið
er Gudgivið og eigur at
verjast frá giting til
náttúrligan deyða.
Stórliga verður harmast
um tað stóra tal av fostur-
tøkum, sum verður framt
her á landi og at myndug-
leikarnir ikki tykjast sinn-
aðir at taka neyðug stig til
tess at verja barnið í
móðurlívi.
Miðflokkurin vil virka
fyri at neyðug rættar-
trygd skapast ti ófedda og
at hjálpandi hond verður
veitt teim, ið bernini bera.
Tað »menniskja-
liga« í politiskum
avgerðum
Fundurin ásannar tað
neyðuga í, at sambandið
millum borgarin og polit-
iska myndugleikan gerst
betri, og at sterri fatan av
steðu borgaranna eyð-
kennir tær avgerðir, ið
politikararnir taka.
Tað er átrokandi, at tað
»menniskjaliga« í sterri
mun verður tikið við í
politisku avgerðirnar, og
fegnast fundurin um, at
tað hevur eydnast flokk-
inum at fáa framt uppskot
á tingi, har t.d. praksis av
lýsingum av tvingsils-
selum er broytt.
Á tingi
Fundurin tekur av fullum
huga undir við virkna leik-
luti tingmanni floksins í
arbeiðnum á tingi og fegn-
ast, at hóast sitandi í and-
stødu, er tað eydnast at
fáa fleiri uppskot sam-
tykt.
Lóg um ábyrgd
landsstýrismanna
At skilagótt verður hús-
ast við skattgjaldarans
peningi átti at verið ein
sjålvfylgja sum skatt-
gjaldarin eisini hevur krav
uppå. Harmuligt at so
hevur ikki verið og á-
sannar fundurin, at tað er
átrokandi neyðugt, at
lógin um ábyrgd lands-
stýrismanna sum skjótast
verður samtykt og sett í
verk.
Í Tórshavn 30.05.92
Floksleiðslan
SSRS