Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 23

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÓANNES HANSEN Tosið um kommunusamanlegging í Sundalagnum fevnir ikki um all- ar kommunurnar. Eiðis kommuna er ikki uppií. Í fótbóltinum gong- ur fólkið í hesum økinum undan í fyrimyndarligum samstarvi. Tey eru øll við í EB/Streymi. Higartil hevur tað bara verið í venjingardystum og í steypakapp- ingini, at EB/Streymur hevur roynt seg. Tí ber illa til at vera ov avgjørdur, tá ið mett verður um útlitini fyri hesum kappingarári- num. Men formaðurin í starvs- nevndini í EB/Streymi, Olaf Fríð- heim, heldur áhugan fyri felags- liðnum – um tað ber til – vera uppaftur størri, enn hann hevur verið undanfarnu árini. – Tað verður nógv tosað um fótbólt. Dystirnir verða lyftir og lættir og endavendir, og tað kenn- ist á so mangan hátt, at tað verður roknað uppaftur meiri við liðnum hjá okkum, enn tað hevur verið gjørt undanfarnu árini. – Í fjør noyddust vit í endaspæl, áðrenn tað var greitt, at vit høvdu endurvunnið plássið í 1. deild. Tí- betur endaðu vit omaná í stríð- num ímóti sandoyingum. Tað hev- ði verið sera óheppið, um vit ikki høvdu havt møguleikan at hildið fram í bestu deildini, tí tað vóru sera góðar ábendingar í spæli- num. Øll liðini høvdu tað strevið á Mølini. Eitt nú vunnu vit á HB, og fleiri aðrar ferðir var tað tætt við. Men so vunnu skálamenn fleiri dystir fram ímóti kappingar- enda, og tað hevði við sær, at vit noyddust at spæla ímóti B71. Hvussu metir tú sjálvur útlitini vera? – Vit eiga at lyfta okkum longri fram. Trygvi Mortensen var venj- ari í fjør, og hann gjørdi eitt gott arbeiði. Liðið spældi betri fótbólt, enn tað hevði gjørt. Í ár er Piotr venjari, og vit hava verið væl nøgdir við venjingarnar og avrik- ini higartil. Ungu spælararnir, sum vóru á liðnum í fjør, eru styrknaðir, og vit rokna nógv við nýggju spælarunum, sum vit hava fingið afturat. Magni á Lakjuni, Egil á Bø og Marek Vierzbicki eru allir fínir fótbóltsspælarar. Vit fegnast um, at tað hevur borið til at fingið teir til EB/Streym. Men er tað ikki óheppið, at spælararnir, sum búgva í Havnini, bara venja tvær ferðir um vikuna? – Tað hevur ikki ligið fyri hjá onkrum teirra at verið so ofta her norðuri, sum tað hevði verið ynskiligt. Tað mugu vit taka við. Hugburðurin hjá teimum øllum er góður, og teir eru so ofta her norðuri, sum tað yvirhøvur ber til. Stuðulin góður í nærumhvørvinum Áskoðarafjøldin hjá EB/Strreymi kemur úr Kollafirði og norður til Gjáar og úr Funningi og til Tjørnu- víkar og Saksunar. Tað er eisini í bygdunum í hesum økinum, at fíggjarliga grundarlagið til felags- arbeiðið verður fingið til vega. – Fólkið tekur væl undir, og vinnulívið her í økinum hevur rættiliga tikið EB/Streym at sær. Um vit ikki høvdu havt hesa undirtøkuna, so hevði tað ikki borið til at rikið felagið. Vit halda, at vinnulívið eisini fær burturúr fótbóltinum. Arbeiðsfólkið hevur felags áhugamál at ganga uppí, og tað ger, at trivnaðurin verður bet- ri, heldur Olaf Fríðheim. Hann fílist á, at tað er so torført at fáa fyritøkur, sum eru skrásett- ar í Havnini, men sum liva av at selja vørur og tænastur til alt landið, at stuðla einum bygdar- felagi sum EB/Streymi: – Har eru vit ikki rættuliga komnir inn í hitan, sjálvt um fyri- tøkurnar eisini liva av okkum. Eg hugsi m. a. um stuðlar, sum lýsa á búnunum. Havnarfeløgini eru so at siga polstrað við lýsingum í allar endar og kantar. Tað man vera, tí persónarnir, ið arbeiða í hesum fyritøkunum, eru knýttir at havnarfeløgunum. Vit halda ikki, at býtið av hesum stuðlinum er rímiligt, og vit vóna, at arbeiðið, sum vit gera fyri at økja fatanina av hesum, fer at bera frukt. Gylta framtíð Formaðurin í EB/Streymi heldur, at felagsliðið eigur góða framtíð í fremstu røð í føroyskum fótbólti: – Umstøðurnar betraðust nógv, tá ið graslíki varð lagt á vøllin á Mølini. Nú hava vit fingið ítrótt- arhøll, og hon fer eisini at hava týdning fyri fótbóltin. Serliga tíð- liga á árinum hevur tað ofta verið lítið hugaligt at venja í vánaligum veðri. Men nú verður tað lagalig- ari, enn tað hevur verið. Vit eiga nógvar evnaríkar ungar spælarar. Tað verður so skjótt, at tey ungu ikki fara at vita um annað enn tíð- ina við graslíki og ítróttarhøll, og at tað fer at síggjast aftur í evn- unum, mugu vit vóna, sigur Olaf Fríðheim, formaður í starvs- nevndini fyri EB/Streym. EB/Streymur er eitt av størru fótbóltsfeløgunum. Teir hava sekstan lið við í landskappingini í ár. Teir manna unglingalið, og teir bjóða seg til í øllum hinum yngru deildunum á mannfólkasíðuni. Eisini á konufólkasíðuni er áhug- in fyri fótbólti stórur. Felagið er umboðað í felgags kvinnudeildin, í deildini fyri gentur 14–17 ár og í øllum hinum yngru gentudeild- unum. Tá ið so nógv lið luttaka í fót- bólti fyri eitt øki, sum ikki telist millum tey fólkaríkastu í landi- num, so munnu tey heimini, sum ikki á ein ella annan hátt eru knýtt at fótbóltinum, ikki vera so nógv. Tí er tað ikki so undarligt, at tað verður tosað nógv um fótbólt og um EB/Streym í Sundalagnum, á Eiði og eisini í øðrum bygdum. 44 45 Felagsliðið fær fólkið at fylkjast Formaðurin í EB/Streymi fegnast um, at felagsliðið eigur undirtøku úr Kollafirði og til Tjørnuvíkar og Funnings, og hann heldur fyritreytirnar vera góðar fyri, at tað skal hilnast betri í ár, enn tað hevur gjørt áður – Fólkið tekur væl undir, og vinnulívið her í økinum hevur rættiliga tikið EB/Streym at sær. Um vit ikki høvdu havt hesa undirtøkuna, so hevði tað ikki borið til at rikið felagið. Vit halda, at vinnulívið eisini fær burturúr fótbóltinum. Arbeiðsfólkið hevur felags áhugamál at ganga uppí, og tað ger, at trivnaðurin verður betri, heldur Olaf Fríðheim. Mynd: Álvur Haralsen 2003 2003