leygardagur 6. juni 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Minnissteinur
Nr. 106 — 6. juni 1992
| avdúkaður
| Sandvik
Sløk hálvthundrað fólk
hittust = seinnapartin
sunnudagin í Sandvík, har
minnissteinur Martin
Joensens, rithøvunda og
lærara , varð avdúkaður.
Tað var Regin Joensen,
sonur kenda rithøvundan,
sum avdúkaði minnis-
steinin, sum tryggir vin-
menn og starvsfelagaðar
hava staðið fyri og fingið
bygdini til minnis um
Martin Joensen.
Martin Joensen var ættað-
ur úr Sandvik, bud: í
bygdini, har hann virkaði
sum lærari ul
hann flutti á Tvøroyri, har
hann fekk lærarastarv og
virkaði við síðuna av sín-
um rithøvunda virksemi.
Martin Joensen doyði i
1966.
Jacob Olsen, fyrrverandi
lærari i Sandvik, Johannes
Enni, lærari å Tvøroyri,
og Steinbjørn B. Jacob-
sen, rithøvundur, høvdu
sett sær fyri at gera eitt-
hvørt til minnis um mæta
sandvíkingin, sum flest
øll i Føroyum kenna.
Steinurin er úr haganum
í Sandvík og Óli Nielsen,
steinhøggari (sonur annan
mætan sandvíking Jóhan
Nielsen, prest sála,) hevur
rist ordini: "Varmar hendur
lagaðu eldar", ið eru úr
yrkingini "Til Høvundan”
eftir Steinbjørn B. Jacob-
sen, ul Martin Joensen.
Håtidarhaldid byrjadi
við at fólk sungu "Tit
sum í fjórðu fóru", og
síðani helt Jacob Olsen
rødu um systkinabarnid
og greiddi frå békum
hansara. Sidani
las Rannveig Hovgaard,
lærari og skyldkona
rithøvundans yrkingina
eftir Steinbjørn B.
Jacobsen. Eftir hetta varð
minnissteinurin avdúkað-
ur
1944, tå
Vit prenta her røduna,
sum Jacob Olsen helt.
Martin Joensen, sum okur
i dag eru komin saman at
minnast, varå borin i heim
i Sandvik 19. april 1962,
og her vaks hann upp.
Óvitaárini hjá honum
fóru, sum tey gjørdu hjá
bygdadreingjum tá — eitt
skifti millum arbeiði og
spæl, tá ið teir ikki vóru í
skúla. 'Tad ráddi um, at
óvitarnir vóru tíðliga uppi
í arbeiðnum vi teimum til-
komnu, so teir skjótt
kundu gera gagnsverk —
um tað so var á landi ella
sjógvi. At Martin við opn-
um eygum og oyrum tók
lut í arbeiði sum í leiki,
síggja vit av teimum v-
bera góðu óvitasegunum,
hann hevur skrivað. Um
vetrarkveldini var ikki tá
sum nú, ið óvitarnir sita
og hyggja eftir sjónvarpi
ella video, kveldið á tamb.
Nei, meðan tey vaksnu
spunnu, bundu ella fing-
ust við okkurt annað ar-
beiði, vórðu segur og
sagnir sagdar, og trivið í
okkurt kvæði ella vísu við-
hvert, meðan óvitarnir
lurtaðu eftir.
Tá ið fiskimenn, sum
hevdu verið á suðurland-
inum um várið og á
eysturlandinum um
summarið, komu inn á
gólvið, fortaldu teir frá
hendingum, ið teimum
hevdu verið fyri bæði við
skipunum og uppi á landi í
Íslandi.
At Martin hevur lurtað
væl eftir hesum monnum,
sæst skilliga í bókum
hansara.
Tað mesta av skúlatíð
síni hevði Martin Theodor
Dahl úr Funningi til lær-
ara. Hesin maður hevði
góðan ans fyri føroyskum,
sum tá ikki var lærugrein í
føroysku skúlunum —
men Martin greiðir frá, at
tey lósu í H. C. Evensens
lesibók, tó bara eina ferð
um vikuna.
Men tey fingu kortini
annað feroyskt lesitilfar,
tí tá ið Matteus evangeli-
um og Robinson Cruson
komu út, vóru tær býttar
út til skúlabernini, og var
hetta, sum Martin tekur
til, ein stórhending.
Annars vóru fáar bøkur
á føroyskum tá, men tó
var tåa so, at tey høvdu
»Ungu Føroyar«, tad frå-
líka blaðið, ið háskúla-
menninir góvu út. Av hes-
um blaði man ansur
Martins fyri feroyskum
vera rættiliga kveiktur
segurnar festu 4
hugan.
Bekur á donskum máli
kundi Martin lána í einum
grannahúsi, og hetta vóru
ikki lættisoppar, nevnast
kunnu skaldsegurnar hjá
gitna danska rithevund-
anum Ingeman, frans-
manninum Jules Verne og
onglendinginum kmap-
tain Marryat, umframt
aðrar.
4
Í 1919 fór Martin til
skips, og tað var hann í
trý ár.
Veturin 22—23 fór
Martin á Feroya Fólka-
háskúla, og metir hann
hendan veturin hava havt
stóran týdning fyri seg,
bæði av fyrilestrunum hjá
Símuni av Skarði, og tí at
hann her fekk betri kunn-
leika til føroyskt. Næm-
ingarnir har hevdu sítt
egna blað, og í hesum
blaði royndi Martin seg
fyrstu ferð sum segu-
skald.
Símun av Skarði ráddi
Martini til at fara á Lær-
araskúlan — hann tók
eftir hesum ráði, og fór á
skúlan um heystið 1923.
Rikard Long var lærari í
feroyskum á læraraskúl-
anum tá, og sigur Martin
sjálvur, at hann hevði
Rikardi nógv fyri at
takka.
Læraraskúlanæmingar-
nir hevdu sítt egna blað,
og har skrivaði so Martin
okkurt í. Í 1926 varð
Martin liðugur á lærara-
skúlanum, og sama ár
varð hann lærari á Økrum
og í Víkarbyrgi.
Har var hann.so til
1929, tá ið hann kom aftur
til heimbygdina, og var
hann so her til 1944, tá ið
hann varð lærari á Tver-
oyri.
Seinast i tjúgunum
góvu Sámal Johansen í
Vági og Jacob Olsen á
Tveroyri eitt barnablað
út, og har plagdi so Mart-
in at skriva í — og eina tíð
var hann blaðstjóri. Men
tað fyrsta, hann rættiliga
kom fram sum rithevund-
ur var í 1933 ella 34, tá ið
hann skrivaði eina segu
ella kanska rættari lýsing
í jólanummarið hjá Social-
inum. Eftir hetta fór hann
at skriva til Varðan og
ymsar jólabekur.
Men í 1946 kom skald-
segan Fiskimenn út, og
var tað hon, sum gjerdi, at
Martin knappliga kom at
teljast millum bestu rit-
hevundar okkara, og varð
kendur um alt landið. Í
1952 kom onnur stóra
skaldsøga hansara, Tað
lýsir á landi, í ðer fram-
hald av Fiskimonnum.
Av hesum bókum, helst
Fiskimonnum, sanna vit,
at tey trý árini, Martin
var til skips, hevdu
stersta týdning fyri hann
sum rithevund. Her fekk
Síða 15
hann innlit í korini hjá
fiskimonnum tá — hann
lýsir umstøduranr og
hann lýsir lyndi manna,
hvussu teir ávirkast av
hesum — so glegt, at okur
alspent eru í ferðini við
teimum.
Lívinum í keypstað-
num, helst áðrenn skipini
fara, og tá ið tey koma aft-
ur, gevur hann eisini eina
gløgga mynd av, og her
sum umborð í sluppini
Ørnini, leitar hann aftur
um skræðuna, so okur
koma at kenna sanna
lyndi hjá hesum fólkum —
um tey so eru fiskagentur,
arbeiðsmenn ella stórreið-
arar.
Í Tað lýsir á landi, eru
flestu persónarir teir
somu, men nógv av til-
farinum er úr heimbygdini
hjá hevuðspersóninum
Símuni.
Í hesari bókini, eins og
teimum segusevnum, sum
eru komin út eftir hann,
lýsir hann, sum í Fiski-
monnum, menniskjuni,
sum tey eru við dygdum
og lýtum, leitar gløg-
skygdur aftur til innastu
hugsan teirra, men demir
ongantíð.
Um bekur Martins tek-
ur skaldið Chr. Matras so
til: Í teimum er til skjals
lív og virki feringa, ljóðið
av sjógvi, ljóðið av
mannamáli, fyrndartrúgv
føringa á sjógvi og landi
og mangt, mangt annað.
Tey, sum hava lisið bøkur
Martins, ásanna, at hetta
er rætt, og hevur Martin
av hesum tilfari varisliga
laðað upp »eldar«, ið fløva
føroyskar bókmentir eins
og torveldarnir á grúgv-
uni fyrr flevaðu tey, ið
inni vóru.
At enda ein tøkk til øll
tey, sum hava vist størt
beinasemi við at fáa stein-
in reistan her, sum Martin
í nógv ár hevði sína dag-
ligu gongd.
Eitt satt spæl at vera
VAKURT
BRÚNUR
ALT ÁRIÐ
6 vid
turali
Solarium ella nógva
ella minni sól...
NATURALIA
EXOTICA
tryggjar við sínum
stóra úrvali altíð
besta úrslit.
Um bíleggingar og
nærri upplýsingar
um NATURALIA
sólverju- og onnur
evni — ringið
Tlf. 11012 & 48871
Ikki ráð
at ferðast
uttanlands?
Hví ikki royna
FJALSGARÐ?
Kr. 360,- fyri
samdegurið
Kr. 550,- fyri
vikuskiftid
Kr. 1.800,- fyri
vikuna
Ikki er at drála
— bíleggið NÚ!
690 Oyndarfjørdur
Tlf. 44522 - Fax 44570
Lýsið i sostalinum