Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juni 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 106 — 6. juni 1992 V j Í móti Kynros Fóroyski landsliðsskiparin væntar ikki, at talan kann verða um tap móti Kypros, um landsliðið fær somu uppbakking sum móti belgiska landsliðnum mikukvøldid >Verður talan um somu uppbakking, tá vit 17. juni skulu å Svangaskardi at spæla móti Kypros, so tori egatlova, at vit iøllum før- um ikki tapa,« sigur Jóan- nes Jakobsen, liðskipari á føroyska fótbóltslands- liðnum. »Tvørturim6ti eru góð útlit fyri, at vit kunnu vinna tann dystin.< Jú, gott er at hava ein bjartskygdan dirigent á vøllinum, tá tað føroyska landsliðið í týðandi kapp- ing endiliga sleppur at royna seg móti einum av teimum liðunum, vit hava verið javnmettir við, tað kypriotiska landsliðið. Atkypriotar ikki eru sør- ir, hóast teir enn ongantíð hava kent til annað enn tað niðasta plássið, har teir hava verið við, ber dystur- in móti Belgia boð um, har Kypros á útivelli bert tapti við einum máli. Ikki undirmetast Tí má kypriotiska liðið ikki undirmetast. >Vit eru greiðir yvir, at teir eru ikki nakað vånaligt lið, og tí fara vit heilt greitt ikki at undirmeta teir, hó- ast vit nú eiga at leggja nakað meira offensivt út,< Heldur Jóannes. >Í hesum dystinum prógvaðu vit, at tað loysir seg at taka mót- stødulidini longur frammi á vellinum, og tað eiga vit eisini at gera við kypriot- arnar.« Nakað annað, Jóannes heldur vera eina fyritreyt fyri, at eitt gott úrslit skal fáast í næsta dystinum, er at Føroyar satsa meira, eitt nú við at leggja meira dent á álopssíðuna sum eina fylgju av, at midvøllurin kanska fær meira burturúr enn í dystinum mikukvøld- ið á Svangaskarði. Har kom nevniliga ikki nóg nógv burturúr Ov ringa kondition »Eitt, ið vit avgjørt áttu at lagt okkum meira eina við, var at konsentrerað okkum meira í mótálop- unum, so vit har kundu fingið meira burturúr, enn vit gjørdu í dystinum, tá kjansirnir kundu komid,« sigur Jóannes. »Aftrat ti må eg eisini fílast á, at kon- ditiønin hjá ngkrum ikki tokust vera í lagi. Menn orkaðu ikki nóg nógv, so tað má verða rættað uppá sum skjótast.< Jóannes Jakobsen hevur eisini hug at taka penga- spurningin við í myndina, og heldur hann, at tíðin man vera komin, at ein av álvara eigur at fara at hugsa um ein innsats á ti økinum eisini, um komast skal víð- art við tí, ið higartil er kom- ið burturúr. >Vit hava verið við til at selt Føroyar og gjørt eitt slag av einum PR-arbeiði fyri Føroyar, so eg haldi ikki, at tað hevði gjørt nak- að, um okkurt fall í okkara lut afturfyri,< sigur hann. >Í øllum fórum er júst hendan reklaman nakað, ið kann verða útnyttað posi- tivt, og tað skuldi helst ver- ið báðar vegir.< hj. Tveir mans har frammi Tann higartil einsamalli álopsspælarin á landsliðnum, Jan Allan Miller, heldur at fóroyingar eiga at gera nógu meira við álopsspæli í HM-dystinum móti Kypros Dysturin mikukvøldid á Svangaskardi man hava givið mongum hug at síggja føroyskan HM-fót- bólt *in live”, tá næsti dyst- urin verður á Svangaskarði móti Kypros um hálvaaðru viku. »Eg vóni, at vit tå fáa eitt stúgvandi fult stadion av rópandi føroyingum, ú eg eri ikki í ivaum, attað kann hjálpa okkum nógv,< held- ur Jan Allan Miller, ið hig- arul hevur verið einsam- allur álopsspælari á lands- liðnum. >Afturfyri kundu vit so latið áskoðararnar fingið ein spennandi dyst við føroyskum álopsspæli, og helst eisini onkrum ella fleiri málum. Men til tað krevst, at tað verður meira enn bert ein einsamallur maður har frammi. Har mugu vera tveir mans — eingin ivi um tað!< Torbjørn har frammi Jan Allan vil ikki sjálvur nevna nakran, hann kundi hugsað sær at havt undir liðini á sær har frammi, men úttgkan av Torbjørn Jensen, og tað at hann slapp at royna seg í tjúgu minuttir mikukvgldiðmóti Belgía, kundi bent á, at Páll Guðlaugsson hevur onkrar ætlanir tann vegin, at Jan Allan aftrat sær fær sandingin, ið jú ikki hevur spælt á miðjuni í eini tvey ella trý ár. »Hvør so skal vera har frammi, fari eg ikki at leggja meg útí, men tað må satsast eitt sindur, skal nak- að koma burturúr við at skapa kjansir,< sigur Jan Allan. Spælast eftir jarð >Í dystinum mikukvøld- ið hevði eg ikki teir stóru kjansirnar, og skyldaðist tað fyrst og fremst, ateg alt ov ofta varð spældur við høgum bóltum, og teir vóru torførir at vinna, lå eg hevði handan høga upp- passaran aftan fyri meg. Í tveimum fórum varð eg spældur eftir jørð, og í báð- um fórum var møguleiki at seta álop í gongd, men tí- verri spurdist einki víðari burturúr. Vónandi spyrst so meira burtur úr Kypros-dyst- inum, og vónandi fáa Jan Allan og hansara makkari har framm tá onkran góðan kjans at gera tað, áskoðara- fjøldin er allarfegnast um at síggja: Mál! hj. Minnist haldaragjaldið! „Siða —