mikudagur 10. juni 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 10. juni 1992
- Íramsýning á
Fornminnissavni
Nicolina Jensen skrivar um åhugaverdu
á Debesartrød fyri bindiáhugað
framsýningina
Nú, id ymiskar kappingar
fara fram innan binding
og nýskapan, er vert at
hava í huga, at vit sjálvi
eiga elligamlan mynstur-
sið.
Við tí stóra sambandi,
ið er millum bindiáhugað
fólk í norðurlondum, er
stórur vandi fyri at vit
missa okkara egna burtur,
og alt verður eins.
Hetta vildi verið stórt
spell, tí ikki er neyðugt at
standa í stað. Væl ber til,
út frá teimum mynstrum,
vit eiga, at skapa nakað
nýgg. Bókin »Føroysk
Bindingarmynstur« er
perlan i føroyskari sið-
søgu.
Mynsturgeirin, upprun-
in til »Føroysk Bindingar-
mynstur« er at siggja å
framsyningini hjå Forn-
minnissavninum, å Debes-
artrød.
Í bókini »Føroysk Bind-
ingarmynstur« tridju út-
gåvu, stendur at M. A. Ja-
cobsen bókaverður og
Jógvan bóndi av Skælingi
hittust í Havn. Teir tos-
aðu um ymist gamalt,
sum var um at misfarast,
eitt nú bindingarmynstr-
ini. Burtur úr hesum
spanst, at Jógvan skuldi
royna at savna gomul
mynstur í Norðurstreym-
oy til Forngripagoymsl-
una.
Tað eydnaðist honum at
finna 30 mynstur, tey
flestu frá Rakul Egholm í
Leynum, sum eisini bant
geiran. Geirin er bundin
úr hvítum, feroyskum,
nappaðum, tveytáttaðum,
heimaspunnum tógvi, við
korkalittum mynstri.
Rakul hevði í ungum
degum búð hjá handils-
manri, ið tók ímóti
troyggjum, og hon visti at
siga frá 22 mynstrum við
navni. Hesi 22 mynstur
fekk Jógvan frá Rakul, 4
fekk hann frá Jacobinu
Debes, á Todnesi, í Kolla-
firði, 2 frá Elsu Mariu
Christiansen á Stykkinum
og 2 frá Laurentsu Olsen í
Kvívík.
Hetta var einki minni
enn eitt bragd, sum vit ell
kunnu gleðast um í dag.
Á vári 1921 vóru
mynstrini, við navni á
hverjum sær, latin Forn-
gripagoymsluni til ognar.
Mynsturgeirin var víst-
ur á seluframsýningini, ið
var á Apotekinum, úti í
Havn 1927. Seinni var
hann aftur á framsýning,
hesa ferð á Teknologisk
Institut í Keypmanna-
havn 1929.
Ein av teimum mongu,
ið vitjaðu framsýningina
var Alexandrina drotning.
Hon var hugtikin av teim-
um feroysku bindingar-
mynstrunum, og vildi feg-
in keypa mynsturgeiran.
Tá ið hetta ikki læt seg
gera, heitti hon á Hans
Marius Debes, skræddara,
um at fáa mynstrini givin
út í bók.
Heimafturkomin fór
Hans Marius Debes (van-
liga nevndur skræddar
Debes) undir innsavning-
ararbeiði. Hann sigur
sjálvur, at hetta var í ell-
ivta tíma, tí flestu mynst-
ur tá bert vóru kend av
teimum elstu kvinnunum.
Um hetta mundið,
gingu føroyingar í einlitt-
um troyggjum. Tær
mynsturbundnu skips-
troyggjurnar vóru hand-
ilsvera. Mynstrini vóru
einkult, oftast skák og
teinur.
Frá langommu síni,
Marjuni Djonesdatter,
visti Hans Marius Debes,
at:hon sum ung hevði
verið bindingarkona hjá
Poul á Látrinum, á Eiði.
Har hevdu tey tann eina
veturin bundið, umframt
fleiri aðrar, 60 troyggjur
Mynsturbinding
við ymiskum mynstri,
hvert við sínum navni.
Tá ið so bókin »Føroysk
Bindingarmynstur< kom
út á fyrsta sinni 1932,
hevði Hans Marius savn-
að 95 mynstur aftur at
teimum, ið bundin vóru í
mynsturgeiran, og vóru
tey nú 125 í tali, ell við
navni, undantikið bordar-
nir og mynstrini til konu
og mannfólkatroyggjuna,
ella sum vit nú siga,
stima- og knappatroyggj-
una.
Mynstrini hevði hann
fingið úr Fugloy, Borðoy,
Eysturoy, Streymoy,
Nólsoy, Hesti, Sandoy,
Vágum, Mykinesi og
Suðuroy.
Konufólka, mannfólka
og undirtroyggjumynstr-
ini eru endurgivin í upp-
runalitum, meðan báts-
manstroyggjumynstrini
bert eru endurgivin svert
og hvít, hetta av teirri at-
vold, at allar bátsmans-
troyggjur vóru bundnar
hvítar, við korkalittum
mynstri. Liturin bar navn-
ið korkalitt, sjálvt um tey
tá vóru farin at lita við
anilini.
Í fyrstu útgávu takkar
Síða 7
Hans Marius málarinnuni
Birgittu Johannesen,
Tórshavn, Thomas Havn-
ing, arkitekti (dani) kend-
ur í Feroyum, hann hevur
millum annað teknað
>Bispagarðin<, Svend
Møller arkitekti, eisini
dani, táverandi fyristeðu-
maður á tí danska Heima-
virkisfelagnum, og til
síðst, men ikki minst
hennara hátign drotning-
ini.
Fyrsta útgáva hevur
eftir ellum at dema tveir
feilir, um so er, at konan
uttan á permuni skal vísa
føroyska binding. Fyri tað
fyrsta hevur hon tráðin á
vinstru hond, og fyri tað
næsta bindur hon ermuna
uppeftir.
Hesar villur eru megu-
liga komnar av, at Thom-
as Havning, ið var dani,
hevur teknað myndina.
»Bindibékin« ið hon
kom at kallast millum
fólk, er givin út tríggjar
ferðir. Aðru ferð í 1949, og
tá í broyttum líki. Í hesi
bók er týðiligt at síggja,
at Hans Marius er ávir-
aður av mynsturbinding
uttanífrá, bæði í litum og
mynstursamanseting. Í
bókini eru 143 mynstur og
17 myndir av fólkum í
mynsturbundnum plegg-
um.
Tíverri er eisini okkurt
misvísandi á permuni
hesa ferð. Konan, ið situr
og bindur eina hosu, hev-
ur annaðhvert einki átt á
stokkum, ella hevur hosan
verið ov stutt, og bundið
verður nýtt brot. Vanligt
var, og er, at byrja við
brotinum og binda hosuna
niðureftir.
Í hesi útgávuni takkar
Hans Marius Debes Fer-
oya Legtingi, Ny Carls-
berggrunninum, yvirrætt-
arsakførara L. Zeuthens
minningargrunni, keyp-
mansfrúnni Karin S. Kjøl-
bro og konslafrúnni Onnu
K. Lambaa fyri, at tey so
munandi hava styðjað
bókaprentingina.
Somleiðis takkar hann
málarinnuni Birgithu
Rennov, f. Johannesen,
fyri serkena hjálp viðvíkj-
andi mynsturtekningini.
Síðst, men ikki minst,
Myndir Thomas Johannesen
takkar Hans Marius henn-
ara hátign Alexandrinu
drotning fyri stóra áhuga
hennara fyri teimum fer-
oysku mynstrunum.
»Føroyskt Heimavirki«,
ið nú eigur øll rættindi til
mynstrini, gav >Feroysk
Bindingarmynstur« ut
aftur triðju ferð 1969.
Hesa ferð eru 136 mynst-
ur, men eingin mynd av
fólki.
Væl ber til at tíðarfesta
myndir til áðrenn ella aft-
an á 1932, um fólk eru í
mynsturbundnum
troyggjum ella ikki.
Tó vit ikki kunnu siga,
at mynstrini øll eru av fer-
oyskum uppruna, so eru
tey tó bæði persónlig og
heimlig, nevnd eftir út-
sjónd, bygd, húsi, staði
ella kvinnu. Tey eru vorð-
in fólkaogn og eru vorðin
bundin av yngri sum eldri
í minst 200 ár.
Mynsturbundin silki-
troyggja var hægsti móti
millum tey múgvandi í 15-
1600-árunum. Slíkar
troyggjur eru at síggja á
ymsum fornminnissøvn-
um í Europa. Sjálv havi eg
sæð eina í Getuborg. Hon
var einlitt, reyð við rang-
bundnum mynstri, tí
sama, sum er fyrsta
mynstur í tí feroysku
bindibókini.
Fyri fáum árum síðani
vóru líkklæðini í tveimum
barnakistum í Roskilde
dómkirkju kannað og
skrásett. Hetta vóru bern-
ini hjá Christiani fjórða og
Kirstini Munk. Bæði vóru
teyí | vaksnamannasilki-
troyggjum, endurnýttar
sum líkklæði. Frederik
Christian er deyður 2 ára
gamal í 1927 og Marie
Cathrine bert tríggjar
mánaðar gomul í 1928.
Ahugavert fyri okkum er,
í hesum feri, at tvey av
mynstrunum í hesum
troyggjum eru at finna í
»Bindibékini«. Talvborðið
á síðu 27 og nr. 2 bordi á
síðu 55, í triðju útgávu.
Nær byrjað verður at
mynda mynstrut í Feroy-
um er ilt at siga nakað um
við vissu. J. Chr. Svabo
skrivar, at bæði blátt og
Framhald á síðu 16. -...