Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 107 — 10. juni 1992 Síða 11 =. seta fótin á til 2-0. Bert lítla løtu eftir hetta slerdi so Jóan Petur Olg- arsson sigurin fastan, tá hann fór einsamallur eftir at hava fingið eina snøgga fríspæling av miðjuni. Við hesum og eisini tí næstsíðsta sigri sínum tyk- ist Royn at hava funnið stevið aftur, og við eitt sindur av hepni aftrat hava hvalbingar aftur samband við toppin. (hj.) ÍF basti grannum Fuglfirðingar hava eitt ungt evnaríkt lið. Men tað er verri enn so altíð, at evnini bera við sær, at leikurin er væl skipaður og målsøkin, og ofta knyp- ir tað við orkuni í verju- partinum. Til aðrar tíðir blomstrar alt: skapararevnini á mið- vellinum gerast eyðsýnd, og uppspælið ber mål- meguleikar og mál við sær. Í Leirvík leygardagin var tað ein blandingur av omanfyri standandi. Undan steðginum — ser- liga síðsta hálva tíman — misti ÍF tráðin, og LÍF átti miðvellin og sterstu málmeguleikarnar. Heimaliðið fekk eisini eitt mál: 1. hálvleikur er knappliga hálvleiktur, tá Arni leggur innfyri úr hegru, Gert skal skjóta í tóma málið, men verður feldur. Arni skorar trygt móti Ova Joensen, sum stóð væl. Eftir hvíldina var tað ÍF, sum myndaði leikin. Leirvíkingar gloymdu miðvellin, sendu langar bóltar fram til Kaj Eli og Árna (Kristian var uttan- fyri staddur og saknaðist stórliga). Slíkur leikur ger, at Berg á miðvelli- num akkurát tað sama kundi fari til hús. Í staðin fyri yvirtóku Magni, Símun og serliga Rógvi, sum ferð eftir ferð fór langt aftur á egna hál- vu, haðani hann stýrdi góðum uppspæli. Tvær ferðir skoraðu fuglfirðingar hjá Ova í LÍF málinum: Fyrst tá Ken Bærendsen (í álopi- num saman við Eyðun Klakkstein) skjýtur frí- spark beinleiðis. Tað var fimm minuttir inn í hálv- leikin, og smáar 20 min. fyri leiklok kom sigurs- málið. Álop verður spælt upp í høgru, diagonalbóltur verður sendur til Símun Eliassen, sum er blankur Framhald á síðu 13 GI rovndist betur Hóast B71 spældi upp til sitt allarbesta, eydnaðist ikki at fáa nakað burturúr móti GI, ið betur dugdi at útnytta sín- ar kjansir og vinna dystin. Synd var tað tó fyri B71, ið millum annað varð snýtt fyri eitt upplagt brotsspark B71-GÍ 1-2 (0-0) 0-1: Per Dalheim 1-1: Torbjørn Jensen 1-2: Simun P. Justinussen GÍ hevur nú rættiliga góð FM-kort á hondini, eftir at liðnum eydnaðist at vinna einasta åtsigurin í 1. deild um vikuskiftið. Tað var í dystinum á Sandi, at tað eydnaðist gøtumonnum at fáa bæði stigini við sær aftur. Men ikki var tað sért heppið, at soleiðis gekst gótumonnum, ti hendan dystin spældi B71 helst sín besta fótbólt higartil í ár. Og eftir at GI var komið á odda 2-1, varð B71 snýtt fyri eitt upplagt brots- spark, ið Torbjørn Jensen av berum vana ói vað hevði kunnað sett í kassan hjá Knudsen. Tað var nevniliga ikki so long tíð eftir av dystinum, tá Rúni í Soylu inni í GI- brotsteiginum fekk ein bolt á seg, høvdadi hann upp um uppassaran hjá sær, Alva Justinussen, fyri síðani at skula fara inn um Alva eftir bóltinum aftur. Tá tók Alvi í armin á hon- um og trýsti hann niður. Eingin floyta hoyrdist Altsteðgaði upp, og allir — sjålvt gøtumenninir bid- aðu bert eftir, at Nemus fór at floyta, men floytan var tigandi. Annars ein upp- lagdur møguleiki hjá sand- ingum at fingið javnað út, um brotssparkið varð dømt. Liðið hevur í Tor- birni Jensen nevniliga landsins mest vanda brots- sparksskjútta í ár. Tað, sum var farið fram undan hesum, var .annars tað, at GÍ var komið á odda 2-1. Fyrst var tað Per Dal- heim, ið setti hol á, tá hann átta minutur inn í seinna hålveik fekk fatur á einum retur, efur at Rúni Justin- ussen hevði roynt seg við einum skoti, ið polski mál verjin bjargaði, men ikki fekk hildið, so bólturin kom út frá aftur. Hóast nakrir B71-spælarar vóru fyri, eydnaðist Per at koma ul skot, og smekkadi hann bólun inn eftir jørð dygst eydnaðist B71 at javna út, tá Rúni í Soylu spældi inn fyri málið, har Torbjørn Jensen millum tveir GI- ararroyndi skot fyrstu ferð, so bólturin smekkaði upr undir yvirliggjaran, niður í vøllin OT i málið til | 1. Beint undan hesum mál mum kundi Símun Petur lusunussen stórt sæð havt avgjørtdystin, tá lann varð púra leysur, men datt í skotunum, so bólturin fór við síðuna av málinum. Misnýtti íkki aðru ferð Hann fekk tó høvid at avgera dystin kortini, tå hann tiggju minutur fyri tíð fekk bólun serveraðan fyri føtumar og høgdi til bein- anvegin. Upprunin ul hetta málið var í grundini ein heilt vandaleysur bóltur, ið kom høgtmåti B71-verjuni. R6- in Clementsen skuldi taka hann nidur og leggja hann, men misti bólun frå sær til Símun Petur, ið takkaði fyri og var skjótur at gera sær dælt av gávuni. Burtursæð frá omanfyri nevnda brotssparkið, ið B71 ongantíð fekk, kunnu sandingarnir takka sær sjálvum fyri, at teir máttu ofra sigurin. Upplagdir stórkjansir Í ikki færri enn tveimum uppløgdum fórum vóru teir í fleirtali móti gøtumonn- um. Fyrst, tá Bjarki spældi Eli, ið aftur spældi Tor- bjørn, ið heldur enn at skjóta beinanvegin, valdi at sleppa fram við einum gøtumanni. Síðani skjeyt hann, men tá bjargaði Jens Martin Knudsen, ið sær út til at koma fyri seg aftur. Hesa ferðina vóru sand- ingarnir tríggir móti tveim- um. Létu seinni vóru teir fýra móti tveimum(!)...og kortini brendu teir, tá Jens Martin kom út ímillum og fekk fatur á bóltinum, júst sum Eli skuldi spæla Tor- bjørn. Soleidis endaði tað vid, at B71 mátti taka til takkar vid ósigrinum, meðan gøtumenn fegnir kundu fara norður um Skopunar- fjørð við báðum stigunum og framhaldandi plássi heilt frammi í oddinum saman við HB aftan fyri B68. (hj.)