Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 2 ——— Nr. 107 — 10. juni 1992 ÁRSINS toskur Um skipaðan, búskaparligan kriminalitet — og vísindaligt virk- semi, ið kann kallast bestilt arbeiði — um fjølmiðlanna mani- pulatiónir ella kanska bara bláoygda naivismu. Og paradoksið, nú tá einki er eftir at ræna — ikki so frægt ein- gang: at nóg mikið er eftir til at breydføda tann Qsmund Justinussenska helmingin: TY tað er liðugt — liðugt! so liðugt, at ikki eingang eitt 5 ára langt total stopp kann bjarga okkara grunnum. Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hver stig- takarin, ella stigtakarar- nir eru, hesir ið eiga hug- skotið til hesar óferu royndirnar á vísindaligum stigi, ið almannakunn- gjørdar vórðu í SvF um kveldið tann 5. mai í ár: Hesar royndir, ið sýndu at fiskur als ikki, ella næstan als ikki, fær skaða av at fara igjøgnum trolmeskar og annars hevði tað »sum fiskurin“ í einum búri, ið varð sleipað aftan fyri trolposan á Magnusi Heinasyni. Serliga áhugavert var tað eisini, at teir tveir til tríggir fiskarnir, ið deyðir vóru í búrinum — vóru deyðir av at búrið var hál- að kanska nakað skjótt upp av ávísum dýpi — upp undir vatnskorpuna, deyðsorsek: sprongdur summagi! Enn meira áhugavert var at síggja og hoyra ein skeggleysan fiskifrøding í båtsmanstroyggju i heim- sins mest sannferandi miðli standa og svara positivt upp á spurningar frá SvF-intervievaranum: „Um hetta nú ikki mundi fara at fáa avleiðingar fyri førda fiskivinnupolitikk- in«! — — — Maka til mark- leysa óprofessionalismu, maka til grovt brot á vís- indaliga siðvenju, um ikki at koma við tí, ið danir kalla »forhastede slutn- inger< — maka til propa- gandakent, sensatiónsbe- tingað slutur man fáur áð- ur hava sæð ella hoyrt og hetta av munni manna, ið kann kalla seg vísinda- mann! Hver hevur nakrantíð pástaðið, at nakar nakran- tíð fær serligan skaða av at fara igjøgnum einar opnar dyr — ella fyri tað: at fara krúpandi á øllum fýra igjøgnum eitt opið hol! Neyvan fær nakar heldur deyðamein av at fara igjøgnum eina trenga smogu, í mesta lagi eitt sløg av klaustrofobia kanska, um smogan er nóg long og trong, og sjålvandi kann ein livandi vora eisini koma ålvars- liga til skada, um kenslan av klaustrofobia tekur hesa, og vidkomandi tå byrjar at berjast fyri livin- um. Eg fari at spyrja: a) Ærliga talad, var tad neydugt at gera dyrar kanningar av nøkrum, ið sigur seg sjålvt? b) Kunnu vísindamenn loyva sær at fáast við ella at hoppa uppá tvass og vrøvl, og gera hetta fyri almennan pening? c) Tí hver hevur nakrantíð pástaðið, at nakar fiskur fær deyðamein av at fara igjøgnum eitt opilsi? d) Hver eigur heiðurin av at SVF so »for tilfældet< var á staðnum — ella meira kontant, hver boð- sendi SvF? Hví vórðu ikki tær myndir}! av netskaddum, deyðkomnum fiski, ið vit umborð á Fugltúgvuni av- myndaðu úti á Feroya Banka síðst í apríl mánað 1990, ikki sýndar eftir fundin í ICES sama árið, eftir at teir vóru hildnar aftur av Árna Gregersen, ið segði, at Hjalti í Jákupsstovu ikki var so fegin um at hesar ræðslu- myndir vórðu sýndar áðr- enn fundin í ICES. Árni segði fyri mær, at fiski- freðingurin ikki helt tað var so heldugt, at hesar myndir vórðu sýndar beint áðrenn freðingurin skuldi á henda góða fund í ICES — hví? Var hetta kanska av somu orsøkum, sum tær, ið gjørdu at Føroya Fiska- sela — tá undir leiðslu av Birgiri Danielsen — press- aði pening inn i SvF til tess at fáa sjónvarpið at framleiða og sýna ein (sambært Árna Greger- sen) konsekvensfilm?), eftir at Oli Breckmann i ó- sketni gjørdi tað óhepna gerðabýtið við Árna, id førdi til at sanna myndin av tí ið fór og fer fram við fyrsta floks kassa-ísaðum fiski, sokallaði Fugltúgvu- filmurin, varð sýndur eitt kveldið í aug. 1990 í bestu summarfrítíð, soleiðis at bert nekur fá fólk sóu henda filmin. Eina viku aftaná, at Óli Breckmann fekk trýst SvF at sýna sín sensationella S-afrika film: eitt sjálvsavdúkandi makkverk, partvís fíggjað av apartheid stjórnini í S- afrika. Ein barnslig roynd, sum í sterstan mun var eitt vónleyst »forsøg« til tess at fáa ein foroysk- an skipara at sannføra før- oyingar um at alt stóð væl til i Soveto! — umframt avdukanin av at O.B. og trúðarfelagar, leiddu land og fólk í fíggjarligt óferi í síni óðu tráðan eftir at vinna fólkaflokkinum at- kveður, — henda hopleysa tráðan, ið nú eisini er farin at kosta lív. Men hetta og so skammsúlan hjá Olafi O. norðan fyri Streymin, hev- ur sjálvandi ikki áhuga Øssur Winthereigs, tað hevði jú rakt — ja nettup: OLAF — og slíkt hevði jú so púrasta oyðilagt siktið við Heygadrangi: Mikla fráfokuseringin frá tí stóra skipaða ráninum. — Hetta, ið fyribils hevur kostað einar 2000 millión- ir og sum m.a. eisini gav eina skipasmiðju — teirru størstu!!! sum við- fáning! 1) Um hesar myndir, ið sipað verður til, segði Hjalti í Jákupsstovu fyri mær, at hesar vóru ræð- andi, og tá eg spurdi hann gjølligari, um hann veru- liga helt, at so var, so endurtók hann og segði: „Meira enn rædandi«! Eg haldi eg fari at heita á SVF um at sýna feroyingum, hvussu fiskur sá út í apríl mánaða 1990 á Feroya mest gevandi Banka. 2) Øvugt av sokallaða fyrsta Fugltúgvu filmin- um sýndi hesin konse- kvensfilmur Fiskaselunn- ar, hvussu »væl«, flaka- virkið Norðís nú við sonn- um ansni, varliga og við kærleika fór um henda fisk, ið fyrri filmurin prógvaði fór í blokk, úr hvítum kassum við nógv- um ísi oman á, hvussu hesin fiskur nú kom í land av Fugltúgvuni inn á Eiðis kei, inn á køli- goymsluna hjá Nordis og síðani endaði niðri í Grimsby, har fremmandar hendur stóðu og gjerdu tað arbeiði, ið av rettum átti at tilkomið limum Feroya Arbeiðarafelags og herbúgvandi fólki yvir- hevur. framhald John Smith Ársins ferðatilboð til lesarar Sosialsins Til Danmarkar í summar — snýtið so ikki tykkum sjálvi fyri hetta einastandandi tilboð! Heilir 5 dagar á luxushotelli í vakrasta vakra Dan- A mark — Rebild Bakker * í Jyllandi — fyri bert 1.395,- — ella bert 279,-/samd. fyri hvønn — Vanl. 5-daga prísur 4.975,- Íroknað prísin er: * #1 37 IF bi" 5 mir rn 5 nætur å dupultkamari vid øllum hugsandi hent- leikum. 2 stásdegurðar at velja i- millum — hvønn dag. Stóra tiltikna danska morgunmatarborðið — hvønn dag. Eyka uppreiding å dupult kamari kostar kr. 1.195,-. Meirkostnadur fyri einakamar kr. 520,-. Ókeypis fyri børn undir 6 år, sova tey hjá foreldrum. LUXUSHOTELLIÐ REBILD BAKKER veitir best hugsandi møguleikar — bæði til teirra, sum vilja lata eg forkela nakrar dagar, eins og teimum, sum vilja njóta donsku náttúruna, har hon er vakrast. Her er ong og skógur, men eisini hent- leikar so sum stórur uttandura svimjihylur, sauna, solarium, vælutgjørd heilsumið- stød, tennis- og aðrir leikvøllir, stórur golfvøllur, best hugsandi matstovur úti sum inni, nåttklubbar, barrir o.a.m. Ræður um at skunda sær... Hesi gistingartíðarskeið eru fyribils tillutað lesarum okkara — annar eftir avtalu við Dansk Total Ferie (sí niðanfyri). 13.06. — 18.06.92 15.07. —20.07.92 01.08. —06.08.92 13.08. — 18.08.92 18.06. — 23.06.92 19.07. —24.07.92 03.08. —08.08.92 14.08. — 19.08.92 09.07. — 14.07.92 29.07. —03.08.92 09.08. — 14.08.92 19.08. — 24.08.92 Fyriuttan at bjóða lesar- 7 um okkara hetta frálíka | tilboð er biaðsins partur í tiltakinum einans at Bileggingarsedil (Hotel Rebild Bakker) LL Lí : Navn: — taka ímóti bíleggingar- seðlunum, sum bert | Bústaður: å — kunnu og skulu send- Bygd/býur: Í M.: ast okkum. | Vil helst koma og fara - Abyrgd fyri uppihaldin- 1 um hevur Dansk Total | Ferie. Spurningar um meguligar broytingar í | gistingartíðum og -daga- tali, eitt nú við atliti til sjó- og loftvegis ferða- møguleikar úr Føroyum, | o.a., skulu setast Dansk Total Ferie / Svend Drejer, tlf. 086510903 — fax. 86510923. | Kann eisini koma og fara - (Sí uppgivnu tíðarskeiðini omanfyri) Tal á vaksnum á dupultkamari: á kr. 1.395, | Tal á børnum u. 6 ár: foreldrum) N— (Ókeypis saman við Eykauppreiðingar: ákr. 1.195 | Tal á einakomrum: á kr. 520,- eyka fyri hvort Bíleggingin er bindandi, men kann avlýsast móti kr. 98,- í gjaldi fyri hvønn persón. Sendið lepan til: SOSIALIN, Box 76, 110 Tórshavn — og merkið bjålvan »Hotel Rebild Bakker«.