Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 11. juni 1992 A SRA SE Má 24 2 34 á Tonny Thomsen eigur bæði Sjóborgina og Fiskanes Mynd: Hilmar Jan Hansen Tonny Thomsen, skipari | Ongin prisur Í Førovum --Seinasta túr høvdu vit millum annað 12.000 pund av reyð- spróku. Eg royndi at selja hesa bæði í F uglafirði, í Gøtu og á Strondum, men fekk ongan prís. Tungan varð síðan seld í Schrabster fyri 14-16 krónur kiloíð, sigur hann Høvdu trolbåtarnir á land- leiðini ikki fingið loyvi at siglt niður við fiskinum, so hevði staðið illa til, ti føroysku fiskakeypararnir klára ikki at kappast við eitt nú bretsku fiskakeyp- ararnir. Góði prísurin í Schrab- ster ger, at høvdu vit bert fingið helvtina av tí vit fingu í fjør, so skuldi tað gingið, sigur Tonny Thomsen, skipari á Fiska- nes. Hann eigur eisini trolbátin Sjóborgin. Tá Tonni keypti Sjó- borgina fyri nókrum árum síðan var prísurin á flat- fiskinum á landleiðini 5-6 krónur kiloið. Í dag fáa teir 13-14 krónur fyri kiloið. Oljuprísurin er lann sami. NR Far til Jesus Tað eru mong, sum ongan útveg finna. Brúka tablettir og el at skapa ein linna. Tú sum aftur hjálp man leita. Leita til Jesus, sum hjálpina kann veita. J. J. í Gerði Friðleyst Gongur og reikar við gloðandi eygum. Vekir tað heila upp frá deyðum. Høggur inná bæði svart og hvítt. Situr so eina og gloðir býtt. J. J. í Gerði Vit vinna pening með- an vit sigla ul Skotlands, vil spara reiðskapin, grunnarnir fáa frið og vit fáa hvílt okkum, sigur Tonny Thomsen. Mist tunguna Tungan, sum fyrr hevur verið álitið hjá føroysku trolbátunum er burtur í ár. Sjóborgin fór inn nú við 17.000 pundum, men teir høvdu ikki meir enn sjey kurvar av tungu. Í fyrstuni hildu vit at kuldin var orsøkin, men nú hevur verið lýtt í fleiri dagar og her er framvegis ongin tunga at fáa, sigur Tonny Thomsen, skipari. Seldu væl --Vit hava gjørt tveir túrar í ár. Fyrra túrin fingu vit 28.000 pund, vit landaðu hann í Føroyum, men sendu hann niður til Aberdeen, tå høvdu vit ikki loyvi at sigla nidur vid fiskinum. --Seinna túrin fingu vit 40.000 pund og lastina seldu vit í Schrabster fyri 290.000 krónur, hetta var ein góð sela. Menda reyðsprókan ongan prís hevur i Føroyum, hevur tungan góðan prís. jústinus SMYRIL LINE THE NORTH ATLANTIC LINK J. Broncksgeta 37 - Box 370 FR 110 Tórshavn - Tlf. 15900 0781 Bumser í 4