Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-12, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 1992síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 109 * fríggjadagur 12. juni 1992 p frælsi javnaður brødralag Um tað er ti at olju- vinnan nærkast Føroyum ella tað er tað sera góða veðrið, sum er orsøkin skulu vit ikki meta um. Men ein av fremmandu summargestunum i vikuni var ein av stjórunum í eini a heimsins størstu olju- fyritøkum, tí ameri- konsku AMOCO, sum stendur fyri American Oil Company. Maðurin er forseti i ti deildini av felagnum, sum stendur fyri olju- leiting og oljuboringum ymsa staðni í heiminum, serliga her í Norðurat- lantshavi. Amoco hevur umleið 60.000 fólk í arbeiði og av teimum starvast 500 í norska oljubýnum Stavanger. Tað er eisini Amoco, sum stendur fyri fleiri av kanningunum og boringunum vestan fyri Hetland. Tá stór altjóða olju- ráðstevna varð hildin í Aberdeen herfyri hittu føroysku umboðini stjór- an fyri Amoco. Um tað er prátið teirra millum, sum hevur fingið henda stóra "oljubossin" at koma ul Føroyar er Ó- Vist. Vildi ikki tosa vid pressuna Sosialurin gjørdi fleiri royndir at koma á tal við mannin, men hann segði seg vera vanligan ferða- mann og ynsku ikki at úttala seg ul pressuna. Okkum er upplýst, at hann hevur vitjað kring landið, eitt nú í Lopra, har royndarboring varð gjørd fyri nøkrum árum síðani. Eftir tí vit hava fingið upplýst er Amoco eitt av teimum feløgunum, sum hevur sent myndugleik- unum umsókn um at gera seismiskar kanningar á føroyskum øki. Seismiskar kanningar eru fyrsta fortreyun fyri í heila tíkið at kunna tosa um eina møguliga framtíðar oljuvinnu í Føroyum. Eftir tí sum vit skilja, so eru fleiri oljufeløg sera hugað fyri at fara undir hesar kann- ingar, og tey bíða bara eftir at fáa grønt ljós úr Tinganesi. Vit hava skilt, at so- leingi spurningurin um undirgrundina ikki er av- Stórur oljubossur — (vitjar I Feroyum greiddur, soleingi verður ikki loyvi givið ul slíkar seismiskar kanningar. Løgmadur í Danmark Løgmaður Atli Dam hevur júst havt fundir við Poul Schuter forsæt- isráðharra um undir- grundarspurningin, og komu teir ásamt um, at danir og føroyingar i august í ár skulu gera eina ætlan fyri víðari gongdini í málinum. Tað var annars komin stígur í samráðingarnar um yvirtøku av undirgrundini. Danir eru ikki so fegnir at lata hetta målsøki frå sær. Nú fáa vit so at síggja jan