Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 110 — 13. juni 1992 Í vikuni gjørdi Sosialurin vart við, attað ikki vóru tey allarbestu viðurskifti, ið vóru galdandi, um fólk við smáum børnum ætlaðu sær at hyggja at HM-dysti á Svangaskarði. >Tað er bæði skrivingin hjá Sosialinum og eisini fyrispurningar frá fólki, ið hava gjørt, at vit nú fara at royna eitt nýtt tiltak í sam- bandi við HM-dystin týs- kvøldid millum Føroyar og Kypros,« sigur Niclas Davidsen, formaður i B68. »Vit fara at gera cinaroynd vid barnaparkering å nid- ara vøllinum, medan dyst- urin er. So kunnu barna- bundin fáa børnini ansað, meðan dysturin er, og tey kunnu fara at hyggja, uttan at skula hugsa um, hvar børnini eru og hvat tey gera imedan.« Niclas sigur, at tey ætla at byrja vid barnaparker- ingini longu kl. 18, so tey, ið koma tidliga, beinan- vegin kunnu gera brúk av henni. Sparka og ríða >A — graslikisvøllinum kunnu børnini spæla bólt Og annars gera ymist, og vit hava eisini ætlanir um at bjóða teimum onkran lítlan ríðitúr. Eisini er ein sandkassi á økinum, har kanska tey smæstu kunnu trívast væl,< sigur B68-for- maðurin. >Men alt hetta er eit sindur tengt at, um veðrið verður ul vildar. Vit ynskjasjálvsagt gott veður, so vit kunnu fáa roynt hetta.< Umframt verður eisini ein sølubud við nidara vøllin, har góðgæti og okk- urt annað verður at fáa. Ikki kann sigast, at tað er dýrt at lata børnini 'park- era" á nidara vølli, meðan dysturin er. Fyri tjúgu Nýggj foroysk met eru gerandiskostur Innan fyri gott og væl eina viku hava føroyskir rennarar niðri sett ikki færri enn trý nýggj fóroysk met á åvikavist 200 metrum, 1.000 metrum og 3.000 metrum. Á 100 metr- um varð gamla metið tangerað Tá FM-kappingarnar í frælsum ítrótti verða í juli mánaði, verður spennandi, um ikki hópin av nýggjum metum verða seu. Í hvussu er innan renning. Hesa síðstu tíðina eru fleiri nýggj føroysk met sett niðri í Danmark, har fleiri av okkara bestu renn- arum eru og lesa. Fleiri av teimum renna við feløgum niðri, og teir ágrýtnastu venja bæði fimm og seks ferðir um vikuna — um- framt at teir eru við til allar tær kappingar, ið høvi er til. Soseint sum mikukvøld- ið vórðu sett tvey nýggj føroysk met, tá Jógvan Glerfoss bæði á 100 metr- um og 200 metrum spenti seg rættiliga út. A 100 metrum rann hann við tíðini 11,3 sekund, og er tað ein tangering av tí gamla metinum, hann sjálvur hevur sett. Í opnu kappingini, ið var í Tårnby á Amager, rann hann við somu tíð sum sættibesti danski rennarin, og gjørd- ist hann har nr. 6 av tilsam- ans 36 rennarum. Tveir betri enn metið Men hann ikki bert tang- eraði met. A 200 metrum betraði hann gamla metið við 6/10 av einum sekundi, tá hann rann við tíðini 22,9 sekund. Var hetta runnið á Oyggjaleikunum í Alandi, hevði hann vunnið bronsu, tí har var bronsutidin 22,97 sekund. Eisini Debes Christian- sen frann skjótari enn gaml føroyska metid vid tidini 23,2 sekund, men hann rann aftaná, at Jógvan hevði runnið, so metið eig- ur hann til góða. Hetta var tó nýtt persónligt met hjá Debesi. Yviri í Árhus hevur eis- ini Marni Joensen verið við í opnari kapping, og har setti hann nýtt met á 1.000 metrum við tíðini 2.30,58. Gamla metið, ið Regin Reinert átti, var 2.35,59. Eitt annað met hjá Regini Reinert reyk eisini, tá Gutt- orm Sørensen fyri góðari viku síðani rann í einari kapping, har hann legði teir 3.000 metrarnar aftur um seg við tíðini 8.54,8. Tað gamla metið á 3.000 metr- um var 8.58,04. Hóast metini hjá Regini Reinert fara eitt fyri og annað eftir, er ikki líkt til, at hann bert ætlar sær at hyggja at. Hann hevur havt ein skaða í hælinum, og tí hevur hann ikki kunnað vart metini, men tað ætlar hann sær, so skjótt hann er komin fyri seg aftur. Teir siga niðri, at hann ætlar at taka okkurt av teimum aft- 222) S0Slalurin Barnaparkering á Svangaskarði krónur kann tað lata seg | gera, og tað eru ikki nógvir | pengar, verður samanborið | við tær 150 il 180 krónurn- | ar, foreldrini skulu av við, | um tey vilja hava børnini | við sær inn um gyrðingina | um ovara vøllin. | Oivað er hetta tiltakið so mikið originalt, at eingin | hevur roynt tað í heiminum áður. Aðrastaðni er als ikki vanligt, at børn yvirhøvur koma við til slíkar dystir. So hetta er kanska nakað, teir niðri á Wembley fara at | taka upp eftir toftamonn- ; um. hj. ur, tá FM-kappingarnar verða í juli mánaði. Salsa upp á DM Men tað er tó ikki bert FM, ið hevur áhuga millum føroysku rennararnar, ið roynaseg niðri. Fleiri teirra royna av øllum alvi at koma vid ul DM-kapping- arnar seinni i år, og har eru eisini onkrir av teimum væl fyri. Jógvan Glerfoss hevur í opnum kappingum havt so mikið góðar tíðir á 400 metrum, at hann sleppur við har, og líkter til, athann eisini á 200 metrum er nóg skjótur til at vera við í DM. Umframt at royna seg sum einstaklingar, eru fleiri teirra við í DM fyri lið enntá við sera góðum úr- slitum. hj. I Feroya- húsinum | Hesaferð sleppa útisetarn- ir ikki at fáa HM-dyst bein- leiðis í sjónvarpi, tí eingin hevur keypt hann. Men tó verður útvarpið at hoyra í Føroyahusinum Tyskvøldid kunnu føroy- ingar við fótbóltsáhuga fara í Fóroyahúsið á Vest erbro at lurta eftir útvarps- fråsøgn frå HM-dystinum Føroyar-K ypros. Tað er i samstarvi vid Utvarp Føroya, at Nærvarp Okkara i Keypmannahavn kann taka útvarpingina niður beinleiðis, so fólk í Føroyahusinum fáa høvi at fylgja við dystinum. Í sambandi við dystin er opið frá kl. 19 (danska tíð) — tað vil siga ein tíma, áðr- enn dysturin byrjar. Undir dystinum er barrin opin, og eisini fæst okkurt til matn- að. Dystin móti Belgia var skipað fyri líknandi kvøldi í Folkets Hus, men tá var tað við beinleiðis sjón- varpssending av Svanga- skarði. Hesaferð er eingin áhugaður í at keypa dystin, so hann kann koma um sjónvarpsfylgisvein, og ti mugu úusetarnir lata sær lynda bert at hoyra frá dyst- mum Annars var undirtøkan í Folkets Hus sera góð — ikki færri enn 400 fólk møttu upp. og hýrurin var avbera góður. Tað bæði vænta og vóna fyrireikararnir at hann eis- ini verður hesaferð, og ætl- anin er í fyrsta lagi at halda á til midnåu. Um hýrur og hugur er til tess, verður hildið á uppaftur longur enn tað. Tey, ið hava hug at hoyra útvarpsmenningar í Før- oyahúsinum týskveldið, sleppa inn fyri 25 krónur, ið ikki má sigast at vera nógv at gjalda fyri eitt gott kvold av hesum slag hj. AT ra re