leygardagur 13. juni 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eee,
i
É|
Nr. 110 — 13. juni 1992
Ein uppgerð vid |
glansbiløt
Herbjørg Wassmo:
Husini vid blindu
glasveranduni.
Liv Joensen tyddi.
Utgevari Årting
220 kr.
Tá ið eg fyri nøkrum árum
síðani á fyrsta sinni las
„Húsini við blindu glas-
veranduni« eftir Herbjørg
Wassmo, hevði eg ta
somu kensluna av skyld-
skapi, tú kanst fáa, tå tú
fyrstu ferð ferðast gjøgn-
um Skotland: alt er eitt
sindur eðrvísi, og kortini
so meinlíkt eins egna.
Tann ytri karmurin um
bókina er fimtiárini á eini
oyggj í Norðurnorra. Og
tað er næstan sum at
síggja eina eitt sindur
broytta spegilsmynd av
Føroyum. Her eru øll eyð-
kennini frá okkara fimti-
árum: vesældómur, ar-
beiðsloysi, bókaloysi,
átrúnaðarligar sektir.
Sjálvt detaljurnar ganga
aftur — eitt nú tað at hev-
uðsviðskeri upp á breyð er
siroppur ella sukur. Og
skyldskapurin gongur
djypri — til tað kalda for-
vitnið og ta ófrættakendu
tegnina.
Hevuðspersónurin i
bókini er gentan Tora.
Hon er, tå søgan tekur
vid, um at gerast hålv-
vaksin, á mótinum millum
barndóm og tað at vera
vaksin. Saman við mamm-
uni Ingrid og fosturpáp-
anum Henriki býr hon í
eini neyðarsligari íbúð í tí
sonevnda Túsundheimin-
um, einum fyrrverandi
ríkmannahúsi, har nú
nógvar familjur leiga. Um-
framt Toru hitta vit í bók-
ini ein hóp av persónum.
Av teimum eru mostir
hennara, Rakul, og maður
Rakul, Símun, týðiligast
lýst.
Georg Brandes segði á
sinni, at uppgávan hjá
bókmentunum var at taka
spurningar upp til krit-
iska viðgerð. Undir hesum
búði ein bókmentalig
hugsan, sum í okkara
stavnhaldsleysu tíð tykist
avoldað: hetta at bók-
mentir, við at varpa ljós á
misbrot og slóða fyri upp-
lýsing, kundu gera itøki-
ligt, samfelagsligt gagn.
Henda fyrsta skaldsegan
hjá Herbjørg Wassmo er
kortini nettup ein bók av
hesum slag. Hevundurin
viðger í henni tvey vanda-
mál í norska samfelag-
num. Annað evnið er tað
fyribrigdið, at norskar
gentur undir krígnum
komu fyri barn við týsk-
um hermonnum. Í tí sjálv-
rættvísa erskapinum,
sum tykist at hava valdað
bókaummæli
í Norra aftan á kríggið,
máttu hesar »tyskara-
gentur< taka á seg skyld-
ina fyri týsku innrásina og
tær ræðuligu gerðir, fígg-
indin framdi. Hitt hevuðs-
evnið í bókini hjá Wassmo
er fyribrigdið incest ella
blóðskomm — í hesum feri
tað at ein stjúkpápi mis-
brúkar dóttur sína kyns-
liga.
Tað er tað, Herbjørg
Wassmo hevur valt at
gera við hesi bók: at finna
eina hetju millum samfe-
lagsins minstu, í einum
tvífalt ej'a trifalt forfjón-
aðum og undirkúgaðum
samfelagsbólki. Víst sær
hon viðhvert við eygunum
á nøkrum av hinum per-
sónunum í bókini. Men
mest sær hon við eygun-
um á Toru. Við at vísa
fram tilveruna úr Torusa
sjónarhorni ger høvundur-
in å so måttmiklan hått
lesaran medvitnan um
støduna hjå hesum bytis-
barni, at tå — eftir at tú
hevur lagt bókina frá tær
— eina letu í hvussu er
upplivir heimin við
Torusa eygum.
Á henda hátt spreingir
hevundurin minst tvær
fasadur. Onnur er hugtak-
ið »tad sameinda, tjóð-
skaparliga, mótfascist-
iska Norra<. Hin er glans-
myndin stað idylliska
hjúnalagið<. Aftan fyri
tær finna vit, eðrumegin
tann óndskap og tað
dirvisloysi, sum fekk
fjøldina at klippa hárið av
Ingrid, mammu Toru, og
hinumegin harðskapin og
tað kryplaða kynslívið hjá
Henriki. Fíggindin virkar
innan fyri býarmúrin.
Tann klóki Sigurd Hoel
mundi m.a. hugsa um slík
fyribrigdir, tá hann á sinni
skapti hugtakið >nazism-
en i vore hjerter«.
Ein heldur turrisligur
enskur høvundur plagdi
— tá hann onkuntíð
loyvdi sær at brúka lit-
pensilin — at rópa hesa
skriving »purpurbrotini«.
Tú finnur ikki mong slík
brot í skaldseguni hjá
Herbjørg Wassmo. Henn-
ara skriving er undarliga
nakin, prunkleys, realist-
isk. Her er næstan alt
skorið burtur uttan tað, tú
sær, hoyrir, luktar og
sansar. Summastaðni eru
í bókini kompakt lyrisk
pettir, sum skapa ein dám
av poetiskum troystar-
loysi. Lesarin upplivir til-
veruna uttan av berajóli,
úr einum gjósandi nátt-
húseinsemi. Ein meira
ekta og sonn lýsing av
pubertetseinseminum hjá
eini gentu hevur ikki til
henda dag verið til á fer-
oyskum.
Síða 12
Henda nakna realisman
hjá Wassmo ger, at teir
positivu máttirnir í bókini
hjá henni koma at standa í
sjónskum relieffi. Her
verdur fyrst og fremst
hugsad um Rakul og Sim-
un, lærarinduna Gunn og
so tey nykomnu hjúnini
við tí dula og dumba son-
inum Frits. Serliga týðilig
er lýsingin av Rakul, tí
barnleysa konubrotinum.
Hugtakandi er frásegnin
um ferðina inn á oynna
Breiland, við tí grípandi
brotinum inni í handlin-
um, har tann múgvandi
Rakul — tá hon sær, at
hennara fátæka systur
hevur forelskað seg í ein-
um serligum slag av kjóla-
toyi — keypir nakrar
metrar av tí og gevur
henni:
Tora var lamsligin.
Hon visti ikki, hvat ið
hon skuldi gera av
hondunum á sær,
sjálvt um ongin hugdi
at henni ella sá út til at
leggja nakað í, hvar ið
hon legði tær. Tað var,
sum um tað vaks nak-
að skínandi vakurt út
úr veggjunum og upp
úr gólvinum. Kom
flúgvandi niður úr loft-
inum og legði seg niður
yvir tær. Sum um allur
heimurin var úr glasi.
Tað bar ikki til at rera
seg, ikki til at stíga eitt
fet, tí so hevði alt
kunnað brotnað. Hon
feldi skýmingina í rúm-
inum sum bummull
rundan um kroppin.
Rakul umboðar — við
sínum sjálvbjargni, síni
styrki og sínum sjatolli, ið
er eitt tekin um peninga-
ligt sjálvstýri — eitt nýtt,
ella fræið til eitt nýtt,
kvinnuligt medvit. Vit,
sum minnast hesa tíðina,
minnast eisini, at slíkar
kvinnur vóru til, langt
áðrenn kvinnurerslan tók
seg upp av nýggjum.
Samstundis er Rakul,
saman við Símuni, Gunn
og Fritsi, partur av utopi-
ini hjá Toru. Longslinum
eftir einum pápa, eftir
tryggleika, vinskapi, og
eftir einum portri inn i
listar- og békmentaheim-
in.
Samanumtikið hevur tú
soleiðis eina kenslu av, at
Tora stendur á einum
vegamóti, har onnur leiðin
førir til myrkur, hin til
ljós. Inn í myrkrið førir
tann skelkandi yvirgang-
ur, sum fosturpápin frem-
ur móti Toru. Ljósið er
umboðað, fyri ein part av
teimum góðu menniskjun-
um í bókini, fyri ein part
symbolskt, eitt nú í
stjørnuni, sum kemur til
sjóndar í illveðrinum á
ferðini til Breilands:
Tá! Mitt ímillum vitan
og land, hegt uppi í tí
óða himmalinum, sá
Tora eina einsliga,
blaktrandi stjørnu í
tjúknini. Tað var eitt
undur! Ein boðan um
broyting. Eitt
tekin...
Framtíðin hjá Toru er
ivasom. Men skaldsegan
hjá Wassmo peikar móti
frígering og er ein upp-
gerð við patriarkalsk virð-
ir. Hóast hon er djúpt
moralsk, er í henni eingin
teori og eingin prædika.
Har er bara tað reina upp-
livilsið. Hon er sostatt
bæði eitt listarverk og ein
uppalandi tekstur.
Lív Joensen hevur týtt
»Husini við blindu glas-
veranduni< — við somu
rúmligu málkenslu og
= sama idiomatiska
sum hon vísti, tå hor
Í
i
i
setti »Midaqq Smo;
eftir egyptan Na
Mahfouz. Bókin er I
t
í
?
av eini trilogi, har
bekurnar eita Hitt du
rúmið og Húðari-
himmal. Bókin
uppiborið at fáa no;
lesarar, ikki minst í I
um, har vit enn d
fjálga um glansbílet
Hanus Andreas:
Ikki ráð
at ferðast
uttanlands?
Hví ikki royna
FJALSGARÐ ?
Kr. 360,- fyri
samdegurið
Kr. 550,- fyri
vikuskiftid
Kr. 1.800,- fyri
vikuna
Ikki er at dråla
— bíleggið NÚ!
ve
AE
FH
FJALSGARÐUR
690 Oyndarfjørdur
Tlf. 44522 - Fax 44570