Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 111 — 16. juni 1992 25 s0Slalurin — Síða 9 FSF mótarheiðir teimum Skrivandi fjølmidlunum Innbjóðing til tíðindafund vid kypriotiska landsliðnum, ið var seinnapartin í gjár, var ein rein vanvirðing av teim- um skrivandi miðlunum, tí bert útvarp og sjónvarp fingu møguleikan at fáa nakað burturúr. Tað er vånaligt, FSF! Tey bæði størstu blødini í landinum eru fyri órætti frá fótbóltssambandsins síðu: FSF bjóðaði í gjár til tíðinda- fund við kypriotiska landsliðnum, har bert útvarpið og sjónvarpið kunnu vera við! Fyri hetta skyldar FSF bæði Sostalinum og Dimmalætting — og eisini kypriotunum — eina rímiliga umbering. Tað má vera einki minni enn tað! Viðmerking Fyrrapartin í gjár kom eitt telefaks inn á dyrnar hjá Sosialinum. Vegna onkrar trupulleikar við faksinum her á blaðnum, vórðu hesi boð borin okkum á gáttina. Men hóast FSF hevði roynt at sent okkum tey longu sunnukvøldid, so eru tey einki minni enn ein vanvirðing av teimum skrivandi miðlunum, ið annars ikki standa aftastir, tátalan er um at lívga FSF í sambandi við landsdystir og onnur tiltøk. At kalla blødini inn ul tíðindafund við kypriot- unum seinnapart mána- dag, sum dysturin er týs- dag, er vånaligt. TAÐ ER HEILT, HEILT OTRU- LIGA VÅNALIGT, FSF! Fótbóltssambandið er væl vitandi um, at á einum tíðindafundi kl. Hotel Føroyum dagin fyri ein dyst, er bert møguleiki hjá loftmiðlunum — útvarpi og sjónvarpi — at vera við. 14.30 á FSF forðar blødunum Blødini skulu jú vera lið- ug at skriva týsdagsblaðið KÍ javnaði upp á brotsspark eftir at vanliga leiktíðin var lokin Løgmanssteypid, 1. semifinala. KÍ - MB 1-1 (0-1) Stórt sannliki er fyri, at tad verda midvingar og havnamenn i HB, sum skulu gera av, hvør skal hava løgmanssteypid í vardveitslu til komandi år. Friggjakvøldid vard 1. semifinaludysturin móti KI leiktur, og MB greiddi javnleik, og hevur tiskil allar møguleikar å heima- vølli i aðru viku. Steypadystir eru ólíkir landskappingardystum, tað var dysturin í Klaksvík staðfesting av. Miðvingar komu á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. ein tíma áðrenn fundurin er, so við hesum óprofess- ionella atburði sínum hev- ur Fótbóltssamband Før- oya forðað teimum tveim- um størstu bløðunum Dimmalætting og Sosial- inum — í at vera við á tíð- indafundinum. Tá belgiska landsliðið var her, varð eisini tíðinda- fundur dagin fyri dystin, men hann var hóast alt kl. 11, so ein við sveittabroti kundi fáa gjørt tað mest neyðturviliga burtur av sær frá tí lítla tímanum við Scifo, van Himst og teim- um. Og tó...heldur ikki tá var nakað skil á FSF. Ein lítlan tíma undan fundinum fekk Sosialurin boð um fundin, og sama skilið var hjá starvsfeløgum okkara á Smyrilsvegi og í Havnar- dali. Um fótbóltssambandið framhaldandi ynskir at halda fast við tað stak góða samstarvið við blødini, so Skulu aðrir bollar á supp- una! Og tað er helst eisini júst har, trupulleikin er. Einki petti hevði bilað, um stórar útskifungar fóru fram í toppinum í fótbóltssam- bandinum, so um ikki ann- að okkurt kundi fingist at virka eftir vild. Nógv rós hevur verið givin fyri tann fyrsta HM-heimadystin á Svangaskarði, men henni eigur FSF lítlan lut í — tað mundu vera toftamenn og iokalar kreftir, ið áttu tað mesta stríðið, so alt kundi ganga sum fótur í hosu! Ikki upp á pláss At topparnir í FSF langt frá altíð eru upp á sítt pláss, fekst eitt gott dómi um, tá ein av landslidsspælarun- um so beinrakið á tíðinda- fundi á Svangaskarði sunnukvøldid helt fyri við ein av toppunum: >Tá ið pressan er ul staðar, tá visa tit tykkum altíð. Men hvar eru tit annars? Í hvussu er ikki her!< Soleiðis er skilið. Vónandi tekur FSF sær annað skinn um bak, so eis- ini teir "hentu" skrivandi miðlarnir sleppa upp í part av og á. Tey bæði blødini, ið FSF í gjár útilokaði frá tíðindafundinum á Hotel Føroyum, verða hóast alt ulsamans lisin av øllum føroyingum, visti ein kann- ing herfyri. Tað átti fótbóltssam- bandið at virt, heldur enn at bera seg at verri enn ring- astu amatørar kundu funn- 10 uppá. Annars er at vóna, at út- varpið og sjónvarpið annars ósek í hesum sam- anhangi — fingu okkurt gott burtur úr solo-samveruni við stjórnuleysa kypriot- iska liðið í gjár. Umbering vælkomin Um FSF ætlar at halda fram við at bera slík vitleys boð, kunnu teir lata vera við at senda Sosialinum faks framyvir. So eru í hvussu er tær krónurnar spardar á hungursraktu fíggjarætlanini hjá FSF. Men best fyri allar partar er sjálvsagt, at FSF kemur til vanliga fornuft og rættar skammiliga mistakið, og ein umbering á réttum stað hevði ikki verið av vegn- um, nú tvey tey størstu blødini so skammiliga verða hildin fyri tað turra spott! hj. Eftir uppspæl i vinstru, temur Birgir innleggid og sparkar aftur um seg. Jåk- up tykist meta bóltin at fara vid siduna av. I hvussu so er gjørdi hann einki fyri at verja, og so rulladi bólturin í síðunetið. Og so myndaðist leikur, sum væntast kann: Mið- vingar víðgyrdu seg kring brotsteigin frammanfyri Jens Kristian, sum eftir lítlari løtu avloysti Djóna, sum frá fyrsta bríksli stóð millum stólparnar, men sum meiddi armin. KI trysti og trysti, og sum 2. hålvleikur leid vóru allir leikararnir á MB hálvuni. Undan steðginum vóru fyri tað mesta skrá- bóltar oystir í høvdid á Mikkjali og feløgum hansara, medar tað eftir steðgin í stórri mun var roynt at nýta vallarbreidd og dýpd. Tíðin arbeiddi fyri MB, og tá langskot og eitt tvey samanspæl var óneyvt tóktist MB at skula vinna. Vanliga leiktíðin var runnin, og Erik Hansen hjá MB var rikin av velli, tá Jóan Karl dømdi brots- spark ul KI. Kurt læt ikki trýsuið órógva seg og javn- aði, soleiðis at uppgávan í Miðvági ikki verður vón- leys, hóast MB tykist vera greiður favorittur til fin- aluplåss. (-nn-) HONGRORNONERNNRENNRRRRNERNRRERA RR RUAAUUALUUNDUNUA Gevið børnunum HJÁLM! | sT æg ÆR) - rå, Børn duga ikki so væl at taka | hendurnar fyri seg, detta tey á súklu. VERJIÐ HOVDIÐ! Harem