týsdagur 16. juni 1992síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
HE DSE
Nr. 111 — 16. juni 1992
tidindabladid sasialurin
Stemmningur
Úr einum
kirkjugarði
Síðan 1926 eru 512 fólk grivin í kirkjugarðinum
á Glyvrum, ein garður, sum í dag telist millum
teir vakrastu í landinum
"Hetta er ein fantasuskur
kirkjugarður tit eiga,"
segði eg við gravaran í
kirkjugarðinum á Glyv-
rum, Niels Juel Nielsen.
Sekund seinni hugsaði eg
um eg hevði sagt ovnógv,
ein kirkjugarður verður
vanliga bundin saman við
sorg og annað tungt
sinnislag, hann kann ikki
vera fantastiskur. Tað sum
eg meinti var at kirkju-
garðurin var vakur. Og
gravarin tók míni orð sum
eina viðurkenning av han-
sara grónu fingrum.
Broyting er hend við
kirkjugarðum í Føroyum,
tú sært sjáldan longur
kirkjugarðar, ið meir
minna um eitt ruskpláss,
har gult, félnað ósligið
græs, rekst saman við lit-
farnum kransum og hvít-
um marmordúgvum á
haltandi krossum. Før-
oyingurin fyrr legði ikki
sama í plássið, sum skuldi
goyma jørdisku leivdirnar
till tann eina dag, tå
gravirnar opna seg. I dag
er broyting hend og hóast
teimum fægstu dáma
deyðan, so fríðka avvar-
andi um seinasta hvíld-
arstaðið.
Sosialurin vitjaði kirkju-
garðin á Glyvrum seinasta
hósdag, og tað fyrsta
blaðmaðurin rendi seg í
vóru tveir gravsteinar við
sínum egna navni
"Jústinus" skrivað á. So
veit eg hvussu navnið sær
út á einum gravsteini, um
eg fái ein. Og meðan eg
hyggi efur gravsteinum,
kemur gravarin Niels Juel
Nielsen framvid og tað
visti seg, hóast eg ong-
antíð hevði hitt mann-in
fyrr, at vit vóru skyld-
menn. Pápi hansara og
abbin eg eiti eftur vóru
syskinabørn.
Vidkadur
Niels Juel Nielsen hevur
verid gravari sidan 1978
og hann hevur røkt kirkju-
gardin sidan 1984.
—Hetta er eitt passaligt
arbeiði hjá einum eldri
manni og tá kommunan
vildi hava ein mann at
røkja kirkjugarðin, tók eg
av. Her er nógv at takast
við. Umframt at røkja tær
gravir, sum avvarandi ikki
taka sær av, skal eg eisini
sláa grasið og kirkjugarð-
urin er víður. Hann er
víðkaður tríggjar ferðir,
sigur Niels Juel Nielsen.
--Tað eru eisini av-
varandi, sum heita á meg
um at rgkja gravir og tað
geri eg fegin, og eru tað
gravir, sum ikki verða
røktar, so taki eg mær av
hesum eisini, sigur Niels
Juel Nielsen.
Skipapresturin
Presturin sum syrgdi
fyri at Glyvra kirkja varð
bygd og kirkjugarður
lagdur um hana var danin
K.V. Nielsen. Hann var
prestur í Føroyum i
drúgva tid, frå 1907-14 í
Norðstreym og frå 1917-
27 å Nesi. Hann hevur so
ikki verið í Føroyum undir
fyrra heimsbardaga.
K.V Nilesen var ein
virkin maður og undir
hansara tænastu í Eystur-
oynni, tå var hendan eitt
prestagjald, vórðu bygdar
fleiri kirkjur, á Selatrað,
við Gjógv, á Skála og á
Glyvrum.
K.V. Nielsen hevði eis-
ini áhuga fyri vinnulív-
inum og tá hann fór frá
sum prestur, fór hann
undir reidaravirksemi,
hann átti íkki færri enn try
stórri skip. Hann ætlaði at
seta seg niður beint innan-
fyri kirkjuna á Glyvrum,
og reka sítt reiðaravirk-
semi haðan, men so vóru
boð eftir honum úr erva.
Kirkjufólkið á Glyvrum
Síða 21
var honum takksamt og
reistu ein stóran gravstein.
Ein seldfirðingur
tann fyrsti
Fyrsta líkið, sum varð
grivið í kirkjugarðinum á
Glyvrum varð grivið í
1926. Hetta var ein søld-
firðingur. Aftaná hann eru
511 fólk grivin í kirkju-
garðinum.
--Áðrenn kirkjugarðin
vórðu fólk her í sóknini
grivin á Nesi. Vit hava
eisini líkhellu niðri í
fjøruni, fólk vórðu ofta
flutt við báti, sigur Niels
Juel Nielsen.
Í dag er rúmligt í
kirkjugarðinum á Glyvr-
Tær báðar Mary og
Eydbjørg
fridka um
Hansen
um, har er reitt upp til
mong år framyvir, um ikki
okkurt heilt årvarsligt
skuldi hent í Runavík.
Kirkjugarðurin er eitt
prýði fyri kommununa og
er eina vitjan verdur, um
ein vil vitja sínar røtur ella
bert hyggja efur góðum
urtagarðsverki.
Niels Juel Nielsen
leggur stórt arbeiði í
kirkjugarðin á Glyvr-
um
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir Kalmar Lindenskov
Í turkinum herfyri var
neyðugt at stoyta vatn
á gravirnar