Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á GG 4 CL ON rr i. Nr. 112 — 17. juni 1992 tíðindablaðið Fóroya Lærarafelag góðtekur ikki lærarasetan í Fuglafirði Hóttir við nróvteku Skúlaneyndin í Fuglafirði hevur fingið freist til hósdagin á miðdegi. Vit broyta einki sigur for- maðurm í skúlaneyndini Broytir skúlaneyndin í Fuglafirði ikki sina hugsan um eina ávísa starvsetan við skúlan í bygdini kann tað merkja, at næmingarnir í framhaldsdeildini í Fuglafirði sleppa ikki til próvtgku. Skulanevndin í Fugla- firði hevur sett ein vikar, sum ikki hevur útbgving sum lærari, sum tíma- lærara í smíð og ulevning, nen hesum líkar Føroya Lærarafelag ikki. Lærara- felagið hevur mótmælt og kravt, at skúlanevndin se- tur ein við læraraútbúgving í staðin. Inga Høgenni, forkvinna í Lærarafelagnum sigur, at hetta hava tey allan rætun til at krevja, og hevur fel- agið ti givið skulanevndini í Fuglafirði freist til hósdagin á miðdegi at broyta hesa starvssetan. Inga Høgenni sigur, at sambært fólkaskúlalógina og rundskriv frá lands- skúlafyrisiungini hava út- búnir lærarar fyrsta rætt til lærarastørv í Føroyum. Hon vísir á, at skulanevnd- in í Fuglafirði hevur fingið umsóknir frá fleiri lærarum við útbúgving, men hóast tað, er ein við ongari lær- araútbvúgving, settur. Lær- arafelagið hevur eisini kært málið ul landsskúla- fyrisiungina. Inga Høgenni sigur, at felagid hevur eisini møguleika at kæra til Landsskúlaráðið og lands- stýrið. Broytir einki -Vit hava als onga orsøk at broyta nakað sum helst við starvssetanini av vikar- inum, sum vit annars hava havt sera góðar royndir av í teimum lærugreinum hann hevur undirvíst í hetta seinasta árið. Ikki fyrr enn nú, vit fingu fatur á hesum persóninum er veruliga skil komið á hesa undirvising, og vit vilja ti ikki av vid hann aftur. Hetta sigur Anfinn Hansen, formaður í skúla- neyndini í Fuglafirði, sum vísir á, at tað skúlaneyndin hevur gjørt, hevur hon Síða 3 lærarar. Mynd: Kalmar eisini rætt ul sambært løg- tíngslóg um skúlafyrisit- ing. -Vit hava eina fólkavalda skúlanevnd, og hendan skulanevndin skal síggja ul, at seta tey fólk í starv, sum tæna næmingnum og súlanum best, og tað er júst hetta vit hava gjørt, sigur Anfinn Hansen. Hann leggur aftrat, at vikarurin, sum er settur, er ríkiliga kvalifiseraður til starvið. Skúlanevndarfor- maðurin sigur, at um tað kemur so vítt, at lærara- felagið skal avgera hvønn tey seta, kann skulanevnd- in eins væl verða tikin av, men hann sigur seg væl skilja sjónarmiðini hjá lærarafelagnum. Tá krubb- an er tóm, bítast hestarnir, sum hann tekur til. tór.- Pensioneraður skulastjori fekk | starv sum lærari -samstundis sum ungir útbúnir lærarar ganga arbeiðsleysir, og tað vil Fóroya Lærarafelag ikki finna seg í Nú skal pensioneraði skúlastjórin undirvísa á Giljanesi. Tað hevur skúlanevndin avgjørt, men lærarafelagið hevur mótmælt Skulanevndin í Vágum hevur sett fyrrverandi skúlastjóran á Giljanesi, Sigurd Petersen í starv við henda sama skúla, sum vikarur komandi ár. Hann er annars farin frá við eftir- løn. Hesum hevur Føroya Lærarafelag mótmælt. Ikki ti, at nakað er at finnast at persóninum, sum eisini er útbúgvin lærari, men at seta ein mann í starv, eftir at hann er farin frá við eftirløn, meðan aðrir lær- arar ganga arbeiðaleysir, kann lærarafelagið ikki góðtaka. Inga Høgenni, forkvinna i lærarafelagnum sigur, at skulanevndin i Vågum hevur fingið boð um at broyta hesa starvssetan, og tað roknar hon við, at skulanevndin fer at gera. Forkvinnan í lærarafel- agnum sigur, at lítið er at ivast i, at nakrir av teimum lærarum, sum verða lidnir í summar, verða arbeiðs- leysir. Hon heldur, at tað hjálpir heldur ikki upp á støduna, at læraraskúlin aftur í år tekur ein nýggjan flokk av læraranæmingum upp. tor.-