Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

PÁSKAREGG Ingi Rasmussen Angin av bráðnaðari sjoko- látu møtir tær longu í túni- num. Inni í kjallaranum í einum vanligum sethúsum úti í Svanga í Havn stríðist Peturbjørg Hansen við at stoyta rennandi sjokolátu í formar. Alla staðni síggjast sjokolátaegg. Bæði pakkað í litfagurt silvurpappír og nakin. Ljósa- og myrka- brún. – Fáið tykkum, freistar Peturbjørg, og vit bróta burturav einum hálvum eggi. Mmm... ein smakkur av páskamorgun. Okkum vitandi er Petur- bjørg tann einasta í Føroy- um, sum framleiðir heima- gjørd páskaregg til sølu. Hon starvast dagliga í Kiosk Activ, sum mamma henn- ara Martha Hansen hevur rikið í nógv ár. Og hvørt ár upp undir páskir tysja fólk til Kiosk Activ at keypa ordilig páskaregg. Onki syntetiskt fjas, men eggj- andi ljósabrúna sjokolátu. Keðilig útlendsk egg Peturbjørg Hansen hevur sjálv framleitt føroysku páskareggini síðstu árini. – Tað byrjaði, tá Annbritt frá Gunnar Hansen, sum vit plagdu at keypa páskaregg frá, gavst. Tað helt eg vera spell, tí fólkum dámdi ógvuliga væl eggini. Tey hópframleiddu útlendsku eru keðilig, og tí fór eg sjálv til verka. Tey plagdu at keypa eggini liðug og fyltu tey, men eg helt, at tá eg kortini fór í gongd, so kundi eg eisini gera eggini sjálv, sigur hon. Peturbjørg er sjálvlærd. Hon keypti maskinurnar bí- liga, og nú fimm ár seinni má hon sanna, at tað er onki løtuverk at gera egg til fleiri túsund brellandi før- oyingar. Vanliga byrjar hon at stoypa eggini longu fyrst í januar, fyri at gera nóg nógv niðurfyri til páskir. Í ár byrjaði hon eitt sindur seinni, umleið 1. februar, men tað angrar hon nú, tí nú stendur á at nøkta ta søtu trongdina. 1 tons av sjokolátu Eftirspurningurin er stórur. Í ár er farið umleið eitt tons av sjokolátu til at gera 3000 páskaregg. Og kortini eru nógv farin útaftur við ong- um, tá tey hava spurt í Activ. – Vit selja so nógv flest av teimum føroysku páskar- eggunum. Tey hava verið virkuliga væl móttikin, sig- ur Peturbjørg. Uppskriftin til vælum- tóktu páskareggini er ein- fald: Nógv og góð sjokoláta við góðari fyllu. – Eg brúki nógva sjoko- látu. Sjokolátan er klár at brúka, tá hon er 32 hitastig. Tað má vera akkurát, tí annars fær hon ein keði- ligan, gráan lit, og tað ber ikki til. Eg fylli tvær ferðir í formarnar, og sjokolátan sleppur at stadna ímillum. Annars vera eggini ov tunn og kunnu sprotna. Tað tekur umleið ein hálvan tíma, til sjokolátan er tornað. Tá eg taki úr formunum, skeri eg eggini til, og dagin eftir fylli eg og pakki tey, sigur Peturbjørg. Gleðin er málið Sjokolátan, sum er av merkinum Callebaut, kem- ur úr Danmark. Hon er góð, leggur Peturbjørg dýran við, men tað ger eisini, at forrætningin ikki er so góð, sum hon kundi verið. – Nei, hetta er ikki fyri tímalønina, og tað kemst av, at sjokolátan er so dýr. Eg kundi keypt bíligari sjoko- látu, men tað vil eg ikki. Tað skal vera kvalitetur, og hann er góður. Mítt mál er, at øll eru glað, tá páskirnar eru lidnar, sigur Peturbjørg. Ljósabrúna sjokolátan er best umtókt, men nøkur fá myrk egg verða eisini gjørd. Tey flestu verða seld í kioskini, men nøkur fara aðrar vegir eisini – m.a. til bingo og fimleikaframsýn- ingar. Tær smáu støddirnar selja best, men eisini tey stóru eggini, sum kosta 650 krónur hvørt, ganga væl. So væl, at hon ikki klárar at stoypa niðurfyri við tí eina forminum, hon hevur. Peturbjørg arbeiðir sjálv í kioskini fyrrapart, og tí fer framleiðslan bert fram seinnapartar heima við hús. Tað kemur fyri, at børnini sníkja seg at pilka eitt sind- ur burturav, men annars eta tey ikki fleiri páskaregg enn onnur. – Eg havi altíð verið ímóti, at børn hava tíggju páskaregg, sigur Peturbjørg avgjørd. Tann lærusetningin taka vit við okkum, tá vit fara útaftur og ynskja gleðiligar páskir. Peturbjørg gleðir seg eisini til páskir. Tí nú er hon troytt av páskareggum. Eggjandi sjokoláta Sjokolátan skal vera akkurát 32 hitastig, tá hon verður brúkt, tí annars fær hon ein keðiligan lit Mynd: Jens K. Vang Peturbjørg Hansen hevur úr at gera upp undir páskirnar, tí stórur eftirspurningur er eftir hennara páskareggum Mynd: Jens K. Vang Eggini liggja í rúgvuvís og bíða eftir at vera fylt og pakkað Mynd: Jens K. Vang Føroyingar eru eggsjúkir. Í einum kjallara í Havn stríðist einasti føroyski framleiðarin av páskar- eggum, Peturbjørg Hansen, við at bráðna sjokolátu til søtu trongd- ina. Men hon viðgongur, at tonsið av sjokolátu, sum hon innflutti í ár, ikki var nóg mikið til at metta marknaðin. Sosialurin vitjaði hana heima við hús beint upp undir páskirnar 2 Nr. 75 - 16. apríl 2003 Nr. 75 - 16. apríl 2003 3 Fyrsta finalan í Robinson 1. páskadag verður tað fyrsta stóra brakið í Robinson Ekspediti- ónini í ár. Tá verður tað nevniliga avgjørt, hvørji av teimum 20, sum eftir eru, skulu sleppa við út á veru- ligu ekspeditiónini á eini oydnari oyggj í Malaysia. Enn er før- oyska Birita Bláhamar við, so hon hevur enn ein møguleika at ogna sær sess í beinhørðu kappingini, sum verð- ur tikin upp um nakrar mánaðir ROBINSON Ingrid Bjarnastein Serligi føroyski áhugin í árs- ins Robinson-sendingum hjá TV3 liggur uttan iva hjá føroysku Biritu Bláhamar. Hon hevur verið nær við at verða send út fleiri ferðir, men hvørja ferð er hon vorðin bjargað av hyggjar- unum, so ein kann siga, at Birita hevur stuðul frá tei- mum mongu dønunum, sum hyggja eftir Robinson og somuleiðis eisini atkvøða. Nú sunnudagin, tað er fyrsta páskadag, verður so fyrsta stóran finalan í Rob- inson sendingunum. Tá verður nevniliga avgjørt, hvør av teimum eftirver- andi 20 luttakarunum sleppur við út á eina oydna oyggj í Malaysia. Sunnudagin verða tveir teir seinastu Robinson-lut- takararnir sendir út, og tá verða níggju eftir í hvørjum liði. Níggju í tí sokallaða hyggjaraliðnum og níggju í spesialist liðnum. Birita Bláhamar er á hyggjaraliðnum. Hetta liðið hevur í undanfarnu send- ingum havt nógvar trupul- leikar við at vinna kapping- ar, soleiðis, at tey kunnu fáa nøkur hent amboð við út á oynna, tí har fara kapping- arnar jú at halda áfram. Beinleiðis Sunnukvøldið verður so sent beinleiðis frá Gedrup Gods, har tað verður gjørt av, hvør sleppur við til Malaysia. Ekspeditiónsleiðarin, Thomas Mygind, verður handan upptøkutólini, har hann saman við restini av luttakarunum fer í eldin frá klokkan 20.30 til 22.00 føroyska tíð. Tað er als ikki ómøguligt, at Birita verður ein av teim- um 18, sum sleppa við út á oynna. Sæð frá tí sjónvar- vinklinum, at hon nú fleiri ferðir hevur verið nær við at dottið út úr kappingini, men hvørja ferð hava hyggjar- arnir loftað henni aftur. Men onki av hesum verð- ur greitt fyrr enn sunnu- kvøldið, so illa ber til at gera annað enn at bíða. Birita Bláhamar, sum vit síggja í skallan av á hesi myndini, skal í eldin sunnu- dagin við hyggjaraliðnum sunnukvøldið. Tá verður nevniliga gjørt av, hvørt hon sleppur við út á eina oydna oyggj í Malaysia ella ikki Mynd: TV3 Kunngjørt verður, at kona, mamma, omma og vermamma okkara Astrid Maria Dalsgaard Hellisdal Tórshavn ættað úr Skálavík andaðist í heimunum sunnudagin 13. apríl, 50 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni skírisdag kl. 14.00. Familjunnar vegna Tom, Fróði og Brynhild Tey, ið vilja minnast Astrid við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Neyðhjálp Fólkakirkjunar, konto í Føroya Banka. Felagið Vágar hevði aðalfund í seinastu viku, har nevndin varð afturvald. Eisini hevur felagið sett fólk til Kunningarstovuna í Miðvági og Kunn- ingardiskin á flogvøllinum ØKISMENNING Edvard Joensen Vágar: Felagið Vágar hevði aðalfund týsdagin í seinastu viku. Á fundinum varð øll nevndin afturvald. Heðin Poulsen, virkandi formaður í Felagnum Vágar, sigur, at nevndin hevur enn ikki skipað seg. Tað verður gjørt á nevndar- fundi í næstum. Á aðalfundinum hevði Felagið Vágar fingið Tummas Paula Mýri frá oljufelagnum BP at koma at greiða frá, hvørjir møgu- leikar liggja í at søkja stuð- ul frá oljufeløgunum til før- leikamennandi endamál. Heðin Poulsen harmast um, at undirtøkan ikki var betri á aðalfundinum, enn hon var. Tí fyrilesturin var rætiliga áhugaverdur og kundi skaktans skundað undir onkran, sum kundi fingið nakað burtur úr eitt nú endurúbúgving við stuð- uli frá teimum mongu olju- krónunum, sum skulu vera brúktar áðrenn 2006. Felagið Vágar hevur saman við Statens Luft- fartsvæsen rikið Kunning- ardiskin á flogvøllinum tað, sum farið er av apríl mán- að. Men frá 22. apríl, tríðja páskadegi, yvirtekur Felag- ið Vágar raksturin av Kunningardiskinum. Í hesum smbandið hevur Felagið Vágar sett tvey fólk í starv, sum skulu starvast bæði við Kunningardiskin og á Kunningarstovuni í Vágum, sum heldur til í Miðvági. Annað fólkið skal vera í Kunningardiskinum burtur- av, meðan hitt skal vera hálva tíð á flogvøllinum og halva tíð á Kunningarstov- uni í Miðvági. Heðin Poulsen sigur at Felagið Vágar higartil mest hevur arbeitt fram móti aðalfundinum, sum var. Á næsta nevdarfundinum fer so støða at verða tikin til mál, sum arbeiðast skal við í framtíðini, sigur hann. Kunningarstovan í Vágum mannað Heðin Poulsen hevur verið formaður í Felagnum Vágar. Á aðalfundi í seinastu viku varð nevndin afturvald, men hevur enn ikki skipað seg Mynd : Edvard Joensen C M Y K 3 2