mikudagur 17. juni 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
EA
Kabe
me
Nr. 112 — 17. juni 1992
tíðindablaðið
um, ið ikki høvdu sæð sín
líka áður í Føroyum.
Tað høvdu teir heldur ikki
í øllum Europa, tí sambært
svianum, var hetta fyrstu
ferð teir sýndu seg fram her
um leiðir.
Bilarnir høvdu so mikið
góðar fjarðar, at teir stóðu
og hoppaðu í eina góða løtu
aftaná, at teir høvdu brems-
að.
Sundurkorystir
Fyrst royndi annar seg, og
fór hann við ferð móti teim-
um fimm bilunum, sprakk
upp á bakhjólini, áðrenn
hann smekkaði framhjólini
niður á takið á tveimum,
fyri síðani at hanga í leysari
luft, áðrenn hann ordiliga
knústi fyri sær og koyrdi
tvørtur um alla rúgvuni.
Hin kom frá hinari síðuni
á sama hátt, og úrslitið var,
at eftir lítlari løtu høvdu
hesir báðir hoppað og dans-
að so oman á bilrúgvuni, at
hon næstan ikki skuldi
ruddast burtur aftaná — so
fløt var hon...
Hetta var tað, ið stuttleik-
aði fólkinum allarmest, og
ei undur i, so forkunnugt tað
er at bjóða fólki at koma at
hyggja, meðan ein fer at
knúsa fleiri bilar sundur.
Jú, undirhaldið var av tí
allarbesta, og eingin ivi er
um, at fleiri av "brøgdun-
um” eru av lívshættisligum
slag, so tað er ikki småveg-
is, teir løgdu uppfyri.
” The Monster Truck Show
fer nú í dag víðari til Ís-
lands, har framførslur verða
í tvær vikur, og síðani verð-
ur farið aftur til Bretlands at
Síða 13
hava framførslur í Írlandi.
Skotlandi og Wales. Van-
liga ferðast showið frá um
leið hálvum apríl og út í
oktober mánað.
Um veturin eru fleiri av
teimum íðkandi, ið komu
bæði úr Bretlandi, Finlandi,
USA, New Zealandi og ødr-
um londum, við í filmsarb-
eiði sum stuntmen, og flestu
teirra liva bert av at gera
WEEKEND Í |
OYNDARFIRÐI
Eini góð hús við øllum hentleikum
til leigu í Oyndarfirði. Húsini liggja
væl fyri í friðaligum umhvørvi
LOKKAR HETTA,
SO RINGIÐ:
TLF. 44612 / 44504
stunts sum hesi, nakrir
hundrað føroyingar sóu á
vøllinum i Steymnesi
månakvøldid.
Her var sanniliga talan
um ektada upphiting til
landsdystin í gjårkvøldid,i8
vónandi var eitt eins gott
show — fyri ikki at siga betri,
hóast tað er meira enn tor-
ført!
pe
+
Á
;
3