hósdagur 18. juni 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 113 — 18. juni 1992
Góða kvotu í Kanada
Fiskar 20 tons
um samdøgurid
--Norðbúgvin hevur fingið góða
byrjan í kanadiskum sjógvi,
seinastu dagarnar hevur veiðan
ligið um 20 tons hvønn dagin,
sigur Dánjal Pauli Danielsen,
reiðari
Fyrrverandi Fame og
Montreal Viking, nú
Norðbúgvin rakti við
rækjur beinanvegin hann
byrjaði fiskari í kana-
diskum sjógvi fyri stutt-
um.
--Og partan av veiðuni
eru góðar rækjur, eg rokni
við, at teir klára at halda
ein miðalprís uppá einar
24 krónur fyri kiloið og
tað er gott í dag, sigur
Dánjal Pauli Danielsen,
reiðari.
Tá Dánjal Pauli og aðrir
keyptu Montreal Viking
hevði hetta skip ikki nógv
virði. Teir keyptu skipið
fyri seks milliónir, um-
bygdu tað á Skála, nú
stendur tað í 30 milliónum
og er ein góður og væl-
utgjørdur rækjutrolari.
--Skipið skal eita Norð-
búgvin, so leingi tað er
undir føroyskum flaggi.
Eg rokni við, at vit flagga
út tá hetta árið er av, tá
kemur trolarin undir kana-
5 MM
diskt flagg og tá skiftir
hann navn, sigur Dánjal
Pauli Danielsen.
Góða kvotu
Til risastóra sjógkið í
Kanada eru bert 17 skip,
sum hava fiskiloyvi og
Dánjal Pauli hevur trý
fiskiloyvi, tvey til Hvíta-
nes og eitt il Norðbúgvan.
Talan er um stórar og góð-
ar rækjuleiðir.
-Norðbúgvin hevur eina
kvotu uppá 1500 tons til
tað sum eftir er av árinum.
Hetta er gott, hetta er nóg-
mikið ul einar fimm tårar,
so trolarin hevur nóg
mikið at fiska í ár, sigur
hann.
Norðbúgvin roynir í
løtuni út fyri Hopedale á
grønlendska soklinum.
nakað vestan fyri mið-
linjuna. Har royna í løtuni
eini seks til átta skip, sigur
hann.
Síða 7
+
Norðbugvin her avmyndaður beint áðrenn hann før til
Kanada. Mynd: Hilmar Jan Hansen
Helvtin føroyingar
Við Norðbúgvanum eru
10 føroyingar og vanliga
millum 10-12 kanadiu-
menn. Eisini er ein jap-
anskur eygleiðari við,
hann skal ansa eftir, at tær
stóru rækjurnar ul Japan
verða rætt hagreiddar.
Skipari er Zacharias
Bech ur Havn. Hann
hevur siglt vid skipum hjå
Dånjal Paula seinastui 15
árini. Hann er 34 ára gam-
al. Annars eru teir før-
oyingar, sum eru við, allir
royndir rækjumenn.
jústinus
Her sæst skiparin á Norðbúgvanum, 34 ára gamli Zacharias Bech úr Havn og annar stýrimaðurin Jóhan Hansen.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Trolarin skiftir navn, tá flaggað verður út um ársskiftið.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
BERGEN BIÐAR!
NORRØNA CRUISE
TIL NOREGS — Kr. 820.-
MÁNADAG - MIKUDAG
Iroknað kostnaðin er
Sigling Tórshavn - Bergen og aftur
í 4-koyggjukamari við handvaski
Alt fleiri féroyingar nýta nú
henda meguleikan at vitja
grannalandið!
Frættið nærri —
á tlf. 1 5900 | Fo
SMYRIL LINE