hósdagur 18. juni 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 113 — 18. juni 1992
Síða 11
Dysturin kundi
Verið ødrvisi
Jens Erik Rasmussen heldur, at um ikki
kypriotarnir fingu tað keðiliga málið í
seinna hálvleiki, hevði dysturin verið heilt
óðrvíst, enn hann varð
Dysturin tyskvøldid var
tann fyrstu hjå Jens Eriki
Rasmussen i føroyskari
landsliðsblusu síðani í
fjørsummar, tá id Oyggja-
leikirnar vóru í Alandi.
>Tað var stuttligt at vera
við aftur, og eg haldi eisini,
atspælið gekk rímiliga væl
hjá okkum. Tað var bara
tað, at vitikki fingu útnytta
kjansirnar, vit fingu gjøgn-
um dystin,< sigur hann. »I
hvussu er ivist eg ikki í, at
dysturin hevði gingið heilt
ødrvisi og endað á ein ann-
an hátt, fingu teir ikki hatta
keðiliga málið í seinna
hálvleiki.“
Var tað nógv tyngri at
stríðast víðari, tá teir vóru
komnir framum við heilum
tveimum málum?
»Ja, sjálvandi er tað altíð
tyngri at koma fyri seg
aftur, tå soer vorðið, og ein
hevur lættari við at fara eitt
sindur niður við nakk-
anum, tá slíkt hendir. Og tó
roynir cin altid at stríða seg
uppaftur fyri at koma inn
aftur í dystin.<
Mong av teimum før-
oysku hornaspørkunum i
seinna hálvleiki vórðu tik-
in høgt innfyri, og okkurt
teirra endaði uttanfyri.
Hevdi tað ikki verið snild-
ari at roynt okkurt eftir
jórð, nú vindurin var so
nógvur?
>Tað, sum undraði meg
meira, var at eingin fylgdi
teimum upp. Bólturin
skrúvaði inneftir, og har er
bara at hava ein mann við
aftaru stong at stúta hann
inn. Eg dugi ikki at skilja,
hví eingin fann sær pláss
har, so tann kjansurin eisini
kundi verðið royndur. Frá
aftaru stong og aftureftir
var félkatømt hvørja ferð.
Vit royndu eisini okkurt
eftir jørd, men tíverri kom
einki mál burturúr.<
Jens Erik Magnussen var vælnøgdur við spælið hjá før-
oyska landsliðnum, men var ikki nógdur við, at teir heilt
uppløgdu kjansirnir vórðu brendir í dystinum.
Vart tú vælnøgdur við
tín egna innsats í tínum
fyrsta landsdysti í yvir eitt
ár?
>Núerieg meira vanur at
spæla á miðjuni, so tað var
eitt sindur óvant at skula
liggja fremri enn tað, men
eg haldi, at tað gekst
hampuligt kortini. Eg
hevði roknad við at skula
liggja longur afturi á miðj-
uni, so tað gjørdi meg eitt
sindur bilsnan at fáa at vita,
at eg skuldi vera so langt
frammi.<
hj.
S0SIalurin — fimm ferðir um vikuna!
avrik á velli
(Ummæli av avrikinum á velli verður givið eftir 13-
talsmynstrinum — 00, 03, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11 og 13.)
8)
Abraham Hansen: Striddist sum ikki einaferð um hvønn bólt. Vann eisini nógvar
bóltar, og hann slapp sær eisini væl av við teir aftur. Royndi enntá okkurt skot.
FJ
Kaj Leo Johannesen: Osckur í báðum málunum, men gjørdi ein verri “Kaj-túr", tá eitt
mál varð kolldømt. Utspælið frá málinum var einki serligt í fyrra hálvleiki.
Todi Jónsson: | Hevdi eina heldur slaka byrjan, tá talan er um verjupartin, men
spældi seg upp. Alopsparturin lá hinvegin ikki eftir, og okkurt gott skot kom.
Tummas Eli Hansen: Royndistvælílufuni, harnógvir bóltar vórðu vunnir, og var yvir-
høvur eitt arbeiðsgrev. Eisini góvust vidhvørt líkindi at fara frameftir.
Jens Erik Rasmussen: Eftir at hava verið ein av teimum sera framfýsnu í fyrra hálvleiki,
fánaði hann burtur í seinna. Var tó tann einasti, ið 'forfylgdi” teirra málverja.
Magni Jarnskor: Fekk lítlan hálvan tíma, men visti góðar taktir, og við honum kom
ferð á úti í síðunum. Byrjar inni næstu ferð, megnar hann slíkt heilan dyst.
Jóannes Jakobsen: Var beinleiðis atvoldin til næsta kypriotiska málið, og spældi yv-
irhøvur sera ótrýgt. Sendi alt ov nógvar bóltar út av vellinum í vindinum.
Mikkjal Danielsen: Misnýtti helst størsta målkjansin. Tóktist nakað seinur, men
royndist hampuliga væl í uppruddingini har afturi. Gjørdi fleiri álopsferðir fram.
Jan Allan Muller: Ikki hansarastorsti dystur — mest ti hann fekk so lítið at arbeiða við
frammi í spissinum. Oheppin, at stútarin tíðliga í dystinum ikki fór inn.
Allan Morkore: Ikki upp á síu allarbesta, men glógvaði tó av og á í dystinum. Átti
fleiri av teimum frægastu innleggunum, ið komu í dysunum. Annars raskur.
Kári Reynheim: Sum ikki einaferð krúllaði hann ov nógv fyri seg sjálvan uttan at
sleppa bóltinum, og fleiri ferðir yvirsá hann góðar møguleikar fyri yvirlapping
Torbjørn Jensen: Markeraði seg ikki so nógv ta stuttu tíð, hann var inni. Eisini
tóktist hann liggja í so aftarlaga av einum álopsspælara at vera.
Torkil Nielsen: Sleppur akkurát undan 03. Breyt bert igjøgnum taeinu ferðina, og
tóktist annars ikki at hava ta stóru álopskendu dygdina, vit kenna hann fyri.