fríggjadagur 19. juni 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Galdralesnaður
ella gott íkast
til orðaskiftið!
HERFYRI kunngjørdi sjónvarpið ein
part av eini danskari ritgerð um Før-
oyar, har ein geografur við lærda
háskúlan í Roskilde m.a. kemur við
lemjandi kritikki av okkara vinnu-
livsmonnum og politikarum. Eisini
Sosialurin nevndi umreddu ritgerð
og er ætlanin at viðgera hana í kom-
andi bløðum eisini. Nú hevur so ein
av teimum, sum stendur bæði vin-
nulívi og politikarum nær, nevniliga
stjórin á Menningarstovuni, sagt
sína hugsan um hesa tíðindavið-
gerðina av umrøddu ritgerð í fjøl-
miðlunum.
HANN skrivar m.a. »at viðhvort
kanst tå hava varhugan av, at fjøl-
miðlarnir meira eru »keyparar« av
lættisoppa ella skurkatíðinum enn
ålvarsligir tidindaberarar« og heldur
fyri, at sjónvarpið við drúgva upp-
lestrinum úr ritgerðini skapti stór-
tíðindi úr donskum galdralesnaði.
EFTIR okkara hugsan var tað rætt
'av sjónvarpinum at nevna umrøddu
ritgerå og partar av nidurstødunum
í henni. Tað, sum tú kortini sóknað-
ist eftir, serliga tá hugsað verður
um, at her er talan um ein almennan
Yvirlýsing
Viðvíkjandi rættinum hjá Foroya ungdómi, at
fjølmidil, var ein loftandi viðmerk-
ing frå onkrum av teimum, sum
standa fyri skotum i ritgerðini. Ser-
liga tá hugsað verður um, hvussu
nógv tíð Dagur og Vika brúkti uppá
at »lesa« upp úr ritgerðini — átti —
fyri at fáa meiri javnvåg í hesi stór-
tíðindi — eisini tann skuldsetti part-
urin at verið við. Hetta var ikki gjørt
og hóast tað nú er ein vika síðani, at
Dagur og Vika umrøddu donsku rit-
gerðina, hava vit framvegis ikki
hoyrt nakrar viðmerkingar. Tær
eiga at koma.
HVUSSU so við okkum sjálvum
kann ein spyrja. Hevur ikki eisini
Sosialurin skyldu til at fáa viðmerk-
ingar, tá eisini blaðið umrødur nevn-
du ritgerð! Avgjørt — og tað vóna
vit eisini at fáa í komandi bløðum.
MEN hvat viðvíkur kritikkinum hjá
menningarstjóranum móti føroy-
sku pressuni, tí hon trívur í slíka rit-
gerð, so eru vit ikki samdir við
hann. Sjálvandi eigur eisini føroy-
ska pressan at endurgeva slíka rit-
gerð, tí hon er m.a. nettup gjørd við
tí í huga at vera eitt íkast til orða-
skiftið her á landi. Og er tað nakað,
sum manglar í orðaskiftinum, so er
tað nettup tilfar, hugleiðingar, ana-
lysur og metingar av verandi stóðu,
av gongdini i Føroyum hesi mongu
seinstu årini, um leiklutin hjå vinnu-
livsmonnum einsvæl og politikar-
um, ja, rætt og slætt ein sundur-
greining og analysa av øllum sam-
Gistingarhusid i Bø
felagnum frå spurninginum um
bygdamenning til iløgur i bædi
vinnuliv og samferðslu fyri bert at
nevna nakað.
HER hava vit so ein fremmandan,
ein geograf, sum í síni høvudsupp-
gávu hevur valt nettup at analysera
føroyska samfelagið. Tað kunnu vit
bert vera fegin um, og má ein um
somu tíð undrast á, at meira ikki
verður gjørt av føroyskum lesandi
fyri nettup at gera slíkar lýsingar av
samfelagi okkara. Slíkt gjøgnumar-
beitt tilfar hevði verið ein sera
neyðug og góð ballast hjá ikki
minst okkara politikarum í orða-
skiftinum um, hvussu vit í framtíð-
ini skulu útbyggja samfelagið — um
somu tíð sum vit læra av gjørdum
mistøkum. Men fyri at kunna hetta,
er tað ein fyritreyt, at vit væl og
virðiliga kenna orsgkirnar til gongd-
ina, soleiðis sum hon hevur verið.
Og tað er m.a. hetta, sum slíkar rit-
gerðir kunna greina út.
SO kunnu vit vera samd ella ósamd
við tí danska geografinum í hansara
rættiliga hvassorðaðu nidurstød-
um. Hann skal í hvussu er hava okk-
ara tøkk fyri, at hann vildi brúka
fleiri ár av síni lestrartíð til júst at
viðgera okkara lítla samfelag. Vit
hava so sanniliga gott av, at tað
eisini eru aðrir enn vit sjálvir, sum
analysera og gera sær sínar meting-
ar av hesum samfelagnum og teim-
um fólkum, sum so ella so hava
stýrt útviklinginum. Ritgerðin hjá
Anders Levinsen kemur í tøkum
tíma. Hon er vónandi bert ein av
mongum analysum av føroyska
samfelagnum, sum fara at koma.
Slíkar eru við til at víðka grundar-
lagið undir tí neyðuga orðaskifti-
num um, hvussu samfelagið skal
skipast komandi árini.
ÍSTAÐIN fyri at klikkja niður á um-
rødda dana og arbeiði hansara, so
átti menningarstjórin — og tað átti
at verið heilt nátúrligt fyri virkisgki
hansara — heldur at fegnast um rit-
gerðina. Hana kann eitt nú Menn-
ingarstovan ogna sær við bert at
gjalda fyri fotokopiering. Kanska
tað kundi verið eitt gott hugskot til
sama menningarstjóra, at hann
sjálvur tók stig til at kveikja áhuga
— á okkara egnu lærustovnum og
millum føroyingar, sum fara av
landinum at lesa — fyri at viðgera
relevant føroysk samfelagsevni,
sum harvið eisini kundu verið part-
ur av arbeiðsgrundarlagnum hjá eitt
nú einum stovni sum Menningar-
stovuni.
FJØLMIDLARNIR hava sum so bert
gjørt sína skyldu og hon er at for
midla ein brøkpart av hesum tilfari
víðari til fjøldina. Harvid hava vit
roynt at birta uppundir áhugan fyri
umrødda tilfari, sum íkast til orða-
skiftið.
IKKI FERÐABÚGVIN
mótmæla
Sunnudagin, 5. apríl, vóru
vágafólk mótmælisgongu
umborð á Sam. Tey vístu
sína ónegd við ferðaviður-
skiftini um Vestmanna-
sund og kravdu at arbeiði
uppá undirsjóvartunnilin
um áðurnevnda sund,
varð sett ígongd
L.F.U. fer ikki at leggja
se nak
g ut 1, um
ar undir
sjóvart
ittakarunum í mót-
lælisgonguni segði, at
í Havn
1vnaðu saman
indirskriftir móti undir
sjóvartunnlinum
Viðkomandi. skal vita,
at tað als ikki eru smá-
bern, men ungdómar sum
hava tikið mót-
mæli, og hesi hava, sum
íbúgvar í einum demo-
kratiskum samfelag, rætt
og skyldu til at siga sína
meining,
stig til
um tað sum
hendir ella fer at henda í
samfelagnum.
Eisini skulu vit minna
á, at tað vera tey, sum eru
ung í dag, sum koma at
bera gjaldsbyrðarnar av
tilikum iløgum sum undir-
sjóvartunnli um Vestman-
nasund, og tí mugu tey
eisini hava rætt til at måt-
mæla honum.
At Svend Áge Ellefsen
ikki vildi taka ímóti undir-
skriftunum, meta vit at
vera beinleiðis odemekra
tiskt. og sum eina háðan
móti teimum hugsa
annarleiðis enn landsstyr-
ismaðurin
Annars, so heitir L.F.I
á oll ung, um at fylgja væl
við hvat hendir í samfel
agnum og ikk: vera smæð
in fyri at siga sina meir
ing. um nakað verður
gjørt, ið tey halda vera
galið.
Ein virkin ungdómur
við sjálvsteðugum mein-
ingum, kann bert vera
Feroya landi til frama, nú
og í framtíðini.
Vid ungdømskvødu
Magnus Magnussen,
nevndarl. i L. F. U.
UTTAN.
Á Gistingarhúsinum í Bø kunnu tygum
búgva fyri ein rímuligan penga.
1993
1 2 3
7 8 9 10
Á .g* i 14 15 16 17
ur — vælegnað til familjur við børnum ns 2 2. 24
og smærri bólkar. 2 7 2 2 a
Matstovan
er opin
allan dagin.
Døgurdi må
bileggjast
frammanundan.
Føroya Myndakalendari
Myndakalendarin fæst um alt landið
fyri einans kr. 65,-
Tlf. 33488 - 33052 - 32269
SHEA DENDE SOS DEA AOA AR DSA |