Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Roknar við at alingin fær gott ummæli -Sum eg skilti á Ráðgevandi neyndini eru teir samdir við okkum í, at framleiðslan av alifiski ikki eigur at verða minkað, Sigur , Kristian á Neystabø, formaður í Hav- búnaðarfelagnum Eins og undanfarin ár hitti Ráðgevandi Nevndin hjá forsætisráðharranum eisini umboð fyri Havbúnaðar telagið Sum formaður í búnaðarfelagnum hitti Kristian á Neystabø í síðstu viku Ráðgevandi Nevndina enn eina ferð -Vit vístu á, at sjålvir duga vit ikki at síggja nakað annað alternativ til fiskivinnuna enn alivinn- una. Vit utflyta i år fyri góða hålva milliard, og næsta år verður út flutningsvirðið eisini stórt, men seta vit ikki meira enn Hav helmingin av smoltinum út i år, fer framleidslan og útflutningurin niður í helvt í 1994, og tað gjørdu vit Ráðgevandi Nevndini greitt, sigur Kristian á Neystabø, og leggur aftrat, at umframt at útflutnings- virðið minkar við millum 250 300 milliónum, verða vit eisini millum 5 og 600 arbeiðspláss fátæk- ari. Laksa-0PEC Formaðurin í Havbúna- darfelagnum sigur, at teir løgdu stóran dent á at greiða nevndini frá, hvørj- ar møguleikar Havbúnað- arfelagið sær í einum europeiskum samstarvi innan alivinnuna. Talan er um eitt sokallað laksa- OPEC, har hvert land fær sína kvotu í mun til tað, framleitt hevur verið trý tey seinastu árini. Tí er óheppið at minka fram- leiðsluna nú, heldur hann. og Kristian á Neystabø sigur seg ikki ivast í, Spurdur um hvør mun- urin var á frágreiðingini, hann gav Ráðgevandi Nevndini í år í mun ul í fjør sigur Kristian á Neystabø, at í fjør vístu vit eisini á figgjarligar trupul- leikar, men tá høvdu vit eina ávísa opumismu um at halda somu framleiðslu. Hesa opumismu kundu vit tíverri ikki vísa á í ár. Í fjør hóttu bankarnir við at kubba tað, sum ikki bar um landsstýrið ikki inn í fíggjarligu Nú máttu vit ásanna, at bankarnir hava gjørt álvara av sínum hótt- anum Betri prísur Formaðurin í Havbúnað- arfelagnum ivast ikki i, at nyggi formadurin i Råd- gevandi Nevndini er eins positivur mótvegs alingini sum hin undanfarni. -Hann er helst samdur vid okkum i, at vit eiga at finna eina loysn soleiðis at framleiðslan kann vera eins stór og nú, serliga tá útlit eru fyri, at prísurin helst fer upp longu í heyst, sigur Kristian á Neystabø, seg, kom myndina sum vísir á, at norðmenn, | sum hava framleitt 165.000 tons um árið, nú hava gjørt av at fara niður á 117.000 tons. Hetta sam- an við einum stórri eftir- Spurningi fær prisin at fara uppefur. At Føroyar eru eitt nógv betri aligki enn londini vit kappast við, ivast formaðurin i Hav- búnarðarfelagnum ikki í, og tað skuldi ikki sett okk- um verri fyri, sigur hann. tór.- at Erik Bonnerup, nýggi formaðurin í Ráðgevandi Nevndini er eins positivur mótvegis alingini sum hin fyrrverandi Í tíðindablaðið Nr. 114 — 19. juni 1992 Ferðafólkastovur á posthúsunum Postverkið hevur gjórt samstarvsavtalu við ferðamannaráðið. Í summar fara fýra posthús partvíst at virka sum ferðafólkastovur Er tørvur á einum stað har ferðafólk kunnu venda sær við onkrum spurningi er neyvan meira naturligt, at tey kunu venda sær ul posthúsið. Serliga um posthúsið liggur væl fyri í bygdini ella býnum, at starvsfólkini ikki framm- anundan eru ovbyrjað av postarbeiði og um eingin ferðsfólkastova er har frammanundn. Soleidis hevur leiðslan á Postverki Føroya ivaleyst hugsað tå ter buðu Ferdarådnum deildir sínar til ferðafólka- tænastu. Mortan Rasmussen, deildarleiðari á posthús- inum sigur, at postverkið roknar ikki við nøkrum beinleiðis fíggjarligum vinningi av hesum, men hinvein verður heldur ikki talan um at seta pengar til. -Vit hava posthus i hvørjari bygd, og í hesum døgum ræður um at gera fulla nyttu av tí vit framm- anundan hava, heldur enn at seta enn fleiri stovur á stovn, sigur Mortan Ras- mussen. Hann sigur, at Ferðaráðið fyribils hevur valt út fýra posthus til endamálið. Tað eru tey í Fuglafirði, í Saltangará, á Sandi og suðuri í Vági. Í hesum sambandi hava nøkur starvsfólk á hvørjum av hesum posthúsum verið á skeið hjá Ferðaráðnum, og tilfar hava tey eisini fingið at lata ferðafólk- unum. Mortan Rasmussen heldur, at hevur Ferðaráðið áhuga fyri at gera tílíka avtalu við enn fleiri posthús er einki ul hindurs fyri ti. Læra at selja frímerki Postverk Føroya fær Nú fara nókur av fóroysku posthúsunum eisini at virka sum ferðafólkastovur annars sjálvt fleiri vitjanir í summar. Úr Íslandi koma ikki færri enn tvær post- vitjanir. Í morgin koma fólk frá marknaðardeildini hjá íslendska postverkin- um at kunna seg um hvussu Postverk Føroya marknadarførir føroysk frímerki í útheiminum, og seinrapartin í juli kemur sjálvur aðalstjórin at vitja. Um mánaðarskiftið koma sjey fólk úr hægstu leiðslu á danska og grønlendska postverkinum at fundast vid føroyska postverkid. Å hesum fundi Skulu tey millum annað losað um samstarv á ymiskum gkjum, eins og um hvussu posturin mill- um hesi lond skal av- roknast. Í samband við, at vit hava fingið fríhandils- avtalu við EF fer Postverk Føroya eisini at taka upp spurningin um at hækka momsfria markið i sam- band við útflutning av føroyskum frimetrkjum. tor.- Fundast um skulatrætur Lærarafelagið ivast i um tað loysir seg at útseta freistina at seta tiltók í verk móti skúlanum í Fuglafirði Freistin, Føroya Lærara- felag setti skúlaneyndini í Fuglafirði at fáa ávís við- urskifti í rættlag á skúlan- um, var úti á middegi í gjár. Lærarafelagid hótti við at seta í verk tiltøk móti skúlanum, so fram- haldsflokkarnir ikki kundu taka prógv, tí skålanevndin hevur sett ein lærara, sum ikki hevur læraraútbúgv- ing. Fundur er avtalaður mill- um lærarafelagið og skúla- nevndina í Fuglafirði í dag, og ti er møguligt, at ultøkini móti skúlanum verða útsett sigur Inga Høgenni, forkvinna í Lær- arafelagnum. Mótvegis skúlanum á Giljanesi hevur Lærara- felagið eisini talað at. Skúlanevndin setti fyrr- verandi skúlastjóran, sum annrs er farin frá við efurlgn, sum timalærara komandi skúlaár, og tað helt Lærarafelagið ikki vera beint, tá aðrir lærarar ganga arbeiðsleysir. Fund- ur er avtaladur millum partarnar mánadagin. tór.- Framsýning av næminga- arbeidum Fuglafjarðar Skúli hevur framsýning av næmingaarbeiðum sunnudagin komandi millum klokkan 16 og 20