Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| H Í A ————TÁ————T——————— Nr. 116 — 23. juni 1992 Arbeiðseftirlitið: Fær ikki arbeitt 2 I nyggjasta bladi sinum, Trygd & Trivni, gremur Arbeiðseftirlitið stóru stovninum Játtanin á fíggjarlógini til Arbeiðseftirlitið er so nógv lækkað, at stovn- urin nú ikki fær arbeitt eftir ætlan. Hetta stendur at lesa í blaðnum Trygd & Trivni, ið stovnurin sjálvur gevur út. Annað blaðið í ár er júst útkom- ið. Játtanin til Arbeiðs- efurliud á fíggjarlógin er 3,6 mió. krónur. Men í 4 þ Storno --tín trygd fyri góðsku! H..J. Michelsen Handan å 6, Torshavn tif. 1.4414 — fax 1.8045 It i rygginum It i lendunum Ischias Beinkrampa Diskusprolaps Kennir tú aftur onkrar av hesum trupulleikunum SUPRAMED HITA- á MASSASJUPUTAN vælroynd týsk dygdar- framleiðsla 10 ára framleiðslu- trygd. orkusparandi 30 daga royndartíð - gev so tær sjálvum Ya tíma um dagin Fo 5. S. C. SKIPAN Box 1297 110 Tórshavn - Tlf. 18659 seg um sparingarnar = á apríl mánaði fekk stovn- urin boð 200.000 krónur í ár og 350.000 krónur næsta ár. Hetta heldurstovnurin vera nógv at krevja omandå, at játtanin i 1990 varð skerd 27%. Í blaðnum verður sagt, at hetta er sera óheppið serliga nú, sum stødan er blivin í landinum. - Hjá okkum er vænt- andi, at arbeiðsloysið Síða 7 Nýtt eintak av Trygd & Trivna, sum Arbeiðseftirlitið gevur út, er komið fær fólk at góðtaka ar- beiðsuppgávur, hóast trygdin kanska ikki er í lagi. Rættvísi fær linari karm at virka í og orð sum rættur og skylda ikki fáa somu merking, sum vit higarul hava hildið, stendur í Trygd & Trivna. Vilja Verja ofødda lívið Síðsta friggjakvøld varð stovnað felagið Føroya Pro Vita, ið vil stríðast fyri at verja tað 6fødda lívið — frá giting til deyða Tilsamans 25 fólk komu friggjakvøldid í farnu viku saman til fundar við ti eina endamálinum: At stovna felag at arbeiða fyri rættar- verju menniskjans frá git- ing í móðurlívi til náttúr- ligan deyða og somuleiðis arbeiða fyri at finna lívjátt- andi loysnir til teirra, sum koma í trongstødu vegna barnsburð. A fundinum varð bygn- aðurin fyri felagið fast- lagdur í nýsmíðaðum lóg- um, samstundis sum nevnd varð vald. Í nevndini sita Kari Christiansen, forkvinna, Peter O. K. Olofson, Poul- ina Abrahamsen, Jastrid á Dalbø og Heini Liitzen. Símun J. Hansen og Arn- fríði Dam Jacobsen eru til- takslimir. Orsøkin til, at rættilig gongd er komin á arbeiði at stovna Føroya Pro Vita liggur eitt nú í teirri undir- skriftsinnsavning, ið fyri nakað av tíð síðani fór fram ímóti fosturtøku. Undir- skriftirnar, ið vórðu savn- aðar innan leiðandi fólk í øllum krisnum trúarbólk- um í landinum, vórðu handaðar løgtinginum. Triggir tinglimir fyri Eitt annað, ið eisini hev- ur skundd undir stovning- ina, er vidgerdin av måli um broyting av lógini um fosturtøku. Hendan við- gerð gav greiðar ábending- ar um, at slík lógarbroyting ikk! vann frama á tingi, og bert fýra tinglimir bóðu um orðið undir aðru viðgerð, samstundis sum bert 12-15 ungmenn vóru til staðar í salinum. Uppskotið fekk bert triggjar atkvødur og fall. Sigast skal tó, at tingid var betur mannað, tå atkvødugrcidslan fór fram. Umframt tær triggjar at- kvødurnar fyri, vóru 26 ímóti, og triggir tingmenn burturstaddir. Men kanska júst orsakað av hesi lagnu. málið um ta sonevndu fosturtøkul6g- ina fekk á tingi, eru nú endaliga úkin stig til at stovna Føroya Pro Vita, ið er felagsskapur, ið óivað fer at hava tætt samstarv vid liknandi felagsskapir i hinum nordurlondum. Hóast felagið nú er stovnað og fer til verka við nýggju nevndini, verður kanska eitt sindur av tíð, áðrenn virksemið er komi í hæddina. Tann fyrsti reglu- ligi aðaitíundurin verður nevniliga ikki fyrr enn i oktober mánaði. hj. Hilmar Jan Hansen skrivar SAMANUMTIKIÐ VÓRU FÓLK vónsvikin av landsdystinum millum Feroyar og Kypros týs- kveldið á Svangaskarði í HM-undankappingini, har okkara menn taptu dystin við tveimum málum. Skal rætt vera rætt, so høvdu væl tey flestu av okk- um bæði væntað og vónað, at vit fóru at vinna, tí í altjóða fótbólti hevur Kypros ikki havt tað stóra uppá seg, og hóast sigurin týskveldið, hevur Kyp- ros framvegis lítið og einki at siga. Tó er at vóna, at hesin $igur ikki tekur mót og dirvi frá okkara monn- um, ið hóast alt hava lívgað og flevað í hesum ann- ars so trongu tíðum, tá tað hevur eydnast hjá teim- um. Vit, ið sita uttanfyri, eiga ikki at dema teir til vatn og breyð, tá tað nú einaferð ikki eydnaðist. HÓAST EINGIN SIGUR varð vunnin á grasteppi- num, so varð ein sigur hesa vikuna vunnin á dana- tingi, tá krígspensiónin varð samtykt. Tað er sanni- liga upp á tíðina, at okkara siglandi menn í teirri tor- føru tíðini við kríggi og ræðuleika, ið ikki spardu seg á skónum, fáa nakað afturfyri, eins og eisini einkjur eftir hesar sonnu hetjur kunnu eiga lut í krigspensi- ónini. Drúgfert arbeiði liggur aftan fyri, at krígs- pensiónin er komin igjøgnum, og tey, ið har hava offrað seg, so hetta skuldi eydnast, eiga at fáa tað herðaklapp, tey hava uppiborið fyri tað. MEN SAMSTUNDIS HARMAST mong kring landið um, at henda krígspensión ikki fellur ellum í lut, ið settu lív og familjuinntøku í váða i krigssigl- ing. Her verður hugsað um tey, ið vóru í hesi vanda- sigling í minni enn teir seks mánaðirnar, ið sam- tykta krígspensiónin umfatar. Ikki er tað minni, ið hesi hava sett í vanda, so harmiligt er ikki orðið, um ein vil sýna teimum samkenslu, ið kanska sigldu vandasjógv í fimm mánaðir og tretivu dagar, men ei fáa inn í eygað, meðan grannin, ið sigldi ein dag longur, kann fáa upp í 112.000 kr. um árið í fimm ár. Tí er at vóna, at stríðsmennini fyri, at krigspension- in nú er komin igjøgnum, ikki leggja seg á latu síðu- na at telja atkveður fyri avrikið, men halda fram, til oll fáa somu rættindi fyri sama innsatsin. Ongantíð ov skjótt, tí hóast alt er ein leta farin, síðani kríggið endaði... IKKI BERT SIGRAR og tap hava eyðkent farnu vikuna. Í Fuglafirði er rættilig orrusta farin í gongd (hetta er skrivað fríggjakveldið, blåm.), ti ein ser- greinalærari ikki sleppur at brúka síni evni og sína útbúgving í Fuglafjarðar skúla, men skal bakka fyri vanligum lærarum. »Vit hava ikki brúk fyri spesia- listum, men fólki við breiðari útbúgving,< vóru orðini hjá forkvinnuni í Lærarafelagnum í Degi og viku. Tað skuldi sagt alt! Tá fakmerkini sleppa at forða teimum dugandi at virka, eiga merkini at verða flutt ella tikin burtur. Tíðin átti at verið kom- in nú, at feroyingar síggja í eyguni, at dugnaskapur- in mangan er betri enn pappírini. Og hví ikki heldur viðurkenna, at pappírini hjá sergreinalæraranum eru í fínasta lagi, og at hann kann gera nógv meira nyttu enn tíggju av hinum lærarunum, ið hava hver sínar tíggju tummilfingrar. At eitt fakflag eftir hes- um setningi meguliga forðar fyri próvtekum, er undir allan kritikk, og vónandi sleppur fornuftin at standa frammanfyri nalvaskoðanini, tá hetta mál einaferð hevur sæð sín enda. HEYGADRANGUR HEVUR EISINI verið frammi í síðstuni, men skal ikki so nógv verða sagt um tað málið á hesum sinni. Kann bert taka fult undir við »Vikan, ið fór<- skrivaranum frá vikuni, ið fór: Hvussu, um ákæruvaldið hugdi eitt sindur betur eftir, har SMS-plastposar eru at finna í hópa- tali? Eingin veit, hvussu alt hetta endar, men vón- ast kann í hvussu er, at málið sleppur at ganga sína gongd til »den bitre ende« — óansæð, um fylgjurnar verða óhepnar fyri onkran!