mikudagur 24. juni 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Løgin manna-
gongd
TÁ krubban er tóm, býtast hestar-
nir. Soleiðis plaga fólk at taka til í
samfelagsspurningum, tá tilfeingi
er uppi, og fleiri berjast um tað sein-
asta. Tað veri seg um játtanir ella
størv.
MEN hetta er ikki bara spurningurin
í Fuglafirði, ti í hesum sambandi er
talan um ein prinsippspurning hjá
Føroya Lærarafelag. Lærarafelagið
kann ikki hyggja at, meðan fólk,
sum ikki hava læraraútbúgving
verða tikin fram um fólk við hesi út-
búgvingini.
Ábyrgdarbísðstjóri: Jan Miller Blaðfólk: Randi Jacabsen - Tósfinn Smith Útgevari;
Fyritaksstjóri: Krisjen Dahl
Hime jan Hansen -
Jåstirus Eidesgaard
SAMBÆRT ti, sum er komið fram í
tíðindunum seinastu dagarnar, so
skulu fyrst og fremst fólk við lær-
araútbúgving hava størv í føroyska
fólkaskúlanum, og tí tykist Lærara-
felagið hava rætt í sínum krøvum.
HINVEGIN eru lærararnir tænastu-
menn, og tænastumenn eru næstan
bundnir á hond og fót, so ivingar-
samt er, hvgrji rættindi Lærarafel-
agið hevur at seta tiltøk í verk.
FELAGIÐ hjá lærarunum vísir á, at
lærararnir eru kommunalt settir og
hava ikki skyldu at fara út um hetta
mark. Men hesa niðurstøðuna hjá
Lærarafelagnum góðtekur Lenar-
og starvsfólkadeildin í Tinganesi
ikki, og stjórin á hesi deild skuld-
Uppseting: Pit Sonsiekrin
Pront: Pt Prosser 1981
PH Søsiskarin Bústaður: Argjavegi 28 Postsdrasss:
Teiaton:
Argjum
182 Telefax:
setir felagid fyri at bréta tænastu-
mannaskyldurnar.
UPPRUNIN til orrustuna er vikar-
setanin, sum skúlanevndin i Fugla-
firdi hevur gjørt. Men henda nevnd
hevur ikki fylgt ti légargrein, sum
sigur, at fyrst og fremst skulu fólk
við læraraútbúgving hava starv við
fólkaskúlan. Hóast fólk við hesi út-
búgvingini hava sekt, so er eitt fólk,
sum hevur eina aðra útbúgving,
sett í starv.
MEN so legið tað ljóðar, so kann
Lønar- og Starvsfólkadeildin ella
Landsskúlafyrisitingin ikki seta
skúlanevndina í Fuglafirði upp á
pláss. Og tað virkar legið.
TALAN er um sitt prinsippmål. Tí-
verri høvdu sjónvarpstíðindini
fyrsta kvøldid eina slíka slagsíðu,
eisn og tey fokuseraðu up á persón-
in, og ikki upp á prinsippið. Ser-
greinalærarin, sum er settur, hevur
eina frálíka útbúgving, og eingin
hevur sett spurnartekin við hana,
men Lærarafelagið hevur rætt sam-
bært lógini. Og tí er mannagongdin
hjá skúlanevndini løgin — og ikki
minst, um skúlastjórin hevur inn-
stillað ein, sum ikki hevur læraraút-
búgving!
upp á spæ
KÍ skal taka lut i undankapping til
europakappingina fyri lið
FSF formaðurin Torleif
Sigurðsson og næstfor-
maðurin Berge Hansen
fóru í gjár til Geteborg,
har teir í dag taka lut á
norðurlendskum fótbólts-
fundi. Í dag fer Jens Erik
Magnussen til Geteborg,
og teir tríggir skulu í
morgin vera við á aðal-
fundinum hjá UEFA, sum
verður hildin í sambandi
við EM kappingina.
Sæð frá føroyskari síðu
er mest spennandi spurn-
ingurin, sum verður við-
gjørdur í morgin, í hvønn
mun felegini, sum taka lut
í europa kappingini, skulu
fáa gjald frá UEFA.
KÍ hevur boðað frá lut-
teku í kapping fyri meist-
arar, sum byrjar í heyst,
og tað hevur ljóðað, at teir
meguliga kunnu fáa mill-
um eina hálva og eina mil-
lién fyri at taka lut.
— Hvussu er stødan við-
víkjandi milliónini, Jens
Erik Magnussen?
— Upphæddin er eitt
sindur óviss, men tað er
samtykt í starvsnevndini
hjá UEFA, at feløgini fáa
stóra upphædd fyri at
taka lut, og at UEFA aft-
ur fyri fær reklamu og
sjónvarpsrættindini. Nú
skal endalig staða takast
til spurningin á aðalfundi-
num.
Tað er greitt, at KI fær
meguligt undirskot av lut-
tekuni afturrindað, men
hvat meiri fæst burturúr,
er meiri ógreitt.
Undankapping
Europakortið hevur í stór-
um skift ham seinastu
tvey árini, og tað kennist
aftur innan europeisku
fótbóltskappingarnar.
Tað er týdningarmikið
fyri nýggju londini at mar-
kera seg, og luttøka í eu-
ropakappingini fyri fót-
bóltslið er gyltur megu-
leiki.
Hetta ber í sær, at til-
meldingin er ekt úr teim-
um vanligu 32.34 og til
omanfyri 40. Tí er neyð-
ugt við undankapping fyri
at finna fram til, hverji 32
lið skulu vera við í kapp-
ingini, tá farið verður und-
ir hana seinnapartin av
september.
Undankappingin verður
mikudagin 26. august og
mikudagin 9. september,
og tað er ógvuliga sann-
líkt, at KÍ skal dystast
hesi kveldini móti liði,
sum heldur ikki er bólkað í
ovara enda. Tað ber í sær,
at meguleikin fyri heiður-
ligum úrsliti á velli økist
Hvussu verður við fíggj-
arliga partinum verður av-
gjert í morgin.
Royna at fáa dystir
Nógv mál eru á dags-
skránni til UEFA fundin.
Men umframt treytirnar
fyri Cup-luttekuni eru fer-
oyingarnir, soleiðis sum
flestu aðrir, mest upptikn-
ir av at gera avtalur um
venjingardystir hjá lands-
liðnum.
— Tað hevði verið
spennandi = at fingið
danska landsliðið henda
vegin eftir frálíka úrslitið í
EM-kappingini. Tað verð-
ur neyvan til nakað í
summar, men vit arbeiða
við at fáa teir ella onkran
annan hendavegin koman-
di ár.
Okkara leikarar eru í
heyst nógv upptiknir
bæði í felegunum og á
landsliðnum, men tað er
neyðugt eisini komandi ár
at fáa venjingardystir,
sum bera í sær, at okkara
menn eru væl brynjaðir til
HM- dystirnar komandi
summar, sigur Jens Erik
Magnussen.
Leygardagin 20/6 varð
tann årliga Epson-kapp-
ingin spæld um allan
heimin við yvir 100.000
luttakandi. Spælt verður
við legdum kortum, og úr-
slitið er útroknað fram-
manundan, soleiðis at øll
100.000 spæla undir somu
treytum.
Henda kappingin verð-
ur stuðlað av japanska fel-
agnum Seiko Epson Cor-
poration, eins og felag, ið
nevnist World Federation
of Great Towers eisini
stuðlar, við at lata helir í
teirra hægstu tornum til
kappingina, haðani sjón-
varpssteðir fylgja kapp-
ingini við beinleiðis send-
ingum.
Epson kappingin er
nevnd í Guiness Books of
Records, sum tann stersta
kappingin í heiminum.
Í Feroyum spældu 25
per við í kappingini, ið
varð skipað sum ein Mitc-
hell kapping við 13 borð-
um. Leif Pedersen varð
kappingarleiðari, og sum
altíð var væl fyriskipað í
teimum sera góðu helun-
um í handilsskúlanum á
Kambsdali.
Úrslit:
(24 spel, meðan 1200)
N-S
Jens Mohr - Hanus Bærentsen
Jonna Jacobsen - Jogvan Jacobsen
Jens Midjord - Jogvan Nolsøe
E-V
Jens P. Nolsøe - Kaj Alstrup .
Bogi Simonsen - Hans J. Petersen
Hans E. Joensen - Rasmus Joensen
NM 1992
27. juni fara landslidini
avstad til Umeå, har NM
1992 verður spælt 29. juni
til 3. juli.
Spældir verda 10 dystir
á 28 spøl, 2 móti hverjum
av hinum londunum.
Skråin er tann sama fyri
opna og kvinnuraðið.
Vit skulu spæla 1. dyst-
in móti Danmark, síðani
Sveríki, Íslandi, Noreg og
seinast Finnlandi.
Tær, ið manna kvinnu-
liðið eru: Hallgerð Hansen
Fríðhild Petersen, Randi
Jacobsen, Marjun Res-
torff, Súsanna Dam, Jór-
un Johannesen.
Í opna raðnum spæla
Helgi Joensen, Dánjal P.
Mohr, Per Kallsberg, Jó-
annes Mouritsen, Egil
Sondum og Runi Mourit-
sen. Lidskipari er
Rasmussen.
Lidini hava vant dug-
liga hesa seinastu tíðina,
tað snýr seg jú ikki bert
um at melda og spæla
kortini best meguligt,
men eisini at duga at sita
við bridgeborðið saman
við teimum stóru, og ikki
Jón
Stig
1410
1299
1267
1375
1374
1324
Milliónin er'Foroysku bridge-
| landsliðini í eldin
bróta skrivaðar og óskriv-
aðar lógir. Hetta er nakað,
sum ikki verður tikið so í
álvra tá vit spæla her
heima; men í eini útlensk-
ari kapping verður tú
beinanveg sektaður um
okkurt óregluligt fer fram,
tí mugu vit royna at taka
lut í slíkum kappingum,
og læra okkum treytirnar,
áðrenn vit kunnu gera
okkum nakra vón um at
uppnáa góð úrslit, men vit
luttaka tó við tí endamáli,
at vinna nøkur stig meira
enn við seinasta NM.
Ferðin er kostnaðarmik-
il og uttan dyggan stuðul
frá Atlantic Airways og
Fossbankanum hevdu vit
als ikki havt ráð til at fara
til kappingina, tískil eru
vit teimum ógvuliga takk-
son fyri vælvildina, sigur
Feroya Bridgesamband í
tíðindaskrivi.
NÚ er at spenna
BELTINI