hósdagur 25. juni 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 1
Lærarastørv
å Suduroyar
HF-Skeidi
Treytað av góðkenning frå teimum jått-
andi myndugleikunum verða við hesum
nøkur størv sum royndarsettur adjunkt-
ur, adjunktur/lektari, ella tímalær-
ari/ årsvikarur i HF-lærugreinum við
Suduroyar HF-skeið lyst leys.
Serliga hava hesar lærugreinasaman-
setingar áhuga: enskt/týskt, livfrødi/
ítrótt, støddfrødi + onkur onnur læru-
grein, religión / danskt og
men aðrar
samansetingar hava eisini áhuga.
Bygnaðurin á HF-skeiðinum verður
væntandi broyttur í næstum, soleiðis at
HF-skeiðið verður samskipað við aðrar
útbúgvingar. Komandi meðarbeiðarar
mugu tí rokna við at taka lut í hesari
menningini.
Løn sambært sáttmála millum YF og
Føroya Landsstyri.
Umsóknin skal stilast til Landsskula-
ráðið, Falkavegi 6, 100 Tórshavn, men
sendast til Suðuroyar HF-skeið, Box 42,
800 Tvøroyri.
Umsóknirnar skulu vera Suðuroyar
HF-skeiði í hendi í seinasta lagi 15. juli
1992.
foroyskt / samfelagsfrødi,
Landsskúlafyrisitingin
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at øll
fastlønt starvsfólk hjá Klaksvíkar Kom-
munu fara i summarfrí í vikunum 29 - 30 -
31 og 32, tó verður avgreiðslan ikki aft-
urlatin.
Klaksvíkar Býráð
Krígspensiónin
Eg las í Sosialinum, at
fíggjarmálaráðharrin er
tann fyrsti, ið fær krígs-
pensión og at hon skal í
landskassan. Hetta er
hert at hoyra, serliga hjá
einum, sum hevur verið
við at siglt ell krígsárini
og einki veit um hesa væl-
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og friggjadag kl. 11—16. Tif. 15816.
signadu pension.
Tad er hart at hoyra, at
menn nú gleða seg til at
fåa landskassan aftur å
føtur vid hjålp frå gomlum
monnum og einkjum, sum
eru 70 til 80 åra gomul. Ja,
slikt er toppmålt.
Suduroyingur
Nr. 118 — 25. juni 1992
Summargesturin
Virðislont norsk skaldsøga um fyrsta kærleikan
Í hesum degum kemur
bókin Summargesturin
eftir norska rithevundin
Hæge Follegg Pedersen
út á forlangum Nýlendi,
men bókin verður eisini
send til limirnar í bóka-
klubbanum fyri tey elstu
bernini hjá Bókadeild Fer-
oya Lærarafelags.
Norski rithevundurin
og teknarin Hæge Follegg
Pedersen vann í 1989 bók-
mentavirðislenina, sum
Oslo Riksmálsforening
letur á hverjum ári fyri
bestu norsku ungdóms-
bókina. Summargesturin
er 6. bókin hjá Hæge Foll-
egg Pedersen. »Meistar-
lig« er rósorð, sum gongur
aftur í flestu ummælun-
um. Hæge hevur sjálv
teknað kápuna til Summ-
argestin.
Tað byrjaði um várið
við einum brævi, men í
veruleikanum byrjaði tað
longu við einum dreymi...
Tveir dagar seinni kom
brævið. Tað var skrivað
til Jóhannes og var frá
Helenu, einari abbasyst-
ur, sum hann ongantíð
hevði sætt. Hon beyð hon-
um at búgva hjá sær í
summarfrítíðini. Jóhan-
nes hevði ikki játtað og
takkað fyri, hevði brævið
ikki endað við hesum orð-
um:
— Eg havi ein fastan
summargest, eina unga
gentu, sum dámar so væl
at svimja í víkini her nið-
an fyri húsini...
Bæði Jóhannes og Ka-
milla eru hugtikin av øll-
um tí duldarfulla og treils-
liga, sum Helena belir
yvir, og so uppliva tey ein
ógloymandi summarkær-
leika...
Virdisløn fyri
bókina
Í viðmerkingunum til, at
Hæge Follegg Pedersen
fekk Oslo Riksmålsforen-
ings Barnebokpris 1989,
sigur dómsneundin, Elli-
nor Prydz, Geir Uthaug
og Margrethe Ruthol:
>Unglingaskaldsegan
Summargesturin = hevur
dygdir, sum gera hana til
eina sjáldsama tætta og
skaldborna frásegn fyri
ungfólk, og sum standa á
gáttini og tritla eftir at
fara út at leita eftir roynd-
um í heimi teirra tilkom-
nu. Á hesum velli av spen-
ningi, sum í veruleikanum
er ein minuleið, er lætt at
snáva og stíga skeivt:
unglingabókmentirnar
yðja av prógvum um, at
sovorðið er hent og fram-
vegis hendir. Hæge Foll-
egg velur at fara inn í
henda heimin við opnum
huga, sum sjálvur avdúk-
ar teir fínu smámunirnar
av kenslum og hýsi. Her
er sansaligi atdråtturin
millum tvey ungfólk óvan-
liga vakurt lýstur. Bandið
teirra millum, sum fram-
vegis er eitt barnsligt
band, fær fram samsteður
í heimi teirra tilkomnu við
illstødu um vald og myrk-
ar hendingar í fortíðini,
sum hava verið trongdir
burtur og sum eingin
hevur rett um, men sum
liggur nívandi yvir fólkun-
um.
Bókin er spennandi í
umtalsevni sínum og frá-
sagnarlist. Tað er ein bók,
sum tú treyður leggur frá
tær. Men hóast tað er ein
spenningsskaldsega (og
ungfólk hava tørv á spen-
nandi skaldsegum), so er
hetta kortini ein skald-
sega um menniskjunnar
innara virði, um ektaðar
kenslur, sum flyta mark.
Her hevði verið lætt at
farið um okkurt annað
mark, men Hæge Follegg
dettur ikki í ta veitina.
Skaldsega hennara er hóv-
som og skilagóð eisini á
hesum eki. Talan er um at
gea tilvitaðu upplivingina
sterri, ikki at petta hana
sundur. Harvið vísir hon
eisini ásannannarvegnum
hjá tí unga stóra virðing.
Tað er so óendiliga lætt at
spilla okkurt hjá tí unga,
sum ikki hevur tey skila-
greindu og festu verjuam-
boð, sum verjir tilkomna
lesaran.
Eins tilvitandi, Hæge
Follegg Pedersen er í
segusmíðinum, og tá ið
hon kannar teir fínu smá-
munirnar í menniskjalig-
um viðurskiftum, eins til-
vitandi er hon, tá ið tað
snýr seg um málið. Hon er
ein av teimum fáu, sum
skrivar til bern og ung-
dóm uttan at leita til gøtu-
málið ella tað nýggjasta
vaksnamannamál, sum tí-
verri fær sterri og sterri
vald í bókmentunum, sum
eru markaðar til tey ungu.
Við at nýta
»rikismålid«, soleiðis sum
hon ger, vísir hon, at hetta
norska málið er nógv bet-
ur ført fyri at taka smá-
brigdi, litir, skuggatónar
og lós við; ja, tónleik í
djúpari merking enn tann
meira neyturviligi bók-
málsmunurin.
Hon skrivar eitt ríkis-
mál, sum eftir skodan
dómsnevndarinnar er ríkt
og fyrimyndarligt, fyrst
og fremst hjá teimum
ungu, ið kanska sjálv
stríðast við at málbera
seg, og sum í eini tíð, sum
er eyðkent av málsligum
ótryggleika og erkymlan,
hevur so fáa staðni at leita
hjálp og vegleiðing. Í hesi
bókini finna tey góðan stíl
og skilagóðan málburð,
sum lýsir kend fyribrigdi,
uttan at leita verður eftir
hjálp í kendum klichéum,
og serliga vakrar kenslu-
bornar lýsingar, sum eru
við til at lyfta kensluna
hjá tí unga til at vita til
sín málsliga<.
Hugtiknir ummæl-
arar
Bókin fekk sera góða mót-
teku, tá ið hon kom út.
Summargesturin er sætta
bókin hjá Hæge Follegg
Pedersen. Eitt forlag í
Vesturtýsklandi har
fólkatalið nú liggur um 80
milj. hevur vissað sær
rættindini til bøkur henn-
ara, og tað frættist eisini,
at hon skal koma út á
russiskum. Forleg í Dan-
mark og Sveríki hava eis-
ini keypt rættindini til at
geva hana út.
Rut Anne Isdal skrivar í
Adresseavisen m.a: »Ein
trølsligur dámur liggur
yvir víkini, har tey svim-
ja. Her metast Kamilla og
Jóhannes heitar summar-
dagar, og saman finna tey
tann fyrsta kærleikan.
Tey finna eisini kám min-
ni um ein annan Jóhannes
og unnustu hansara, Ísa-
doru, minni, sum tann leg-
na Helena dyrkar í tí duld-
arfulla partinum av teim-
um stóru, gráu húsunum.
Hæge Follegg Pedersen
målar varligar og hugtak-
andi myndir f sini nyggju
unglingaskaldsøgu. Vit
síggja Jóhannes og Kamil-
lu trilva í loynidómum
kærleikans, um somu tíð
sum tey royna at finna
skil á loynidómum
Helenu...
Hver var summargest-
urin, sum svam í vikini
fyri nógvum árum síðan?
Hver spælir valsin á flyg-
linum næstan hverja
nátt? Hví dansar Kamilla
berføtt í grasinum sum
ein dansarinna?
Summargesturin sigur
frá tveimum ungum, sum
geva sær stundir at
hugsa, kenna og droyma
meira enn ungdómar í
skaldsegunum frá teimum
bráðu 80-árunum. Á tann
hátt eru Kamilla og Jó-
hannes óvanlig, men tey
uppliva eisini eitt óvanligt
summar saman. Tað er
hugaligt at finna eina
skaldsegu til tey ungu,
sum gevur rúm til um-
hugsan... Hæge Follegg
nýtir eitt mál, sum hóskar
sera væl til tað spennandi
og duldarfulla summarið,
og spennandi, tað dugir
Hæge Folleg at skriva,
skrivar Rut Anne Isdal og
endar við hesum orðum:
Til ungfólk við sansi
fyri huglagi, kenslum og
hýri og spenningi er Sum-
margesturin sjálvsegd
gåval«
Undir yvirskriftini Inn i
livets mysterier — Fengsl-
ende om sommer, kjærlig-
het — og hat skrivar Heidi
Larsen í Vårt land m.a.:
<
A —