fríggjadagur 26. juni 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í Pin evne
Lívsneyðugur
dialogur
VÓRU tað góð tíðindi vit frættu úr
Ísraei nú um dagarnar, tå víðgon-
gda høgrasamgongan fekk sekkin,
so eru tað alt annað enn hugalig tíð-
indi vit frætta longur syðri á knøtti-
num, nevniliga í Suðurafrika. Har
tykist stødan meira spent enn nak-
rantíð.
ORSØKIN til økta spenningin í Suð-
urafrika er morðini á meira enn 100
svørt fyri stuttum. Tær báðar svertu
rørslurnar ANC og Incatha standa
ikki alt ov væl sum sått, og hetta
hevur verið orsøkin til nógvar valds-
gerðir. Meðan ANC, sum telur stør-
sta bólkin av svørtum í Suðurafrika,
krevur radikalar broytingar her og
nú, so hevur incatharørslan verið
meira varðin og tolin. Leiðarar
hennara streingja ikki eins nógv á
hvía stýrið at geva teimum svertu
javnrættindi sum ANC-oddamenni-
nir. Men talan er so ikki bara um
eitt innanhýsis stríð millum svertu
bólkarnar um, hvussu skjótt avtøk-
Ábyrgdarhlaðstjóri. Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobuen - Tórfinn Smith Útgevari;
Fyritakystjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hilmar jan Hansen -
Uppseting: Pit Sosialurin
Prent: Pit Prossen 1981 Telefon:
an av apartheid skal ganga. Alsamt
fleiri upplýsingar koma nú fram,
sum vísa, at hvíta trygdarreglan er
tann, sum lødir, meðan Incathalimir
fremja sjálv morðini. Prógvini koma
nú fram í dagsins ljós, sum vísa, at
víðgongd hvít, sum ikki vilja geva
nakað av valdinum frá sær, brúka
trygdarløgregluna til at seta kílar
millum tey svertu.
NÚ fleyt bikarið so yvir. ANC, sum
aftur og aftur hevur biðið um verju
frá hvítu valdsharrunum, og sum
hevur heitt á løgregluna um at taka
tey ræuligu vápnini frá Incathalim-
unum, tosar fyri deyvum oyrum.
Einki verður gjørt fyri at verja ANC-
limir, heldur tverturímóti. Og nú
siga ANC-leidararnir, at tað er nóg
mikið. Stødan er vorðin so ålvarslig,
at tær annars so lovandi samráðing-
arnar millum de Klerk og Mandela
nú eru stødgadar. Hetta kann fáa
sera álvarsamar avleiðingar fyri
bæði svørt og hvít í landinum. Øs-
ingin millum svarta ungdómin bara
v eksur og er komin í hæddina nú
eftir seinastu morðini á ANC-fólk.
Tann hóvligi Mandela, sum alla tíð-
ina hevur talað sek teirra hóvligu og
sum ynskir at fáa avtikið apartheid
Prógv útskrivað utt-
an føroyska heimild
Umsitingarligt mistak hevur borið í sær, at
ionsk kunngerð, ið ikki er
galdandi í Føroy-
um, verður nýtt sum grundarlag fyri at
útskriva HF- og studentsprågv
og lata svarta meirilutanum javn-
bjóðis rættindi, hevur nú ilt við at
fóta sær millum síni egnu. Hesi
krevja, at rættvísi verður virt og at
drápsmenninir frá seinastu valds-
gerðini koma fyri rættin. Hvíta
minnilutastjórnin sigur seg ikki vita,
hverjir drápsmenninir eru og hóttir
við at lýsa alt landið í undantaks-
stóðu, gera ANC-limir álvara av
hóttanum um at svara aftur.
VÓNANDI ber til at fáa de Klerk og
Mandela aftur til samráðingarborð-
ið. Tað verður einki minni enn ein
vanlukka fyri bæði hvít og svørt í
Suðurafrika slitna samráðingarnar,
tí tá lúrir vandin fyri einum ræðulig-
um blóðbaði. Spurningurin er
hvussu leingi tey svertu klára at
»g6dtaka« at fleiri og fleiri svørt
verða dripin i tilrættaløgdum valds-
gerðum. Nú má de Klerk vísa, at
hann er førur fyri at geva ANC-fólki
ta neyðugu verjuna. Og so mugu
tey mest víðgongdu av teimum
svertu eisini royna at sissa seg og
vísa tolni.
HÓAST eingin kann vera ósamdur
um, at apartheid er av tí ónda og
eigur at fyribeinast, so má tann
Argun
fyri at fremja
neyðuga tíðin til,
broytingar í Suðurafrika. Og hetta
kann bert eydnast, um hóvligir og
klókir menn sum Mandela fram-
haldandi fara at standa á odda hjá
teimum svertu.
TAÐ ringasta, sum kann henda, er,
um tað eydnast hvítum trygdarløg-
reglumonnum saman við Inchata-
limum at beina fyri Mandela. Hesin
vandin lúrir. Og helst eru ætlanir
gjørdar um eina slíka ráðagerð.
Júst tí, hevur tað eisini skund at fáa
veruliga gongd á samráðingarnar
og røkka ítgkiligum úrslitum. Verð-
ur beint fyri Mandela er eingin
vegur aftur. Tá fara vit at uppliva
størsta blóðbað í søguni.
VIT kunnu bert vóna, at tað fram-
haldandi vera teir báðir de Klerk og
Mandela, sum fara at standa fyri
samráðingunum. Hóast langt er á
mál, so er tað teimum fyri at takka,
at gongd kom á dialogin millum
hvít og svørt. Og tað er tann dialog-
urin, sum í hesum døgum er við at
steðga upp.
Hesa vikuna verða prógv-
ini handað teimum, sum
hava lokið students- og
HF- prógv.
Men áðrenn komið var
so langt, hevur mikið
fundarvirksemi og nógv
skriving verið frá Lands-
skúlafyrisitingini um
hverjar treytirnar eru fyri
at standa prógv.
Niðursteðan var, at tað
eru tvinni sleg av prógv-
um, sum verða handaði:
hitt vanliga kenda, har
rektarin skrivar undir upp
á, at næmingurin hevur
staðið royndina eftir 13
tals reglinum og 5,5 regli-
num (miðaltalið skal vera
5,5 og tveir teir lægstu ka-
rakterirnir lagdir afturat
miðaltalinum av restini
skulu vera minst 13), og
eitt i Feroyum minni kent,
har landsskúlastjórin og
ikki rektarin skrivar undir
upp á, at prógvið er staðið
eftir tí, rópt verður 6 tals
reglan.
Fyrra treytin hevur
verið galdandi í Feroyum
síðani 1964 við smærri
broytingum í 1976, meðan
seinna treytin ikki er gald
andi í Feroyum. Hon av-
loysti gomlu treytina i
Danmark í 1989 í samban-
di við broytingar í stu-
dentaskúlaútbúgvingini,
men hon er ongantíð lýst
av landsstýrinum, sum í
kunngerð skal boða frá
slíkum broytingum.
Nýggja treytin ber í
sær, at millum 5 og 10
næmingar í skúlunum í
Hoydeium, Eysturoy,
Klaksvík og Suðuroy hesa
vikuna fáa prógv, sum teir
eftir gomlu skipanini ikki
hevdu staðið.
Skeiv mannagongd
Tað er meiri enn eitt ár
síðani, at landsskúlafyri-
sitingin einsamøll innførdi
donsku treytirnar uttan
um alla vanliga málsvið-
gerð. Longu í apríl mán-
aða 1991 fingu skúlarnir
bræv frå fyrisitingini, har
heitt varð á teir um at
kunna næmingar og lærar-
ar um nýggju regluna.
Tað varð gjørt.
Men landsskúlafyrisit-
ingin hevur onga heimild
at gera slíkar broytingar
einsamøll. Tað funnu teir
út av, og so varð málið
lagt fyri landsskúlaráðið,
sum 14. januar 1992 góð-
kendi 6 tals regluna
Næsta stigið eigur at
vera, at málið verður sent
landsstýrinum, sum síð-
ani skal lýsa kunngerðina,
men tað er ongantíð gjert.
Sambært galdandi skip-
an er tað landsskúlafyri-
sitingin, sum skipar fyri
próvtekuni, m.a. við at fáa
skrivligar uppgåvur til
vega, at leggja munnligu
próvtekuna til rættis og
við at geva skúlunum
neyðugu skjelini at skriva
prógvið á.
Á próvnum stendur við-
merkt, undir hverjum
treytum næmingurin hev-
ur lokið prógv. Tá rektar-
arnir við teir báðar stu-
dentaskúlarnar bóðu fyri-
sitingina um prévskjøl,
har nýggju próvkrevini
stóðu á, vístu ábyrgdar-
fólk á fyrisitingini á, at alt
ikki ruggaði rætt, og at
eingin heimild var fyri
broytingunum.
Kontraboð
Meðan næmingarnir fyri
14 degum síðani vóru í
holt við munnligu próv-
tøkuna, sum teir høvdu
fingi upplýst skuldi stand-
ast eftir nýggju regluni,
skrivaði fyrisitingin til
skúlarnar og boðaði frá, at
nú vóru gomlu reglurnar
galdandi aftur. Fyrisiting-
i foroysk heimild fyri
in hevði klokkað í ti: eing-
in heimild hevði verið fyri
brevunum, sum í hesum
sambandi vóru send, bæði
áðrenn og aftan á at
broytingin varð legd fyri
landsskúlaráðið og sam-
tykt har!
Dagin eftir at hetta
skrivið varð sent, fingu
skúlarnir annað skriv, har
boðað varð frá, at nú vóru
báðar reglarnar galdandi
— bæði tann gamla og hin
nýggja, soleiðis at skilja,
at næmingar, sum standa
royndina eftir donsku
regluni, alíkavæl skulu
hava prógv.
Vanligt er, at rektarin
skrivar undir prógvini,
Ivey sløg av prógvum eru handað í hesi
Mynd kalmar
men nýggja prógvið ska:
undirskrivast av lands
skúlastjóranum, har han:
hjá HF-arunum váttar, a
næmingurin hevur staði
stakar = HF-lærugreina:
ella hann váttar, at roynd
in er staðin eftir 6 tals
regluni, sum er galdandi
Danmark.
Hjá studentunum vátt-
ar landsskúlastjórin, at
royndin er staðin eftir 6
tals regluni, sum sambært
kunngerð frá 1989 er gald-
andi í Danmark, og við-
merkir, at kunngerðin frá
1963 er galdandi í Feroy-
um.
Framhald á síðu 17
OR
VANN