Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| EM ða Nr. 119 — 26. juni 1992 Síða 13 HB kom so ' Syngjandi I finaluna Hóast havnarmenn spældu við tiggju monnum allan seinna hálvleik, fingu teir skotið trý mál — og kundu lættliga fingið fleiri, um teir bert vóru eitt vet hepnari AAA AA AAA AA Steypakappingin Seinna semifinala NSI—HB 0—5 (0—2) 0—1 Gunnar Mohr 0—2 Jan Dam 0—3 Jens E. Rasmussen 0—4 Gunnar Mohr 0—5 Suni Reinert Gult kort: NSÍ 1, HB 3 Reyð kort: HB 1 HB víðari til finaluna við målårtøkuni 6—0 (1—0 og 5—0). Einastu, ið veruliga mundu kenna seg negdar við dómaratrioina úr Getu, sum mikukveldið demdi steypadystin mill- um NSÍ og HB í Runavík, vóru toftamenn. Teir meta í hvussu er einum HB-liði um vikuskiftið, ið vantar ein av frægastu álopsleikarunum, umframt Jan Dam, ið má sita uttanfyri við tveim- um gulum kortum. Allan fyrra hálvleik varð dysturin í alt ov stór- an mun merktur av Nilasi á Líðarenda, ið alt annað enn livdi upp til tey ann- ars strongu krev, altjóða deming setir. Sama var galdandi við í hvussu so er eðrum linjuverja hansara, Jergini Gudmundsson. Tey mongu gulu kortini í dystinum samsvaraðu ikki júst við tað, ið fyri- fórst á vellinum. Reyða kortið til Una Arge fyri at hamra álbogan inn í búkin á Tummasi Magnussen var heilt í lagi, men ikki hevði eitt gult kort til Tummas veriðav vegnum ta ferðina. Fyri at gera seg lidnan við dómaratrioina beinan- vegin, so var tað hon, ið mest av øllum setti HB i gongd i dystinum. Eftir at gestirnir úr Havn fyri tað mesta bert hevdu trillað bóltin eitt sindur ímillum sín, komu teir bráddliga á odda eftir hálvan tíma, tá Uni Arge í dysti við NSI- málverjan fekk sett hevdið á bóltin til ein mis- tonkiliga leysan Gunnar Mohr, ið kundi seta í netið. Var tað nakar, ið taldi upp í meira enn ein spælara, tá finnast skuldi útav, hvussu nógvir vóru millum hann og baklinju- na, tá avleveringin fall? Yvirså frispark Tað var annars heimalið- ið, ið byrjaði dystin betur, og um alt var sum tað skuldi á tí gula liðnum, so var NSÍ á odda við einum tveimum málum, áðrenn HB fekk sítt fyrsta. Eitt nú mátti Kaj Leo einu ferðina kasta bóltin frá sær, næstan áðrenn hann hevði fingið hann — inn- anfyri? Ivasamt, men hornasparkið endaði tað álopið við. Eisini í eðrum ferum fingu runavíkingarnir til- spælt sær fleiri stødur, har teir bert skuldu seta fótin á, so var í hvussu er ein skotroynd send av bakka- stokki. Men nei! Ístaðin slapp HB at spæla sín dyst. Næsta málið hjá HB var uppaftur meira mistonki- ligt enn tað fyrra, tá Gunnar Mohr slapp at gera eitt týðiligt fríspark móti lan Højgaard, ið hevði bóltin, uttan at Nik- las læt floytuna siga tað, ið sigast skuldi. Tískil slapp Gunnar at skjóta innfyri, har lætt var hjá Jan Dam at senda bóltin í kassan til 2-0 — bert tríg- gjar minuttir eftir fyrsta málið. At Niklas yvirsá frí- sparkið, var heilt ótrúligt, so væl hann var staddur og átti at sæð, hvat hendi. Uni fekk reyða kortið Spælið hereftir gekk fyri seg í báðum endum. Kort- ini uttan teir heilt stóru kjansirnar. Men dramatikkurin var ikki av. Eftir at fyrst Uni Niklas á Líðarenda vís- ir Una Arge, HB, av vøllinum. Framman- fyri liggur 1uiinas Magnussen, NSI, niðri og heldur um búkin. Mynd: Hilmar Jan Arge og Hans Petur í Brekkunum hevdu fingið gula kortið, fekk Uni meira enn atð at síggja, tá hann í dysti við Tummast Magnussen fekk reyða kortið fyri at hava brúkt albogan. Rættiliga býtt av Una, og í ringasta feri átti hendan hending at havt kostað HB megu- leikan fyri at fáa nakað afturat burtur úr dysti- num. Men tað fekk HB. Einki skil á NSÍ Við allarbestu meguleik- um fyri at venda gongdini í dystinum eftir fyrra hålvleik, har NSI-ararnir als ikki nyttust at geva sær sjålvum alla skyldina fyri 0-2 støduna, tóktist Trygvi Mortensen, venj- ari, ikki at hava havt ser- liga nógv upp á hjarta, tå hann heyði tosað við spæl- ararnar um seinna hálv- leik. Í hvussu er var einki hjá NSÍ at dekka allar HB- spælararnar, og so fram- vegis havt ein mann leys- an, ið kundi verið allastað- ni á vellinum. Á henda hátt kundi eisini verið forðað fyri, at Kaj Leo Jo- hannesen í HB-málinum slapp at spæla bóltin frá sær, sum hon lysti. Men tað slapp hann, tí bert ein Ein av teimum spælar- unum, ein og hvgr verja í Føroyum altíð roynir at hava eitt vakið eyga við, er Gunnar Mohr. Men í steypadyst- inum í Runavík miku- kvøldid upplivdi hann at sleppa at spæla akku- råt so friur og ódekkað- ur, sum hann ongantíð ådur hevur upplivad »I fyrstuni av dyst- inum vóru NSÍ-aramir eitt sindur vandamiklir, men so var einki um teir meira,« sigur hann. >Og tá vit vóru ein færri enn teir í seinna hálvleiki, var heilt galið, og vit vóru sum fríir fuglar og kundu gera, sum okkum Gunnar Mohr: Eg havi aldrin verið so fríur Tvífaldi málskjúttin hjá HB fataði einki av tí heila í Runa- vík: >Teir dekkaðu okkum als ikki upp. Vit kundu spæla full- komuliga, sum vit vildu tad.« markering var at síggja, og var tað spíssurin á NSI-liðnum, ið dekkaði aftasta mann hjá HB! Av tí sama kundi HB spæla, sum hugurin var til tað — og tað var hann so sanniliga eisini. Fyrst fór Gunnar Mohr avstað aft- uri úr vinstru síðu allan vegin frameftir, til hann legði innfyri til Jens Erik Rasmussen, ið eftir at hava rundað tveir ella tríggjar NSÍ-arar, ótarn- aður kundi smekka í kass- an til 3-0 Fekk alt at bera til Hóast HB í fleiri forum kundi verið niðurspælt við málum sum mest nátúr- ligu fylgjunum, hendi ong- antíð nakað serligt í NSI- álopinum, uttan at Mein- hard Hansen hevði einar tvær royndir, ið Kaj Leo tók, og so eisini tá inn skifti bakkurin Uni Han sen sum tann einasti bjóð- aði seg fram sum spælbar- ur maður har frammi, tá okkurt álop fekst í lag. Soleiðis kundi HB ótar- nað og næstan utatn at fáa sveittan fram móti ein- um liði í upploysing, fáa sær tvinni mál aftrat. Tá einir tíggju minuttir vóru eftir, fór Gunnar einsa- Framhald á síðu 15 lysti.« Og tad gjørdi Gunnar so sanniliga eisini. Um- framt at skjóta tvey av málunum, legði hann upp til hini. >Nei, eg havi ongantíð verið við til, at tað var so lætt at spæla fyri einari verju, sum hasari mikukvøld- 10,« endurtekur hann — framvegis undrandi. Gunnar Mohr av- noktar ikki, at hann áðr- enn avleveringina til næsta málið gjørdi eitt fríspark. Men, so sum hann sjálvur sigur tað: >Tádómarin ikki sá tað, var bara at halda fram og fáa bóltin innfyri, har Jan tibetur var við.< hj. 5) nf A A