fríggjadagur 10. juli 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 129 — 10. juli 1992
Hevði ikki borið til
at havt leiðsluna við
- ein treyt fyri at ein funktionerur skal tosa opið um sítt arbeiðs-
pláss, er, at leiðslan ikki hoyrir tað, hann sigur. Tí sluppu
Høgni og Pál ikki við til allar fundirnar
Fundirnir týsdagin vórðu
sum sagt avlýstir, tí lands-
stýrið ikki gekk við til, at
sjúkrahúsleiðslan var við.
Hverjum stóðst hendan
illstøda av?
- Eg vil ikki siga, at tað
var nøkur illstøda, sigur
Jóannes. Tað var ein tulk-
ing av, hvat kundi geva
tað frægasta úrslitið.
- Nú hevur leiðslan
gjørt eitt uppskot, sum
stór øsing hevur staðist av.
Og semjan sum
landsstýrið gjørdi, gekk út
uppá, at landsstýrið skuldi
taka upp samráðingar við
samstarvsbólkar - tvs. at
vit skuldu taka initiativ til
fundirnar.
Jóannes greiðir frå, at
teir tóku eina deild í senn,
tí tað er ringt at fáa fólk at
kenna medábyrgd fyri
fólkum, sum arbeiða á
ødrum deildum enn tey
sjálvi.
Harafturat vóru fólkini
tíkin inn í stigum. Tvs. at
Tryggið tykkum SOSIALIN
og harvið bestu og feskastu tíðindini
— 5 FERÐIR UM VIKUNA —
eisini í summar.
fyrst komu røktarstarvs-
fólkini, síðani læknar og
síðst fyrisiting. Onnur
starvsfólk - teknikarar o.t.
- vóru eisini fyri seg.
Og leiðslan kom soleið-
is inn sum ein partur av
sjúkrahúsinum.
Opið kjak
Men hví slapp leiðslan
ikki við til allar fundirnar?
- Okkara endamál við
gllum hesum var at fáa eitt
so opið kjak sum gjørligt
um viðurskiftini. Og tað er
ein sannroynd, at skal ein
funktionerur frítt siga
nakað um sitt
arbeidsplåss, so er tad ein
treyt, at leidslan ikki
hoyrir tað, hann sigur.
- Kann ein ikki siga at
tit vid hesum hava tikid
leidsluna av ræði og sett
Landssjúkrahúsið undir
umsiting?
- Eg haldi ikki leiðslan
varð sett út av spælinum,
svarar hann. Hon var bara
við sum ein partur av
heildini.
S-S-
A NU
- =: =
Utbjóðing
Vegna Vestmanna kommunu verður ar-
beiðið í samband við útbyggjan av vatn-
veitingini, ið fevnir um gerð av húsi til
reinsiverksútbúnað, nýgerð og umleggj-
an av verandi vatnleiðingum á Miðals-
brekku, boðið út alment.
Útbjóðingartilfarið fæst til láns móti
kr. 1000.00 í veðhaldi. Teir ið ynskja at
lána útbjóðingartilfar, verða bidnir um
at bíleggja tað hjá P/F Sofus M. Jakob-
sen í seinasta lagi týsdagin tann 14. juli
1992.
Tilboðini skulu sendast til Vestmanna
kommunu í afturlatnum brævbjálva
merktum »Utbyggjan av vatnveitingini í
Vestmanna — Tilbod«, og skulu tilboð-
ini vera Vestmanna kommunu í hendi í
seinasta lagi hósdagin tann 20. aug.
1992 kl. 16.00. Innkomnu tilboðini verða
tá latin upp á kommunuskrivstovuni í
Vestmanna, og kunna teir bjóðandi vera
hjástaddir.
P/F Sofus M. Jakobsen
Ráðgevandi verkfroðingar FRÍ
J. H. Schrøtersgøta 11
Postsmoga 344
FR-110 Tórshavn
Telefon 13522.
Telefax 106 22.
Ver kreativ — seyma sjálv
Tað er bíligari, og tú fært tað so, sum tú
sjálv ynskir tað.
Vit hava alt, tú skalt brúka til seyming-
ina — líka frá knappanálum til tað toy
og mynstur tú kundi hugsað tær.
Komið innar og síggið Føroya størsta
úrval í seymitilfari.
Enn hava vit nakað eftir av tógvinum,
sum vit selja við = 30%.
Pf. Marjun Heimá
C. Pløyensgøta 4
100 Tórshavn - Tlf. 12531
Blindastovnur Føroya
hevur opið månadag—friggjadag kl. 9—16.
Telefonir: 18222 og 19288.
=