Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10. Scansat/TV3 Friggjadagin kl. 18.35: Nurses Sandy hugsar nógv um ein sjúkling, frú Pinson, sum framvegis vónar, at dóttirin kemur at vitja hana, hóast tað ikki tykist at verða so. Nýggi sjúkrarektarin, Kirby, sovnar, meðan hon er til arbeiðis, tí hon hevur verið á vakt 36 tímar. Tá ið dr. Kaplan og Kirby finna narkotika á gólvi- num, verða tey vís í, at onkur, sum ar- beiðir saman við teimum, hevur mist tað... 19.05: Fríggjadagin kl. Jump Street Kona Dough biður hann flyta, tí hann hevur ikki samkenslu við nekrum. Hann flytir inn til loki. Samstundis metir Judy Marcus Rainey, sum hon beinanvegin fær tokka til. Rainey er maðurin, kommunustjórin vil hava sum at gera eina fyritakssemið í fyritøkuni. Judy verður skotin í honum, og verður klekk, tá ið hon frættir, at hann er giftur. Hon ger tað beinanvegin liðugt við hann, men Rainey ger alt fyri at fáa hana aftur kanning um Fríggjadagin kl. 20.00: The Johnnie Mae Gibson story Am. filmur frå 1986. Filmurin byggir å eina sanna søgu um framburðin hjá ein- ari littari kvinnu í FBI. Johnnie Mae hev- ur altíð barst fyri at fáa tað, hon vildi. Hon vaks upp í fátækum korum, saman við einum pápa, sum hevði sin stoltleika, og einari mammu, sum rýmdi frá teim- um, tá ið Johnnie var níggju ára gomul. Johnnie hevur lært, at hon bert kann líta á seg sjálva. Hon fer á hægri skúla, og har hittir hon Marvin. Tey giftast og fáa eitt barn. Men Johnnie veit enn ikki rættuliga hvat hon vil. Tá ið Johnnie fær arbeiði innan legregluna, koma trupul- leikar í privatlívið, og tá ið hon verður biðin at koma inn í FBI, veit hon, at tað kann kosta henni hjúnarlagið við Mar- vin. Leygardagin kl. 19.00: Hardball Charlie er í einari veitslu, har hann hittir vinfólk frá tíðini, hann var í hertænastu. Veitslan endar syrgiliga, tí ein av monn- unum verður ákoyrdur og doyr. Smitty, tann sum doyði, vildi fegin havt tosað við Charlie um nakað av týdningi, áðrenn veitslan byrjaði, men fekk ikki fatur í hann. Beint eftir vanlukkuna, kemur besti vinmaður Smitty's inn í myndina... Leygardagin kl. 22.55: Twilight Zone Dýrt ríkidemi. Charles Haid í leikluti- num sum tann heimleysi familjupápin, sum knappliga kann gerast ríkari, enn hann nakrantíð hevði droymt um — men bert um hann missir alt, hann er góður við. Sunnudagin kl. 21.55: Gentlemen and players Bretsk sendireð frá 1988 við Mike Sava- ge og Bo Beaufort sum fíggindar í einum leiki við ongum reglum. Tá ið Savage og Bo kappast um, hver eigur ein stall, fer Paula at vísa sínar »romantisku« síður fyri Bo. Tá ið Bo lov- ar Pauli við ein flúgvitíma og sendir henni gávur, heldur Paula at hann er vorðin góður við hana, men tað heldur Savage ikki... Mánadagin k 3 19.05: Kvinnuklinikkin Klinikkin hevur stórar fíggjarligar trup- ulleikar, og steðan gerst ikki betri, tá ið ein kvinna, sum misti barnið undir við- gerðini har, stevnir tey. Kvinnan eitur Frances Leonard, og er gomul vinkona hjá Joanne Halloran, sum nú roynir at seta seg í samband við hana, at tosa um málið. Frances hevði skrivað undir uppá eina góðkenning av viðgerðini, sum elvdi til at hon misti barnið, men pappírið er horvið, og klinikkin hevur ongan megu- leika, um málið kemur fyri rættin. Og lagið millum starvsfólkini verður uppaft- ur verri, tá ið tað frættist, at nú skal len- in skerjast við 24 prosentum. Mánadagin kl. 20.00: Crossings Am. sendireð í trimum pertum, bygd á skaldsegu hjá Danielle Steels við sama heiti. Segan fer fram í tíðini framman- undan og eftir seinna heimsbardaga, og snýr seg um tvær familjur. Tær liva eitt luxus-lív, ferðast, halda veitslur o.sfr. Men orsakað av krígnum broytist livi- háttur teirra við eitt. Ríki handilsmaðurin Nick Burnham verður boðsendur Hvíta Húsinum av Rosevelt forseta, har hann verður biðin at útvega upplýsingar um ætlanir hjá Hitler, tá ið hann næstu ferð fer til Eu- ropa. Dagin eftir fer Nick við »Queen Mary< saman við konuni, Hillary, og lítla soninum. Umborð hitta tey ambassader- hjúnini Liane og Armand DeVillers, sum mótvegis teimum, eru sera eydnurík. Nick verður skotin í Liane, og komin til París roynir hann framhaldandi at hava samband við hana... Mánadagin kl. 21.45: 48 timar — Presumed guilty Hugsa tær at verða handtikin og fongsl- aður fyri nakað, tú ikki hevur gjørt! Hetta er evnið í hesi sendingini. Týsdagin kl. 19.05: Stuntmaðurin Colt Seavers og Howie leita hesuferð eft- ir Randy Soames, einum manni, sum er eftirlýstur fyri narkotikasmugling, fýra álop og eina neyðteku. Teir koma til eina lítla smáttu í oyðimerkini Mojave. Har finna teir Soames, sum eisini er odda- maður hjá nekrum motorsúkklumonn- um... Mikudagin kl. 19.05: Wiseguy Ein av ++ ÅR hjå Pinzole stjelur ein kjåla og Eli Sternberg fer eftir hon- um. At tryggja sær at Eli ikki verður skaddur, fer Vinnie aftan á honum. Men Nr. 129 — 10. juli 1992 Vinnie verður åkoyrdur av einum bili, sum kemur framvið og fer á sjúkrahús við brotnum beini og kroystum rivum. Hósdagin kl. 20.00: Quick Gun. Am. western frå 1964. Hin ungi Clint Cooper noyðist at rýma úr býnum og liva sum byrsumaður eftir at hann i bardaga hevur dripið tveir synir hjá einum ríkum bónda. Tá ið hann tvey ár seinni kemur aftur, fær hann tað trupult. Íbúgvararnir vita hann er drápsmaður, men teir broyta skjótt hugsan... Hósdagin kl. 22.40: Twilight Zone Rúm no. 2426. Ein politiskur fangi (Dean Stockwell) kann sleppa úr fongsli, um hann vil trúgva upp á nakað, sum er sterri enn vísindin... Gita hvaðan vit leiga sjónvarp og video? Nógv ymisk modell og staddir til leigu Finlux Slim Line 20/24” Saba Black Matrix 14/25” Telefunken 21" v/u tekst - mono/stereo Videotól HO — nú við Long Play VPS System VIDEO HI-FI-TV Niels finsensgeta 12 - Tlf. 151 32 hevur sjónverp til leigu