hósdagur 16. juli 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pre
i
æt
gyde
Rætt til
framtidina
AVGERD Noregs um at taka upp aftur
avmarkaða veiðu av sildreka hevur ikki
bara lopið ødi í ymsu friðingar- og
umhvørvisverndarfelagsskapirnar og
tey lond, eitt nú USA, Bretland, Holland
og onnur, sum altíð eru millum tey fyrstu
at leypa á leistum fyri hesum felags-
skapum, men so sanniliga eisini í EEC-
samgonguni sum so.
ILT er at siga, hvussu tvørt hetta kemur
norðmonnum fyri, nú samráðast skal um
norskan EEC-limaskap, men helst man
almenni norski EEC-hugurin vera kólin-
aður nakað
HÓAST allan hugsandi samhuga føroy-
inga við sildrekanum, sum vit sjálvir ikki
eiga nevnivert av, kunnu vit ikki annað
enn vera norð monnum takksamir fyri
greiðu stoðu teirra í hvalamálinum - at
teir ikki longur lata sær lynda hopisleys
og ikk! visindaliga grundað diktat uttan
eftir, um hvussu teir skulu umsita veiðu-
æg:
Ábyrgðarbísðstjóri: Jan Miller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: PI Sonislurin Bústaður: Argjavegi 28 Postsdresss. Postsmagu 76
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kaknar Lindenskov
Hilmar Jan Hansen - Uppseting: Pit Sosielurin Argjum 118 Tórshanm
Jostims Eidesgaard Prent: Pit Pressen 1981 Tsiefon: 11820 Telefax: Bit.
forar stovnar i egnum sjógvi.
IKKI tí, norðmenn hava eins og vit ikki
verið heimsmeistarar í so máta, men
kortini umsítið livandi sjótilfeingi teirra
munandi betri, enn eitthvort EEC-land
ella annað mótmælandi. Enn er vón fyri
brukiligum fiskivinnurakstri í stóra norska
sjógkinum, meðan vónirnar í so máta, og
av egnum ávum, bara eru minkandi hjá
ødrum, fyrst og fremst takkað verið teirra
egnu ídnaðardálking og síðani einum
fullkomiliga høpisleysum fiskivinnupoli-
tikki.
EINKI er at ivast i, at umhvørvisverndar-
felagsskapirnir eiga heiður uppibornan
fyri mong heppin tiltok, men lata hesir
sær einki siga, tá fulldygg vísindalig
prógv eru til taks, tá um ræður skilagóða
nýtslu av tí, vit eru sett á jørðina at um-
sita, hava vit, sum av jørdini og havinum
liva, ikki annað val, enn at venda teimum
bakið
NÆST er so at spyrja, um vit ikki kunnu
liva eitt nú grindina fyriuttan. Svarini eru
helst ymisk. Munandi verri er sum for
oyingur at liva uttan higartil sjålvsagda
rætt okkara til sjálvir at nýta og hava
ábyrgd av egna tilfeingi okkara. Eins og
onnur fólk vita heldur ikki vit, nær grindin
kanska aftur gerst álitið — nær vit kanska
aftur av neyð mugu reika um havið at leita
eftir henni fyri yvirhøvur at ana í hesum
landi.
HEIMSINS reinasta havi, ti føroyska,
plaga vit at reypa av, men so hvort hetta
sølkast meira og meira av Stórídnaðinum
uttan um okkum, sum umhvørvisfelags-
skapir tykjast heilt at gloyma, tå halur ella
grind er í eygsjón, minka eisini okkara
sjálvbjargnismeguleikar, og hesar kunnu
vit á ongan hátt verða við til at skerja —
ella taka frá okkara eftirkomarum, sum
fáa so ríviligt av oðrum at gera gott aftur
GRINDIN fyri okkum snýr seg minni um
dogurðan í morgin enn um rættin til fram-
tíðina
HÓAST umhvørvisverndarfelagsskapir-
nir mangan skjóta við síðuna av málin-
um, meira við letuvinningi fyri eyga,
rokkin við misnýtslu og fólksins góðsku
og útspekuleraðari villleiðing, er starv
teirra skilabestu partur av strembanin
hjá okkum eftir einum betri umhvørvi -
einum betri heimi. Men klaps skulu teir
hava - og tað dyggiliga - fara teir so
skeivir av málinum, at bara tað sum
gevur pengar, og tað nógvar, skal liggja
fremst í huganum.
MANGT skilagott var viðtikið umhvørv-
inum at frama á stóra umhvørvisfundin-
um í Rio - mangt beinleiðis eftir uppskoti
og trýsti frá slíkum felagsskapum og
politikarum, sum standa slíkum nær. Tó
einki um eitt nú tað dálkingarhóttað hav,
fremstu "kelidyr” teirra foðast, liva og
doyggja í.
HER ruggar ikki rætt í eygum før-
oyinga og nú heldur íkki í eygum
norðmanna og íslendinga, og tá so
er, hava vit ikki bara eina heimapolit-
iska skyldu til at tala at, men sanniliga
skyldu mótvegis altjóðasamfelagnum til
á hægsa politiska stoði at siga okkara
vælgrundaðu hjartans meining um hesi
viðurskifti.
ALT Føroya fok! stóð aftan fyri løgmann,
tå harðast leikadi á í grindamålinum hjá
okkum. Eins stinnir stuðla norðmenn
teirra stjórnarleiðara í sildrekamálinum
og spennandi verður at síggja hvussu
leikur fer
pin
Kreppukabarettin
Avdúkar hæði
eitt og annað
Jið Skálkabrosi
Mong eru evnini á skránni í Kreppukabarett-
int, ið verður framførd í Havn um vikuskiftið
Leygardagin og sunnudag-
in kunnu havnarfólk eins og
fleiri onnur aðrastaðni kring
landið hava kunnað tað,
fara at hyggja at Kreppu-
kabarettini. Báðar dagarnar
kl. 17 verður hon framførd í
Læraraskulahøllini.
Kabarettin hevur nu ferd-
ast kring landið, og aftan á
framtørslumar í Havn er
ætlanin at enda vid fram-
førslu å Oyrarbakka.
Ikki kann heldur sigast
annað, enn at tað er ein sera
fjølbroytt framførslan, id er
á skránni hjá Skålabrosi, ið
kabarett-bólkurin = kallar
seg.
Eitt sindur av hverjum
>Vit royna at hava eitt
sindur av hverjum við, og
vit koma við ikki so fáum
avdúkingum av ymsum
slagi,< sigur Jákup Veyhe,
ið er ein av leikarunum. »At
ein hin nýggjasta handils-
fyrttøkan her á landi er av
slíkum slagi, at hon skal
royna at selja sum minst, er
eisini nakað, vit hava við.<
Hann leggur aftrat, at eitt
tað mest upplagda í hesum
døgum er at fáa onkran
stuttleika burtur úr teimum
stóru trupulleikum, síðstu
sosialistarnir nú eru í, sum
hann málber seg.
>Men tað er ikki alt,«
leggur Kristianna Winther
Poulsen aftrat. »Vit koma
eisini vid so mikið umfat-
andi avdúkingum, sum eitt
nú, hvor tað er, ið hevur
skuldina av kreppuni. Áðr-
enn framførsluna siga vit
ikki, hvør tað er, men vit
fara at avdúka, at tað er ein
heilt stætt, ið má taka hesa
ábyrgd á sínar herðar.<
Sum heild er tað kreppan,
ið er afturvendandi gjøgn-
um Kreppukabarettina, og
roynir Skálkabros at fáa
fólk at síggja kreppuna við
øðrum eygum: >Vit vilja
heldur hava, at fólk flenna
eitt sindur at kreppuni, enn
at tey bara seta seg niður at
gráta um hana,< sigur Mar-
itaDalsgaard.
Pallvandir leikarar
Felags fyri allar leikar-
arnar, 10 eru við í kabarettini
er, at teir hava verið við til at
spælt kabarett áður — øll
hava tey eitt nú verið við í
sidavandu ólavssgkukaba-
rettini, eins og flestøll eisini
havaspælt sjónleik, og ti eru
sera pallvand.
Hetta átti at borga fyri ein-
ari ávísari dygd, og at um
900 fólk kring alt landið nú
hava sæð kabarettina í til-
samans 12 framførslum, tal-
ar eisini sítt greiða mál.
At tey nú leggja leiðina til
Havnar, verður eisini gjørt í
teirri vón, at gjørligt er at
fylla hølini har. »Lærara-
skulahøllin hevur pláss fyri
um 300 fólkum, og okkara
vón er, at mong koma higar
at hava eina hugnaliga og
Stuttliga løtu saman við okk-
um í besta kabarett-hyri,«
siga kabarettlcikaramir.
Aðrenn prátið endar, lyfta
tey lokið eitt lítið sindur av
Fimm av teimum seks leikarunum, ið eru við í K reppukabarettini. Aftast frá vinstru: Suni
Danielsen, Kristianna Winther Poulsen og Marita Dals gaard. Fremst situr Unn Paturs-
son, og væl goymdur mitt i rúgvuni sæst Jákup Veyhe. Sjúrður Skaale vantar á myndini.
enn einari heilt sjáldsamari
og forkunnugari avdúking:
»Fiskur er ikki fiskur, men
eitt skálkaskjól fyri nókrum
heilt øðrum. Og hvat fiskur
veruliga er, fara vit eisini at
avduka…«
hj.