Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 133— 16. juli 1992 Momsur góður fyri utflutningin -hinvegin óttast tey, sum i høvudsheitum framleiða til heima- marknaðan, fyri at momsurin fer at taka lívið av fleiri smærri fyritókum, tí tær fara ikki at standa seg í kappingini Skattanevndin, sum í løtuni situr og arbeiðir við moms-uppskotinum hjá landsstýrinum, hevur havt fleiri fundir vid fakfeløg, handilsfyritøkur og einstaklingar Vilhelm Johannesen, for- maður í nevndini sigur, at nevndin hevur millum annað havt fund við løn- takarafeløg, timburhandl- ar, heilsølur, Føroya Keypmannafelag, felagið hjá kioskeigarum, bakariir og sniðhúsaframleiðarar. Spurningur um føroysku bakariini fara at standa seg Feroysku — kekurnar fáa harða Kkanning Heini Restorff, stjóri á stórsta bakarín- um |! Føroyum, ber stórliga ótta fyri, at mong føroysk bakaríir fáa ilt við at standa seg mótvegis kappingini uttan- eftur tá momsurin er komin. Ein av teimum føroysku vinnunum, sum framleiðir til heimamarknaðin, eru bakarími. Hesi fáa sera harða kapping tá momsur- in kemur og verjutollurin dettur burtur. Spurningurin verður, hvussu mong av teimum 20 føroysku baka- rínum, sum eru í dag, fara at standa seg í kapingini. Tað heldur Heini Res- torff, stjóri hjá Frants Restorff, sum er størsta bakarí í landinum. Hann vísir á, at sum er, rinda vit 68 prosent í tolli av inn- fluttum køkum, breyði og keks. Bakaríini rinda í dag bert seks prosent av meg- inpartinum av råvørunum. Eftir at momnsurin er komin verda tey 68 pro- sentini á innfluttu vørurnar bert 20, og í staðin fyri tey seks prosentini, sum før- oyska framleiðslan nú rindar, verða tey stórt sæð 20. Á hendan hátt verður torført hjá føroysku bakari- unum at standa seg, heldur Heini Restorff. Búldur oman á sár Heini Restorff vísir á, at stórur partur av føroyska vinnulívinum heur gjørt rættiliga stórar iløgur. At vit so rendu okkum í eina fíggjarliga kreppu hjálpir Haraftrat hevur nevndin havt ein felagsfund við Føroya Arbeiðsgevarafel- ag, Føroya Hansverks- meistarafelag, Føroya Id- nadarfelag, Råfiskakeyp- arafelagið, Reiðarafelagið og Menningarstovuna. ikki um, men tað mugu vit øll liva við, men hann Óttast fyri, at kemur moms- urin oman á kreppuna annars, verður hann búldur oman á sár. Stjórin hjá Frants Restorff heldur, at betur hevði verið, um verjutollurin kundi verið tíkin av so líðandi. Kanska yvir eitt fimm ára skeið, so fyritðkurnar kundu vant seg so spakuliga við ýggju umstødurnar. - At vit fingu loyvi til tess frá EF heldur Heini Restorff ikki hevur verið meira enn rímiligt, tí vit noyðast eisini at berjast við forðingar í okkara samskifti við EF. Millum annað við avmarkaðu nøgdini av góðskaðum fiskavørum á EF-markna- din, sigur Heini Restorff. Køkurnar ringast fyri Spurdur um roknast kann við, at føroysku bakaríini fara at leggja seg eftir åvisum vørusløgum sigur Heini Restorff, at tad kann væl hugsast. Hann Óttast ikki so nógv kappingina, sum vanliga breyði og tað vit kalla morgunbreyð, fáa, men køkurnar verða verri fyri. -Ikki ti at bakaríini vinna so nógv uppá køkurnar, men tær eru eitt sera gott ískoyti hjá bakarínum. Eisini soleiðis, at tað ber til at hava fólkið í vinnu fulla tíð, sigur Heini Restorff. tór.- Heini Restorff, stjóri hjá Frants Restorff, óttast fyri framtíðini hjá fleiri av fóroysku bakariunum, eftir at momsurin er komin og verjutollurin er horvin. Mynd: Kalmar Vilhelm Johannesen sig- ur, at í høvudsheitum kann sigast, at fyritøkur, sum framleiða ul útflutnings, vilja hava momsin at virka frá 1. januar komandi sum ætlað, tí tey halda, at momsurin kann sumbra útflutningsvinnuna. Hinvegin eru tær fyri- tókur, sum mest at kalla framleiða til heimamark- naðan, meira ivasamar Hildið verður, at fleiri smærri fyritøkur fáa ilt við at standa seg í kappingini við tað útlendska um eingin innflutningstollur er. Hetta er millum annað galdandi fyri føroysku sniðhúsini, sum eftir 1. januar verða umleið Vilhelm Johannesen, formaður í Skattanevndini heldur ein ugga vera í, at tað verður Líkningarráðið, sum fer at umsita momsin saman við tolli og skatti. Mynd: Kalmar 100.000 krónur dýrari í mun til útlendsk sniðhús. Haraftrat hava umboð fyri bakariir ført fram, at vandi er fyri, at tað verður torført at standa seg í kappingini mótvegis tí innflutta. lvasamur Formaðurin í Skatta- nevndini sigur seg enn vera eins ivasaman mót- momsinum sum altíð hevur verið, hann vísir á, at í handilssáttmálanum mill- um Føroyar og EF stendur beinleiðis, at vit skulu hava moms, og harvið má tað vera Tað sum Vilhelm Jo- hannensen serliga Óttast fyri er at momsurin verður VEgIS hann men trupul at umsita hjá smærru virkjunum, og hann óttast eisini fyri, at vit fáa eina rættiliga stóra almenna umsiting. Hann leggur tó atftrat, at ein uggi er, at momsurin skal umsitast av Líkningarráð- num saman við skatti og tolli. Enn vænter nógv í arbeiðinum hjá Skatta- nevndini at gera álitið liðugt, men Vilhelm Jo- hannensen roknar við, at nevndin fer at mæla ting- inum til at samtykkja upp- skotið frá landsstýrinum, tó við ávísum broytingum Hverjar broytingar, talan verður um, vil hann enn ikki siga. tór.-