Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| seinna # "AU UD, UDV, ———2 Samstarv millum og H áskóla I slands | Fróðskaparsetrið Foroyskt-islendskt visindasamstarv 20. og 21. august verdur føroysk - islendsk vis- indarådstevna i Reykja- vík. Á ráðstevnuni, sum verður hildin í Odda, Há- skóla Íslands, halda før- oyskir og íslendskir uni- versitetslærarar og granskarar fyrilestrar um eina reð av evnum, í flestu førum soleiðis at hvert evnið verður lýst frá bæði føroyskum og islendskum sjónarhorni. Evnini eru: Saman- burður millum feroyskt og íslendskt mál. Týð- ingar úr feroyskum til ís- lendskt og móttekan. sum føroyskar bókment- ir hava fingið í Íslandi. Feroyskur fiskiskapur við Ísland. Samanburð- ur millum íslendsk og føroysk kvæði. Hug- burður íslendinga til før- oyingar og evugt. Fólka- nøvn í Íslandi og i Før- oyum. Ísland á bretsk- um valdaøki fram til heimsbardaga. Føroyar á bretskum valdaøki fram til seinna heimsbardaga. Ráðstevnan er opin, oll kunnu koma at lurta eftir fyrilestrunum, sum verða fluttir á føroysk- um og íslendskum. Til at lætta um ta málsligu fat- anina verða stuttir skrivligir samandråttir av fyrilestrunum til taks hjá lurtarunum at styðja seg til. Ráðstevnan er úrslit av tí føroysk - islendska granskingarsamstarvi, sum lunnar vórðu lagdir undir í 1990, tá ið Heim- spekideild Háskóla Is- lands tók stig til sam- starv við Fróðskapar- setur Feroya um evni, sum hava áhuga fyri báðar partar. Ætlanin er at halda fleiri ráð- stevnur, ta næstu vænt- andi um tvey ár í Fer- oyum. Fyrilestrarnir verða útgivnir. Ráðstevnan í Reykja- vík verður sett hósdagin 20. august kl. 9, og tá halda rektararnir við Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Feroya reðu. Síðan verða fyri- lestrar til kl. 17. Fríggjadagin 21. august heldur ráðstevnan fram kl. 9 og endar kl. 17. Endalig skrá verður lýst seinni. Tidindaskriv: Talvudagar fyri Sjómansmissiónina Komandi sunnudag fer talvan at ganga í kirkjum okkara fyri Hina føroysku Sjó- mansmisstónina. Fólk fáa høvi at stuðla einum arbeiði figgjarliga, ið hevur havt og fer at hava sín týdning í framtíðini. Hin føroyska Sjómans- missiónin - ella bert Sjó- mansmissiónin - er gomul í garði, og hevur verið virkin síðani fyrst í hesi øldini, og er tað enn. Arbeiðsgreinar hennara fevna víða og eru sear ymiskar í vavi og inni-. haldi. Men alt virksemið er tó grundað á hetta eina, at okkarasiglandi fólk skal fáa høvi til at hoyra gleðiboð- skapin um Jesus Kristus, annadhvørt hetta so er við persónligari vitjan umborð á skip, ella við kristiligum bókum og bløðum, ið verða send til skipini. Bæði menn og kvinnur Í seinastu útgávuni av Trú- boðanum, ið er blaðið hjá Heimamissiónini, verður greitt frá tí virðismikla ar- beiðnum hjá Sjómans- missiónini. Har verður m.a. tikið so- leiðis til av Hans Paula Høj- gaard, fyristødumanni á Runavikar Sjómansheimi: — Jú, tað er púra vist, at br'ku er fyri sjómansmissi- ón. So leingi Føroyar standa, so leingi fiskur svimur í sjónum, so leingi vit hava sjómenn, líka leingi hava fólk tørv á at móta ti livandi Gudi. — Uppgáva okkara sum Sjómansmissión er at vera sendiboð í Kristi stað. Jesus gekk sjálvur úr bygd í bygd, frá persóni til persón við gledibodunum. Tá hann segi "Farið", so varð tað eisini sagt til okkara, sum einstaklingar og ikki minni sum Sjómansmissión. — Øll fólk hava brúk fyri Gudi. Men mong menn- iskju, í einum vælskipaðum vælferðarsamfelagi, skúgva bæði Gud og ævin- leikan frá sær. — Vit, sum arbeiða við og millum sjómenn, meta her einum fólki, sum dagliga er at finna á ti stóra, ótrygga havinum. Her metir ein samstundis fólki, sum í mangari havódnini åsann- aðu, at lítið var millum lív og deyða. — Tað munnu vera fáir, sum ikki i slikari løtu hava sent upp eina bøn til Hans- ara, 10 å øllum valdar. — Og okkara uppgåva, sum Harrans sendiboð, er ti at bera kallid frå Gudi vidari til hesar — eisini i dag! Sjómanstrúboðari Tad finnast uttan iva tey, 10 siga Sjómansmissión at vera eitt og sama heitið fyri Sjómansheim. Hetta er tó bert hálvur sannleiki, tí hóast sjómansheimini í Havn, Runavík og í Reykja- vík eru knýtt at Sjómans- missiónini, so er hon eisini virkin á mongum gðrum økjum. Væl kent er uttan iva arbeiðið hjá Sjómans- kvinnuringunum, Bróður- ringinum á Havinum, og eisini jolapakkamir til før- oysku skipini. Tå skip fara av bakka- stokki verður miðað ímóti at útvega ein bókakassa til hvert teirra. Í slíkum kass- um eru vanliga sangbøkur og andaktsbøkur. Eitt annað týðandi arbeiði er at vitja um borð á skipini við bókum og bløðum, og tosa við menninar, um lørv- ur er á tí. Í starvi hevur Sjó- mansmissiíónin í letuni Johan Olsen, sjómanstrú- boðara í Rituvík. Leggjast kann aftrat, at Høvudsstyrid hjá Heima- missiónini hevur sett Tor- leif Johannesen av Nesi í starv sum sjómanstrú- boðara. Hann byrjaði í hes- um starvi 1.1.93. Torleif hevur m.a. verið fyristødu- maður á sjómansstovuni á Bornholm. Lesarabrøv A IST Til legtingsins Figgjarnevnd og Føroya Landsstyri Læknaráðið við Lands- sjúkrahúsið er í dag kunnað um nýtt uppskot um sparing á Landssjúkrahúsinum 1992 (frá í dag 15.07.92). Læknaráðið kennir seg noytt at koma við ålvarslig- um viðmerkingum. Uppskotið byggir á nakr- ar fyritreytir frá Landsstýr- inum. Her verður m.a. nevnt, at uppsagnir skulu verða javnt býttar yvir allar starvsfólkabólkar og allar deildir. Síðan verða í upp- skotinum sparingar býttar út proportionalt á ymsar starvsfólkabólkar og skorið burtur av fleiri deildum. Hesin spariháttur hevur púrt onki samband við funk- tiønimar og ger rationellan rakstur émøguligan. Millum fyritreytirnar verður nevndur ein fíggjar- ligur karmur við eina eyka- játtan upp å 6,5 mill. kr. Her má havast í huga, hvussu Ogvusliga hart Lands- sjúkrahúsið varð rakt av teimum stóru sparingunum árini framman undan, og núverandi stødi má síggjast út frá hesm. Sum fyrivarni nevnir sjúkrahússtjórin í uppskot- inum í dag, at avleidingar-, nar av nøkrum av fyri- treytunum eru, at brúkast máarbeiðslag, sum leiðslan higar til dags hevur mett órealistiskt. Hetta er eisini Læknaráðsins meting, ser- liga viðvíkjandi møgulcik- unum fyri rationellum raksti og fyri at sjúklingar kunnu fáa eina ngktandi viðgerð og rgkt. Undir — samráðingunum um sparingar á Lands- sjúkrahúsinum hevur Landsstýrið skumpað leiðsluna til síðis og hevur sjálvt leitt samráðingarnar. Hetta er fyri leiðsluviður- skiftini púra óngktandi og har afturat hevur Lands- stýrið í ógvuliga lítið mát gjørt brúk av nakrari faklig- ari ráðgeving. Vegna Læknaráðið August G. Wang formaður Skrivstovan hjá Am- nesty Føroya International, Deild er stongd vegna sum- marfrí í tíðarskeið- num 20. juli-21. aug. (báðir dagar írokn.) Brudleyp Leygardagin kl. 16.00 giftast í Simeonskirkjuni, Sjællandsgade, Køben- havn Lise Piil Petersen og Jåkup Andrias Logn- berg. Brúdl. adr.: Ryttergár- den, Peterstrupvej 49, 2750 Ballerup. Upplivið »Heygadrang« Útferðir verða gjørdar hvønn dag. Nærri fæst at vita á tlf. 24305. f |