fríggjadagur 17. juli 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 134 —
17. juli 1992
Syngja hvønn
Sunnudag
Farið er undir kórvenjingarnar til Olavsøkuna.
Kórið "undir Tinghúsinum" venur nú hvønn
sunnudag, og verður kirkjukórið savnað fyrsta
dagin.
Eins og undanfarnu ár fer
kór at syngja við Ólav-
søkugudstænastuna. Nærri
verður lýst um venjing-
arnar.
Hetta kirkjukórið er
vorðið fastur siður, síðan
Havnarkórið og Kristiliga
Sangkórið fóru undir hetta
tiltak. Fyrstu ferð var í
1972 í sambandi við, at
Karl Clausen hevði sang-
læraraskeið í Føroyum.
Áður hevði kór bert
sungið eina ferð við hesa
guðstænastu - til 900-ára
minningarhaldið í 1930, tá
ið Jákup Dahl, próstur og
Jógvan Waagstein, organ-
istur og leiðari fyri
Havnar Sangfelag, fingu
hetta upp í lag. Fast var
annars at hava forsangarar
til hesar guðstænastur -
men ongantíð kór.
Fastur síður
Men síðani 1972 hevur
hetta verið fast. Tey árini,
Jóannes Nolsøe var organ-
istur í Havnar kirkju, var
Kristiliga Sangkórið (sum
Jóannes stjórnaði) eisini
kirkjukór - og oftast sungu
tey við hesa guðstænastu.
Annars sang Havnarkórið.
Okkurt árið hevur Kirkju-
kór Havnar Kirkju sungið.
Hesi seinnu árini hevur
einki "fast" kór sungið
hesa løtuna. Bróðurpart-
urin hevur verið forsang-
araskarin í Havnar kirkju -
Jógvan Waagstein -
eldhugaður fyri kingos-
angi
stuðlaður av sangarum úr
øllum landinum.
. Venjingarnar verða i
KFUK, og nærri verður
lyst. Høvi er hjá øllum
sangáhugaðum at koma
við. Men við tað, at venj-
ngarnar ikki eru so nógv-
ar, er sjálvandi fyrimunur
at vera eitt sindur
sangvanur.
Føroysk løg
Ein slikan dag kunnu vit
loyva okkum at vera lok-
alpatriotar, og ti eru gll
lógini, sum sungin verða,
føroysk. Oftast verða
kingogg sungin - ein- ella
fleirraddað - men eisini
nýggjari løg.
Síðani kór fór at syngja
í kirkjuni á Olavsøku,
hevur at kalla altíð verið
byrjað við einraddaðum
kingosangi - tey seinnu
árini oftast á føroyskum.
Eins og í fjør syngur
kórið kingolag av Toftum,
sum Hans Jákup Højgaard
hevur teknað upp: Sum
ígjógnum sortar skýggja
("Som den gyldne Sol
frembryder").
Hans Jákup var føddur í
1904 og var eini 10 ára
gamal, tá ið tey góvust at
syngja kingo á Toftum
(um 1914) - so hann var
ein av teim fáu, ið enn
mintist henda sermerkta
sang.
Spell kortini, at hann
ikki gjørdi meira við at
tekna upp og "lansera"
kingoløg - tí tey løg, hann
teknaði upp, eru millum
okkara allravakrastu. Her
er at nevna Í hesi sælu
jólatíð (á jólaplátuni hja
Toftakórinum), Tú Harri
Krist (sum varð sungin til
inngangs við Glavsøku-
guðstænastuna í fjør) og
Sum igjøgnum sortar
skýggja (hesir báðir sálm-
arnir eru á eini singul-
plátu, sum Havnar
Sangfelag gav út okkurt
um 1960 - men á
donskum).
Hetta toftalagið til Sum
ígjógnum sortar skýggja
er nakað gðrvísi í sniði
enn tað, vit vanliga hoyra
(eftir Olaf Mohr í
Hoyvík). Tó helt Hans
Jákup, at hesi bæði løg
mintu sera nógv um hvert
annað.
Hetta kingolagið verður
sungið til minnis um Hans
Jákup Højgaard.
Waagstein
undangongumaður
Undangongumaðurin fyri
at fáa kingolggini inn
aftur í kirkjurnar var
Jógvan Waagstein,
yvirlærari, leiðari fyri
Havnar Sangfelag og
organistur í Havnar kirkju.
Eins og Hans Jákup
Højgaard mintist hann
kingosangin frå barna- og
ungdómsárunum (føddur í
Klaksvík í 1879), og
longu sum smádrongur
gjørdist hann sera hugtikin
av hesum sermerkta sangi.
Hann setti sær tíðliga
fyri at bjarga tí, ið bjargast
kundi av hesum arvi,
áðrenn alt fór í gloymsk-
una og ferðaðist tí dúgliga
kring landið við fonograf-
inum - tók upp í Sumba, í
Tjørnuvik, á Velbastað og
aðrastaðni.
Hesar upptøkur eru til
enn og eru í roynd og veru
sera týdningar- og virðis-
mikið musikksøguligt
tilfar. Fáa aðrastaðni í
verðini er hesin sangháttur
so væl dokumenteraður -
Føroyar eru sermerktar av
tí, at kingosangurin livdi
so leingi her á landi. Tá ið
menn fóru undir at tekna
henda sang upp í Noregi
og Svøriki um
aldarskiftið, var hann
longu otaður burtur
nógvastaðni - og enn
meira, tå ið upptekutólini
einaferð vóru uppfunnin.
Tískil eru fáar upptøkur
av hesum sangi aðrastaðni
- haraftrat er hann nógv
meira ávirkaður av
nyggjari sangideali enn
kingosangurin i Føroyum.
Sostatt var hetta eitt
bragd, Waagstein gjørdi.
Jåkup Dahl eisini
eldhugaður
Svágur Waagstein, Jákup
Dahl próstur - sum eisini
var eldhugaður fyri hesum
tiltaki - týddi flestar sálm-
arnar, og sang Havnar
Sangfelag teir fýraraddað
Síða 15
Í
longu í tjúgu-árunum.
Her eigur at verða lagt
til merkis, at Olavsøku-
kantatan (1930) endar við
sálminum Harra Guð títt
dýra navn og æra. Kann
tykjast eitt sindur "banalt
" í dag - men havt eigur at
verða í huga, at tá í tíðini
var sálmurin burtur-
gloymdur. V. 9. 0. gróvu
prestur og organistur hann
fram aftur úr gloymskuni -
og nettupp hesin sálmur er
besta prógvið um, at teir
eydnaðust í arbeiði sínum:
at bjarga tí, ið bjargast
kundi undan gloymskuni
og geva føroyska kirkjuf-
ólkinum forna, burtur-
mista arv sin aftur.
"Waagsteinsk"
kingoløg
Í 1931 gav J. Waagstein
út nétahefid Gomul Før-
oysk Sålmaløg (15 tey
fyrstu løgini). I 1946 kom
so onnur og økta útgáva
(15 løg afturat).
Tað var fyrst og fremst
hesum nótasavni fyri at
takka - og eldsálunum
Jákupi Dahl og Jógvani
Waagstein, sum lærdu
kirkjuliðið hesar sálmar
og løg - at kingoløg aftur
gjørdist livandi og "stovu-
rein" mentan i Føroyum.
Teir fråliku kórsatsirnir
hjá Karl Clausen hava
gjørt hesar sálmar vælum-
tóktar í kórum, og neyvan
er Olavsøkugudstænasta,
uttan eitt "Waagsteinskt"
kingolag verður sungið.
Í ár fer kirkjukórið at
syngja sálmin hiå Gud-
mundi Bruun "Kyrie Elei-
son" - sum hann hevur
yrkt til Ljómurnar
(Hægstur Heilagur Andi -
Gomul Føroysk Sålmaløg
nr. 8)
Hetta lag (sum sambært
Hjalíuari í iirén stavar frá
katólskum messusangi)
man falla væl í oyruni á
lørovingum, ti mangir
hava yrkt til henda versa-
fótin (sami sum Kviviks-
táttur). Eisini hevur J.
Waagstein skrivað para-
frasu fyri orgul yvir
Ljómurnar.
Nýggir satsir
Men nýggir satsir eru altíð
kærkomnir - serliga til
kingoløg, sum eingin sats-
ur er til frammanundan.
Vísusangarin Niels Mid-
Í ár leiðir Sunnleif
Rasmussen kórið á
vøllinum
jord er fjøltåttadur - hevur
gjørt frålikan sats til
Lover nu Herren
(kingolag eftir Súsonnu
Samuclsen í Húsavík).
Tórshavnar Kamarkór
hevur henda
kingosálm við á mangari
uttanlandsferð, og í ár
verður hann so sungin í
kirkjuni á Olavsøku
Men vit
havt
mugu eisini
ganga nýggjar leiðir - og
fer kórið ti eisini at syngja
sálmin hjá Karsuni Hoy-
dal: Sig mær hví er foldin
føgur, sum Sunleif Ras-
mussen hevur sett tónar
til
Í samrødu vid Sosialin í
fjør vísti Sunleif á tydn-
Ingin, at vit royna nýggj
løg og satsir - serliga inn-
an kirkjugátt
heri