Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 136 — 21. juli 1992 Danska Kirkjumálaráðið: Petur Martin SKAL flyta! Síða 5 Flytir hann ikki, eru tvinnir kostir í at velja: Antin sigur hann seg sjálvan úr starvi, ella setir danska kirkjumálaráðið tænastu- mannakanning í verk Steffen Brené er skriv- stovustjóri í danska kir- kjumálaráðnum. Hann segði við Dimmalætting leygardagin, at hevði hann ikki mánadagin (í gjár) fingið endaliga at vita frá Peturi Martin Rasmussen hvørt hann ætlar sær at flyta í prestagarðin í Essa- låg 18 í Havn ella ikki, so varð tænastumannakann- ing sett í verk. Og í gjár hevði kirkju- málaráðið framvegis onki endaligt svar fingið. Men kortini verður bíðað nakrar dagar afturat. - Vit hava munnliga fingið at vita frá Petur Martini, at endaliga svarið skal fyriliggja í vikuni, sigur Steffen Brené. Tí hava vit valt at bíðað hesa vikuna afturat. Hvat síðani hendir, veldst um, hvat stendur í svarinum. Eitt av tveimum Svarar Petur Martin at hann vil flyta - og eisini ger tað - so er málið av- greitt Svarar hann haraftur- ímóti at hann ikki vil flyta, eru tvinnir møgu- leikar: Antin frásigur dóm- prósturin sær sjálvur em- bætið, ella tekur kirkju- málaráðið stig til, at ein tænastumannakanning verður sett í verk, sum skal gera greitt, hvert hann hevur brotið reglu- gerðina fyri sítt embæti ella ikki. Og ikki at vilja flyta í prestagarðin er eftir øllum at dóma ikki bara brot, men grovt brot å hesa reglugerð. Steffen Brené ger greitt, at tað er eitt ófrávíkiligt krav, at Petur Martin flyur í prestagarðin. Har er eingin uttanum. vegur S-S- Teir kunnu gera hvat teir vilja Petur Martin Rasmussen tekur sær tað ikki nær, at kirkjumálaráðið hóttir við at seta tænastumanna- kanning í verk. - Eg veit væl, at kirkjumálaráðið hevur kravt at fáa svar frá mær í dag. Men tað fáa teir ikki! segði hann, tá vit tosaðu við hann í gjár. - Ætlar tú als ikki at svara? - Jú, jú. Teir skulu nokk fáa svar. Men tað hevur ongan skund. - Kirkjumálaráðið hóttir við at seta tænaskumanna- kanning í verk, um svarið ikki liggur á borðinum hjá teimum í dag (le. mánadagin) - Tað er í lagi. Teir kunnu gera hvat teir vilja. Tad fari eg ikki at blanda meg uppí. Og annað vil Martin ikki siga. - Eg havi ongar aðrar viðmerkingar fyrr enn tíðin er búgvin til tað, sigur hann. Petur S-S- Biskupur: Eg eri uttanfyri Hans Jacob Joensen, bisk- upur, sum fekk kirkju málaráðið at koma uppí málið í síni tíð, heldur seg ikki hava meira at gera við tað nú - Eg havi heitt á kirkju- málaráðið um at fáa viður skiftini í rættlag hann. Meira , Sigur ætli eg ikki at gera í málinum Hans Jacob heldur, at tað var skylda hansara sum biskupur at boða kirkjumálaráðnum frá Men meira skal hann ikki sera Tað sum nú hendir er millum Petur Mart kirkjumálaráðið, sigur hann im og FG LEIGI > BRÚKTAN = | 2 BIL FRÅ (% mr (= FB 3? & UA 7 …O£ tað há seg, kann eg på siga I 5 Leg ||pt. wenzel petersen, tif. 13873