hósdagur 2. juli 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
o ikki vidgangandi politiskar ideologtir og religiøs fana-
sma forkemur okkara andaliga frælsi. Kenn sjálvan teg.
ak lut í politiskum virksemi, so tit sum ungdómur fáa
møguleika at byggja upp eitt betri samfelag segði Poul
Olsen, lækni m.a. í rødu síni til pisurnar á Gøtusandi herfyri.
Hann segði:
Fyri nógvum árum síðani
var eg staddur á einum
fundi á einum sterri sjúk-
rahúsi í Sveríki. Eg heils-
aði tá uppá ein eldri yvir-
iækna. Táið eg tók í hond-
na á honum, sigur hann
mær navn sítt og so talið
29 — tjugo nio. Eg undr-
aðist yvir hetta — 29 ára
gamal var hann so ikki!
Seinni fekk eg at vita, at
hann hevði tikið students-
prógv í 1929. Hóast hann
hevði hægsta akademik-
araheiti — doktari — og
kki hevði gjert heilt sert
iv vísindaligum arbeiði,
30 nýtti hann studentsår-
3 sum eitt slag av persón-
igum eyðkenni. Tað var
fyri honum hátíðardagur
eins og fyri tykkum at
gerast liðugur við skúlan,
srundskúlan, sum hann
evndi tað. Kanska hava
sviar aðrar akademiskar
traditiónir enn vit hava.
Hugsa bert um >Sjung om
studentens lyckliga dag«,
men kortini.
Tað eru meira enn 60 ár
nillum svians og tykkara
'átíðardag. Tað eru hend-
ar mangar broytingar í øll
hesi ár. Kreppur av sosial-
im, politiskum og ikki
ninst ideologiskum slag
eru farnar fram. Ríki eru
'arin í sor og nýggj eru
komin. Myndugleikar
hava við logini í hond kúg-
að og pínt og myrt eðrvísi
hugsandi, men hóast
mangt er deprimerandi í
heiminum í dag, so hava
nakrar av teim broyting-
um í Eystureuropa sýnt,
at ikki er gjørligt at træl-
ka, pína og týna grund-
leggjandi menniskjavirði.
Men hinvegin, so er
vandi í hverjari vælferð.
Europa, sum síðani sein-
asta veraldarstríð hevur
verið toluliga stabilt, hó-
ast kalt kríggj og múrar
millum skyldfólk og vin-
fólk, so stendur Europa í
dag á einum vegamóti.
Næstan hvenn dag verða
landamerk flutt og nýggj-
ar tjóðir stíga fram. Sum
útvarpið segði ein dagin:
Kortteknarar verða ikki
arbeiðsleysir.
Stórur felagsskapur er
við at taka seg upp. Ein
felagsskapur við stórari
politiskari og økonomisk-
ari makt — eisini hernað-
arligari — ein felagsskap-
vit fyrr ella seinni
verða noydd at taka stødu
til. Eg hugsi her um EF og
tær fylgjur sum Maast-
ur, sum
richt sáttmálin fer at fáa.
Góðu pisur! Nekur av
tykkum fara í holt við
hægri lestur. Táið tit
koma inn í universitets-
hellina á tí 500 ára gamla
Keypmannahavnar Uni-
versiteti, stendur á talara-
stólinum: Í anda og sann-
leika. Eg havi hug at legg-
ja afturat og í frælsi, tí
fyriuttan frælsi eingin
andi ella sannleiki.
Vit eru ikki noydd at
fara so langt aftur í tíðina,
ella so langt út um Europa
til tess at finna dømi um,
hvussu ófrælsi hevur kúg-
að andan.
Fyri júst 60 árum síðani
brendu týskir nazistar
framman fyri Berliner
Oper bekur av skeldum
sum Heinrich og Thomas
Mann, Bertold Brecht,
Gorki og Hemmingway.
Eitt skald segåi tå: Eitt
fólk, sum brennur sínar
bekur, brennur eisini sína
sál.
Fyri júst 3 árum síðani
demdi ein iranskur ayatol-
lah ella prestur bretska-
indiska rithevundan Sal-
man Rushdi, sum í dag er
á vitjan í Keypmanna-
havn, frá lívinum fyri
skaldsegu sum presturin
helt vera gudsspottandi.
Sal. Rush. hevur síðani
verið vardur av bretsku
og í dag av donsku løg-
regluni, sum nakar eina-
ræðisharri í Suðurameriku
ella í Fjareystri. 13 mill.
kr. er nokkso lokkandi,
eisini hjá fólki, sum ikki
dugir at lesa.
Soleiðis er ikki hjá okk-
um, sigur tú, men tó?
Fyri nøkrum fáum árum
síðani var uppskot lagt á
tingborð um at Feroya
Legting við lóg skuldi
steðga útgávu av bók,
týdda úr norðurlendskum
máli til føroyskt. Samtykt
varð at beina málið í
nevnd til víðari viðgerðar,
men har sovnaði málið til
heiðurs fyri nevndarlimir-
nar, men heiðurin hevði
verið sterri, um málið ong-
antíð kom á tingborð.
Orsøkin til at eg havi
tikið hesi demi fram, er
tann, at tað er neyðugt hjá
eini tjóð ella fólki at vera
vakin, so ikki víðgangandi
politiskar ideologiir ella
religies fanatisma
ur okkara andaliga frælsi.
Tit pisur hava í tykkara
skúlagongd seinastu 2-3
árini, umframt neyðugan
kunnleika, lært ikki at
trúgva øllum tí, sum tit
hoyra, síggja ella lesa. Tit
hava lært at velja og
vraka og royna at finna
fram til eitt lítið sindur av
sannleikanum. Vísindi eru
aldri sannleikin, men
roynir visindin at finna
sannleikan å ein ærligan
hått, vid at granska vid
opnum eygum og hjørtum
og hava vilja til at siggja
tað broytt, sum hann hev-
ur hildið vera beint.
Granskið við egnum eyg-
um í anda og sannleika.
Skúlin einsamallur
skapar einki lív í tykkara
víðari útbúgving. Væl
krevur tað samfelag, sum
vit í dag liva í, við sínum
arbeiðsloysi og fáu tilboð-
um hollan kunnleika, men
sum tað stóð á Apollon-
templinum í Delfi: Kenn
sjálvan teg. Tak lut í polit-
tidindabladid
Verid vakin
Nr. 123 — 2. juli 1992
iskum virksemi, so tit
sum ungdómur fáa møgu-
leika at byggja upp eitt
betri samfelag, ti sum tad
stendur i Regin Smiði:
Ofta veksur í ungum
nakka, hvassar tenn í
munni.
Takið lut í mentunarlig-
um arbeiði hóast meirvirð-
isgjald verður lagt á alla
mentan. Enn eru tankar
tollfríir.
Til tykkum sum fara
undir hægri lestur: Hóast
tað tekur tíð, so takið lut í
studentapolitiskum ar-
beiði. Fyri 30 árum síðani
stovnaði 2-3 studentar
Meginfelag fer. studenta,
sum í dag hevur fingið ein
týðandi lut í studentapo-
litiskum og studentasosi-
alum arbeiði.
Gloymið ikki tykkara
ungu framfýsnu idealis-
mu. Verið idealistiskir
eins og nógvir av teim
sum gingu undan. Fer-
ingafelagsmenninir | Há-
skúlans, Varðamenninir
og teir sum legdu lunnar
undir Fróðskaparsetur
Feroya.
At enda vil eg gera orð
Gud. Br. Próst til míni.
Feroyskar pisur: Tit eru
nú floygdar og fríar.
Spennið nú veingir og
kavið, og leikið kátar og
villar og svimjið til havs.
Men leitið so einaferð eins
og fuglurin heim aftur til
hillina og rókina og latið
hana aldri verða avoydda.
Og við orðunum hjá
Símun av Skarði:
Unglingaflokkur
vónnka lið!
Varðveitir okkara
føroyska sið
goymir í barmi
bjargar úr harmi
málið og søguna við!
Takk fyri.
Kreppa á Strondum
Bygdahúsið á Strondum fer at folda seg rættiliga út við nógvum
virksemi, so sum Kreppukabarett og vitjan av teimum báðum
kendu bólkunum Frændum og Hjarnum
Tað verða ikki smávegis
gestir, ið fara at vitja Strend-
ur komandi tíðina, nú rætti-
lig gongd kemur á aftur
virksemið hjá Bygdahús-
inum, nú farið er um longsta
>Nú fólk so smáu aftur
faraatleita sær út til tiltøk av
ymiskum slag, ætlar Bygda-
húsið sær ikki at standa til
pynt,< sigur Jógvan Óli á
Fridriksmørk, ið sum 'alt-
mulig-mand' stendur fyri
rakstrinum av húsinum.
Byrjað verður longu í
kvold, tá kabarettbólkurin
Skálkabros framførir ta so-
kallaðu Kreppukabarettina.
Við í bólkinum eru góðir og
kendir kabarettsjónleikarar,
so sum Sjúrður Skaale, Ják-
up Veyhe, Marita Dals-
gaard, Suni Danielsen og
nn D 2: n
Skemtiliga úrlatnir
eisini í annadkvøld, har po!
verður skemuliga úrlatið.
Men ikki er bert skemt á
itikarar og annað gott
skránni hjá Bygdahúsinum:
>Tveir teir best umtóktu
tónleikabólkarnir í land-
inum, Frændur og Hjarnar,
vitja báðir á Strondum í juli
mánaði,< sigur Jógvan Oli á
Fríðriksmórk.
Frændur, ið eru í ferð við
at leggja síðstu hond á teirr
nýggju plåtu, byrjarundferð
sína kring oyggjarnar á
Strondum vikuskiftid 10. og
11. juli.
SY
IECSIT zoir og
Stron
- Få , . Cr ., . - , Þú
8 {ry onnur manna Kreppukabarettina, í
og í annaðkvøld. S
Frændur koma aftur
Hetta verður tó ikki tað
einasta, ið verður at hoyra til
Frændur á Strondum, tí áðr-
enn teir fara aftur av land-
inum seinni í summar, vitja
teir enn einaferð á Strond-
um.
Hjarnar hevur verið ein
ikki minni væl umtóktur
bólkur, og eftir at vera upp-
risin av nýggjum, er hesin
bólkurin eisini farin at gera
um seg av álvara, og vónirn-
ar til hendan leiðandi rock-
bólk í fleiri ár, eru stórar.
Teir verða so at hoyra á
Strondum í Bygdahúsinum
leygarkvøldid 25. juli.
Roknað verður við, at hesi
ultøkini í Bygdahúsinum
fara at savna nógv fólk, eins
og ultøk seinni í árinum eis-
ini fara at gera tað.
hj.
OP , nd ej 4
, 15 verður sýnd í Bygdahúsinum á
einni koma Frændur og Hjarnar Mynd: Jan Miiller