Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 3. juli 1992 Nýggju fiskivinnutókningarnir: FISKIVINNUTØKNINGAR: Aftast frå vinstru: Arngrim Thomassen, Sandavågur; Thorstein Thorgeirsson, Klaks- vík; Oli Johannesen, Fuglafjørdur; Jógvan Emil Nielsen, Poulsen, Skopun; fremra rað: Brynleif Hansen, Tórshavn; Randi Holm, Tórshavn; Nicolina Haraldsen, Miðvágur; Vestmanna; Jóan Jakku Guttesen, Sørvågur; John-Hendrik Sámal Jákup Olsen, Vestmanna; Albert Johannesen, Norðtoftir fóroyska arbeiðsmarknaðinum. Eg skal bjóða tykkum øll- um at vera vælkomin, sum eru savnað her í dag, nú tað næsta liðið av fiski- vinnutøkningum hevur lokið prógv her á skúlan- um. 6 av tykkum, sum nú siga farvæl, hava gingið her, síðani skúlin byrjaði á sumri 1989. Nógvir leysir endar vóru, tá tit byrjaðu, men tit hava fingið eitt gott úrslit, nú tá avtorn- aði. Hini 8 — tey meira til- komnu av tykkum — fingu eitt sindur frægari kor, tá tit fóru undir út- búgvingina, men tit hava eisini lagt rygg til fyri at fáa hesa útbúgvingina upp á føtur. Ofta fáa fólk við út- búgving skotið i skógvar- nar, at tey eru »teoretik- arar< og ikki kenna til „vanligt arbeiði<. Hetta spjaldrið kann ongin seta á tykkum. Tit hava øll roynt tykkum á teimum arbeiðsekjum, har tit vón- andi finna tykkum eitt starv, meðan tit hava gingið á skúlanum. Tá summi av tykkum fóru undir hesa útbúgving fyri trimum árum síðani, var vælferðargongdin í 80- unum við at venda, og gongdin hevur bara verið skeiva vegin síðani tá. Náttúran er ikki ødrvisi enn bankarnir, tá tað nsýr seg um at læna. Lánini skulu gjaldast aftur, og treytirnar eru ofta harðar. Umframt stór uttanlands- lán hava vit eisini tikið lán í okkara fiskastovnum. Tann fiskur, sum skuldi fíggja afturgjaldingina av uttanlandsskuldini, er við at ganga undan, og úr- slitið kenna øll — arbeiðs- loysi og vánaligt úrslit hjá skipum og virkjum. Tann arbeiðsmarknað- ur, har tykkara útbúgving er ætlað, hevur tað tískil trupult í letuni, men ein uggi er kanska, at vit plaga at finna útvegir, tá vit fyrr hava verið kroyst- ir upp í ein krók. Vónandi verður eisini soleiðis hesu- Hann segði: ferð. Fiskaloysi noyðir okk- um uttanlands at keypa fisk, sum vit síðani kunnu arbeiða á teimum fer- oysku fiskavirkjunum. Um hetta verður ein út- vegur í nekur ár, veldst millum annað um okkara kappingarferi. Men eg eri ikki í iva um, at vitan og útbúgving er ein av treyt- unum, um eitt gott úrslit skal spyrjast burturúr. Útbúgvingin, tit nú eru liðug við, má sigast at vera ein byrjan fyri at nekta útbúgvingartervin í flaka- og alivinnuni. Men tað er greitt, at hetta gongur seint, um vit t.d. útbúgva 10—15 næmingar um árið. Tí er tað gleðiligt, at partarnir á arbeiðsmark naðinum ætla at skipa fyri skeiðum fyri fålk í flaka- vinnuni, og at ætlanin er at fáa gongd á aftan á summarfrítíðina. Skúlin hevur boðið sær til at hjálpa til við at skipa hesi skeið, men tað harmar Alis Eidesgaard, Eiði; Mynd:Diml/Holger Bjóðið tykkum fram -og vísið hvør dugur er í tykkum segði Jákup Andreassen, stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna m.a., tá næsta liðið av fiskivinnutøkningum fekk prógv í farnu viku: Hann helt fyri, at eru umstóðurnar í dag ikki tær bestu at fáa arbeiði, so er fiskivinnuútbúgvingin ein útbúgving til tann Síða 7 okkum, at ongin åhugi hevur verið. Sum steðan er í letuni, so kunnu tit ikki rokna við, at tilboðini um arbeiði verða so nógv í tali. Tí skal eg mæla tykkum til ikki at sita hendur í favn og bíða eftir, at boð verða eftir tykkum. Heldur eiga tit at bjóða tykkum fram og vísa, hver dugur er í tykkum Tað er tó hugaligt at vita, at onkur av tykkum longu hevur tryggjað sær starv, sum útbúgvingin er ætlað til. Ein spurningur, eg ofta havi sett mær, síðani vit fóru undir hesa útbúgv ingina, er, um hon lýkur tey krev, sum vinnan fer at seta sínum starvsfólk um komandi árini Sjálvur skal eg íkki svara spurninginum, men bara vísa á, at vinnan hevur meguleika at gera sína ávirkan galdandi. Umboð frá vinnufeløgun- um eru skipað í eitt út- búgvingarráð, sum skal ráðgeva myndugleikunum viðvíkjandi útbúgvingini, og samstundis virka sum trygd fyri, at útbúgvingin lýkur krev um dygd. Mín vón er, at útbúgv- ingarráðið í sterri mun enn higartil ger sína ávirkan galdandi, til fyri- muns fyri skúla, næming- ar og vinnulív. Krav um dygd ella »g6dskustyring« er eisini eitt av gandaorðunum, sum eru frammi í tíðini. Feilir og mistek, sum verða gjerd í framleiðslu- vinnuni, kunnu í síðsta enda kosta samfelagnum og virkjunum pengar, um dygdin á lidnu veruni er ikki í lagi. Lítil ivi er um, at fer oysk virki hava mist pengar, tí vit ikki altíð hava kunnað prógvað, at útflutningsveran hevur verið í lagi. Utbúgvingin er í hvussu so er ein liður arbeiðnum at beta um hesi viðurskifti Nú um dagarnar skrivaði eitt av bleðunum, at føroyingar í hópatali streyma av landinum fyri at fáa sær útbúgving Kreppan hevur fert við sær, at arbeiðsgevarar herða krevini um útbúgv- ing, tá nýggj sterv skulu setast Tit, sum nú fáa prógv eru livandi demi um, at tað hevur borið til at skipa eina feroyska fiskivinnu- útbúgving til tann fer- oyska arbeiðsmarknaðin. Tit hava øll staðið prógv á skúlanum. Vónandi koma tit eisini at standa roynd- ma úti á arbeiðsmark- naðinum Annrs fari eg at enda vid at takka tykkum fyri vælvild og gott samstarv, meðan tit hava gingið á skúlanum, og ynskja tykkum alt tað besta framtíðini