Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SIK. 1A Síða 10 Fríggjadagin kl. 20.00: Making of a Male Model Am. filmur frá 1983 við Joan Collins í hevuðsleiklutinum. Kay Dillon eigur eina modelfyritøku í New York. Hon upp- dagar ein »cowboy«, Tyler Burnett, í Nevada, og hon lovar honum stóra inn- tøku, um I 1 flytur til New York at verða fotomodel har. Hårfridkanar- og Tyler til eina Fyrsta uppgáva hans- ara gongst avbera væl, og Kay og hann verða góð. Men eftir hetta gongst ikki so smyrsl-fólk broyta »Stjørnumodel« væli Fríggjadagin kl. 22.55: Spenser Tann, sum hesu ferð kemur til Spenser, er tann katólski presturin, Crawford. Faðir Crawford heldur, at legreglufrá- greiðingin, har tað stendur, at ein av hansara næmingum, Kathleen O'Rourke, hevur gjørt sjálvmorð, ikki er í lagi. Hann vil hava Spenser at hjálpa sær. Í kanningunum vitjar Spenser kleystrið, har Kathleen var nurna. Hann uppdagar at Kathleen arbeiddi við eini ætlan og livdi uttan fyri kleystrið beint áðrenn hon doyði fyri at finna útav um hon hevði tikið ta rettu støduna — at verða nunna restina av lívinum. Leygardagin kl. 19.00: Hardball I einum pokerspæli, har Charlie er um at tapa, sær Kaz ein indiånara å takinum å bygninginum við síðuna av. Hann sendir roykskýggj. Teir fara til hansara og fáa at vita, at Rain Bird er komin eftir abba- soninum Teddy til eina jarðarferð. Leygardagin kl. 20.00: V Am. science fiction filmur í fimm pørtum frá 1983. 31 rúmdarskip, hvert 5 míl breitt við meira enn tåsund verum um- borð, lenda á jørdini at bjóða teirra vísind og vilja afturfyri hava onnur at hjálpa sær. Nógv undarligt fer at henda. Vís- indamenn hverva, onkur verður settur í fongsul, ungdómurin broytist. Mike Donovan, ein fotografur, uppdagar, at verurnar vilja hava vatn og mat. Fólkini, sum eru horvin, eru nú »matur« í tangum umborð á rúmdarskipunum. Leygardagin kl. 23.10: Twilight Zone Ein kvinna umborð á einum rúmdarskipi verður skelkað, tá ið hon uppdagar, at hon hevur gjert eitt deyðiligt mistak. Sendingin er bygd á kendu stuttsøg- una hjå Tom Goodwin. Sunnudagin kl. 19.30: Country Jessica Lange og Sam Shepard Am. filmur frå 1984. Gilbert og Jewell Ivy reka eitt jardarbruk. Men hóast hjálp frá pápa Gilbert og elsta soninum, megna tey ikki at gjalda rentur og avdrøg upp á lán síni. Bankin hóttir við at taka allan garðin í pant. Hetta eru ikki einastu bóndir, sum hava trupulleikar — grann- arnir, Brewer-familjan — er uppaftur verri fyri. Gilbert fær framvegis sterri trupulleikar og fer at drekka, meðan Jewell verður uppaftur sterkari og stríð- ist alsamt meira fyri garðinum og familj- uni. Sunnudagin kl. 18.35: Murder She wrote Jessica hevur leigað eina detektivfyri- teku at fáa hjálp til kannigar til næstu bók sína. Detektivurin, sum hjálpir henni, verður funnin myrdur, og Jessica, sum kennir seg seka, fer at hjálpa til at loysa morð-gátuna Mánadagin kl. 18.00: Grannar Madge sigur Henry um Lou Carpenter, mannin hon hitti í Brisbane. Madge hev- ur tað hugnaligt saman við honum, men hon helt ikki at tað bleiv nakað aftan á frítíðina. Harold noyðir Madge at siga honum, hví hon vildi útseta brúdleypið hjá teimum, men hon sigur einki um Lou. Beverly spyr Jim um hana kann koma heim so tíðliga sum gjerligt, tí tað er fyrsti dagur, Katie skal ansa Todd. Mánadagin kl. 19.05: Kvinnuklinikkin Marilyn stúrir fyri brúdleypinum hjá dóttrini, síðani sambandið teirra millum er kølnad. Eve Autrey hevur aftan á drúgvar kanningar funnið útav, at kvinn- ur, sum hava fingið plastiskar bróst- skurðviðgerðir, hava sterri meguleika fyri at fáa bróstkrabbamein, tí silikon forðar fyri at >cystir< verða uppdagaðar. Hon ætlar sær at halda fyrilestur um hetta, hóast starvsfólkið ivast, um hon skal, á einari læknaráðstevnu í San Fran- sisco. Leo skal eisini við til ráðstevnuna og roynir at fáa Joanne at koma við sær. Hon vil ikki, hann fer. Og se angrar hon og fer aftaná. Hon fer aftaná, men tá verður hon bilsin Týsdagin kl. 21.50: Fyri fyrstu ferð noyðist Quincy at obdu- cera eitt fólk, sum framvegis er á lívi. Ein maður, sum er vorðin eitraðiur, noyðir Quincy at obdusera seg at finna útav, Ti hvussu og av hverjum hann er eitraður. Mikudagin kl. 20.00: Vit giftast Norskur filmur frá 1951. Petter Gran er tónaskald í summarfrí. Hann metir Kari. Tey verða góð og tey giftast skjótt, men hava ongastaðni at búgva. Sambandið millum Kari og vermammuna er ringt, og Kari fær ringar nervar, og tá Kari eisini er við barn, sleppa tey ikki longur at búgva í íbúðini, tey hava. Trupulleikar- nir vaksa, tí tey hava einki byggiloyvi heldur — men tey vilja vinna á trupul- leikunum Nr. 124 — 3. juli 1992 Mikudagin kl. 22.00: | The New Adam - 12 tå ið Doyle og Grant fáa telefonbod um eina neydtøku, sum er framd i granna- lagnum, reyna teir at tosa við offrið, Jackie Magnussen. Hon greiðir teimum frá, hvussu maðurin sá út, ljóshærdur við BMW. Doyle og Grant óttast, tí hetta er triðja neyðtekan í ein mánaða. Tá ið teir fara frá henni, meta teir Glen Cameron og nekrum eðrum monnum Hósdagin kl. 18.00: | Grannar Jane ger av við Paul at sleppa við frú Mangel í rættin. Frú Mangel stendur á gøtuni og hyggur at heiminum og ásann- ar fyri Jane, hvussu stóran týdning hetta hevur havt fyri hana. Paul, Mike og Jim royna at fáa Des við sær til Waterhole. Mike roynir at fáa Des at fara til arbeiðis aftur. Hósdagin kl. 20.00: | Comanche Station Am. westernfilmur frá 1960. Jeff Cody hevur í mong ár leitað eftir konu síni, sum comanche-indiánarar hava rænt. Nú hevur hann funnið spor eftir nekrum comanchum, sum sigast at halda eini hvítari kvinnu sum fanga. Tað eydnast Jeff at sleppa til leguna hjá teimum, men uppdagar, at kvinnan er ikki kona hans- ara. Men hann keypir kvinnuna leysa, og saman fara tey heim til hennara, har maður hennara bíðar. Leikarar: Randolph Scott, Nancy Gates, Skip Homeier, Claude Akins og Richard Rust. Hósdagin kl. 21.30: | Paradise Club Tvíburðasystir mammu Kanes, Clara, kemur at vitja frá Australia, har hon býr nú og rekur eina ólógliga fyritøku. Hon vil at Danny skal fara við henni, soleiðis at hon kann fara til verka í London, men Danny hevur ikki hug til tess. Hon royn- ir so at seta seg í samband við fígginda Danny's, Peter Noonan, sum júst er rýmdur úr fongslinum. Men onnur leita eisini eftir Noonan.