Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juli 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fólkaflokkurin og tey hvítkitlaðu TAÐ var skelkandi at frætta tíðindi um hópuppsagnirnar á Lands- sjúkrahúsinum. Men eins skelkandi var tað at hoyra fyrstu við- merkingarnar frá fólkaflokkinum til somu uppsagnir. »Ålmenningurin hevur fingið eyguni upp fyri for- lornu lótum og listum teirra hvít- kitlaðu — bluff og svindul — stemmufiskarí til miðflokkin og ikki talan um eykajáttan — tað noktilsi skyldar samgongan restini av Før- oya fólkia. HETTA var reyði tráðurin í odda- greinini í málgagninum hjá fólka- flokkinum í gjár — hetta var svarið frá tí eina av samgonguflokkunum til tey 111 uppsegdu á Landssjúkra- húsinum og teirra starvsfelagar og ikki minst — til brúkaran av hesum landsins stersta sjúkrahúsi AT ritstjóri Dagblaðsins, sum eisini er tingmaður sjálvur, ger gjøldur burtur úr teimum hvítkitlaðu, verð- ur hansara sek. Henda byrjandi her- ferð hansara móti enn einum starvsbólki í samfelagnum er hon- um lík. Men tað undrar stórliga, at allur fólkaflokkurin skal leggja navn til slíkt Ábyrgðarbísðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Fyritaksstjóri: Krisjen Datt Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard Jacabaen - Tórfinn Smhh Útgevari: Uppseting: PA Sosialurin Prent: P'4 Pressen 1981 Pi Sosíslurin Bústaður: Argjavegi 28 Tsieton: 182 Telatax: pA KORTINI á borðið! Vit kunnu kegl- ast aftur og fram um, hvør hevur skyldina og åbyrgdina av avgerdum ella tørvandi avgerðum. Eitt koma vit so ikki uttan um at taka støðu til, og tað er um vit sum skattaborgar- ar og brúkarar av sjúkrahúsverkin- um veruliga vilja ganga við til at síggja, at okkara hevuðssjúkrahús fer í sori, syndrast, knúsast í orðsins bókstavliga týdningi. Tí tað er jú hetta, sum nú er við at henda, og so kunnu menn keglast so leingi teir vilja um játtanir, um ábyrgd, um skeiva framferð osfr. Spurningurin í hesum máli er púra einfaldur, og hetta eiga politikararnir at gera sær púra greitt. Tað snýr seg um, antin vit skulu varðveita og helst menna okkara høvudssjukrahus, soleiðis at vit øll og ikki minst okkara eftir- komarar kunnu fáa ta viðgerð og røkt, sum eitthvert upplýst samfe- lag eigur at geva íbúgvum tess. BÆÐI javnaðar- og fólkafloks- politikarar eiga at gera sær greitt, at hetta málið snýr seg um heilsuna hjá øllum føroyingum, og heilsuna hevur tú ikki ráð at spæla politiskt ping-pong við! Sjálvandi skal eisini Landssjúkrahúsið spara, og eingin ivi er um, at tað má bera til at finna fleiri alternativar sparingar har eisini, uttan at hetta tó skal lata fleiri deildir aftur. Men tað er greitt, at krøvini, sum politikararnir hava sett teimum ymsu almennu sektor- unum til sparing, mugu og kunnu ikki vera yvir ein kamb. Her er sjúkrahúsverkið í eini serstødu og tað serliga okkara hevuðssjúkra- hús. Tað sigur seg sjålvt, at ein kann ikki skera inn á bein á nøkrum so grundleggjandi sum eitt sjúkra- hús er. TAÐ er hugstoytt, at fíggjarmála- ráðharrin ikki skal kunna skilja mill- um almennar stovnar, tá tað um sparing ræður. Sjúkrahús er nakað, sum vit øll hava brúk fyri, nakað, sum í sær sjálvum hevur fyri neyð- ini at mennast við tíðini. Spell er tað tí, at fólkaflokkurin ikki dugir at síggja munin á sparingum í sjúkra- húsverkinum og so aðrastaðni. Krøv hansara til at játtanin hjá Landssjúkrahúsinum skal halda — kjosta hvat tað vil — er eitt heilt órímuligt og ómenniskjansligt krav, tí tað fer í seinna enda at kosta okk- um nógv, nógv meira enn ein eyka- játtan í dag fer at kosta. HETTA at sami flokkur brúkar sum undanførslu, at skal Landssjúkra- húsið hava eykajáttan, so fara hini sjúkrahúsini eisini at krevja slíka, er so jánkasligt og vánaligt, at mong munnu ógvast við. Hetta er eitt alt ov álvarsligt mál til at royna at fast- halda eina linju og ein beinharðan sparipolitikk. Tað sigur seg sjálvt, at verður skorið meira og meira av okkara høvudssjukrahusi, so kemur tann dagur, at tað í veruleik- anum ikki lýkur sínar mest grund- leggjandi skyldur, og tann dagur er helst ikki langt burturi. Antin vit eru fyri ella ímóti at varðveita hini bæði sjúkrahúsini á verandi stødi — so sleppa vit ikki undan at taka stóðu til, um vit skulu hava eitt vælvirk- andi høvudssjukrahus. At vit vilja varðveita hini bæði kann og skal ikki ávirka tænastuna, vit øll i hes- um landi skulu og kunnu fáa á Landssjúkrahúsinum. Er politikkur- in tann, at hini bæði sjúkrahúsini skulu halda fram sum higartil, so mugu politikararnir eisini syrgja fyri, at centralsjúkraúsið kann halda fram á einum forsvarligum stødi. OG tað er hetta, sum eisini fólka- floksmenn, ið royna at brúka hini sjúkrahúsini sum undanførslu fyri at lata Landssjúkrahúsinum eyka- játtan, mugu skilja. Tað hevur verið nóg mikið av politikki og klandri uppi í sjúkrahúsmálinum í alt og mong ár. Tíðin er komin hartil, og tað krevur hon av politikarunum, at teir gevast við at seta sjúkrahúsini upp ímóti hvørjum ødrum sum vóru tey sjålvstødugir og fullkomiliga ymiskir og óheftir stovnar. Kravið frá Føroya fólki er púra greitt: tey vilja hava eitt vælvirkandi Lands- sjúkrahús, sum kann veita ta tæn- astu, sum verður kravd av einum centralsjúkrahúsi í einum landi sum Føroyum. Vit biðja Ikki um eykajáttan I Klaksvík spara vit tað, vit skulu. Vit siga ongum upp, og vit biða ikki um eykajáttan. Uttan mun til, um Landssjúkrahúsið fær eykajáttan ella ikki, sigur Vilhelm Johannesen, formaður í skjúkrahússtýrinum í Klaksvík sjúkrahússtýrinum í Havn og formanni tess, Liggjasi Joensen, er formaðurin í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús, Vilhelm Joahannescn Vilhelm fílist á = havnarmenn ikki hava gjørt nakað fyri at spara yvirhøvur, men bert bíðuð efur svarið uppá sína umsókn um eykajáttan. - Landsstýrið samtykti, eftir at stýrið hevdi sent sína umsóknum eykajáttan, eina endurskoðaðu figgjarlø har jåtanin ul Lands sjúkrahúsið var skerd vid 1,5 millión. Í hesum liggur klárt og greitt, at eingin eykajáltan verður givin, sigur Vilhelm. i Spart í Klaksvík Eisini í Klaksvík hava teir sæð, at pengar fóru at mangla i hjå sjúkrahúsinum. Men haðani er eingin umsókn um cykajåttan send. - Vit sóu í juni, at nytslan var Ov Stor I játtanina, greiðir Vilhelm frá. 2,7 milliónir fóru at mangla í. - Tí avráddu vit í stýrinum al heita á fyristøduk vinnuna, umsjónarmannin og sjúkrahússtjóran um at gera eitt uppskot um, hvussu pengarnir skuldu sparast, sigur Vilhelm. Hetta upskot er nú gjørt, og cilt av teimum ultøkum, sett verða í verk, er, at øll starvfólkini fara at halda frí í eina viku við ongari løn. Verður = uppskotið samtykt, so verður eingin uppsagdur í Klaksvík, og okkum nytisi ikki at biða um cykajáttan. Stýrini varðveitast Í Sosialinum í gjár kom Jóannes Eidesgaard fram við tonkum um at avtaka sjúkrahússtýrini. Men hesum tekur Vilhelm ikki undir við. - Eg veit ikki hvussu tað er við Havnini, men bæði her og á Tvøroyri er avgjørt neyðugt við stýrunum, sigur hann. | - Stýrini fungera jú sum longdi armur lands- stýrisins, sigur hann. Tey gera tað møguligt at taka avgerðir lokalt. Vórðu tey avukin, eri eg bangin fyri, at avleiðingin hevði verið meiri midsavnan. Allar avgerðir høvdu verið tiknar í Havn. - Men er tað rætti máli, tey verða vald eftir? - Tey verða vald av løgtinginum, líka sum løgtingingid verður valt av fólkinum. Tað er løgtingsins ábyrgd at velja fólk, sum eru kvalifiserað. S-S-