Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juli 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AÐA a dte 5 Nr. 125 — 4. juli 1992 tíðindablaðið Síða 15 Joanes á Teigunum sjeyti Ein heystardag tyri niggju árum síðan hitti eg fyrstu ferð Jóanes á Teigunum, Heiman av Sandi. Hann fyllir mánadagin sjeyti ár. Hesin heystardagur stendur enn krystallklárur í hugaheimi mínum. Vit vóru farin suður á Sands t Vitja. Hetta var cin heystardagur av tí góða slagnum, høgur í ættini sum altíð Hein Í HC in ha in Jt Í SS kl , HAtlicySUr man cygu )g2 Yyru ein poicraur kalli. Skeggid hekk síu liður á bringuna, hvítt- fall saman við posa troyggjuna. Og so ljóðaði: "Har kemur jú Jóanes" og vit ganga útmóti honum. Hann tekur blídliga í hondina á mær og heilsar, uttan iva grunaði hann hvor eg var. Og frá fyrsta sekundi prátaðu vit saman, sum vit høvdu kenst alt lívið. Hann bjóðaði okkum inn í rúmliga køkin á Teigunum. Vit vóru køld og beinanvegin fór hann at gera ein drekkamunn. Muðurin mól sum ein kvørn, hann fyrdi ta einu "vittigheitina" av fyri og aðru eftir og løtu seinni skonkti hann drekka- munnin, bikasvart te, sum var so sterkt, at tað svirr- aði og hiti kom aftur í kroppin. Væl dámar mær eisini at práta, vil ikki vera aftastur og vil gjørdust vinmenn beinanvegin. Onkur kom inn at síggja ókunnu- mannin, sum var komin å Teigarnar at vitja. Her var vinsæla og her var fjålgi og tå ein løta var gingin hugsadi eg vid mær sjålv- um: "Her dåma mær at vera" og soleiðis havi eg havt tað síðan. Eg havi mangan sitið gou á Teig- unum og tað er eisini Jóa- nesi at takka fyri. Eg hevði sovið mína fyrstu nátt á Teigunum, vit vóru uppi: og Jóanes spurdi. Hann hevði stóran áhuga fyri seyðahaldi og so hevði hann eisini siglt saman við nøkrum oynd- firðingum á ungum dog- um, also bygdamonnum hjá mær. Vit prátaðu um alt í senn, um seyða- skipan, um vekt, um ull, hvat teir oyndfirðingar, sum hann kendi, tókust við. Vóru teir á lívi og hvussu livdu teir? Hann var yvirfrískur longu frá morgunstundini. Prátið skifti og so fóru vit undir okkurt torskilt evni, okkurt hann hevði lisið, okkurt hann hevði hoyrt og "Det Dedste" var tíðum havt á munni.. Eg legði merki til at her hevði eg ein vitugar mann framm- anfyri mær, sum hevði gott minni, og ikki bert tað, flogið var vítt. Vit ferðaðust í heimsbókment- unum og kvæðunum, hann reksaði eina rúgvu av føroyskum yrkingum, sum eg bert hevði hoyrt ella lisið. Uttanat dugdi eg tær ikki, men tað dugdi Jóanes og ikki bara yrkingar, eisini sálmar og tað nógv- ar. Tað fer ikki frá mær tá hann einaferð spurdi meg, um eg ikki helt, at Kingo hevði verið í ringum hýri tann dagin, tá hann yrkti sálmin "Far verøld farvæl" Eg rodnaði eitt cvarska lítið vet, kendi ikki sålman og so treiv hann í at syngja hann á tamb: Hann sang við yndi og hann livdi við í orðunum: "Ak, kødelig Lyst, som mangen med døde- lig Læber har kyst. Dit fængende Tønder, din flyvende Gnist har mangen i evige Luer henhvist Din Skaal synes Honning, men drikken er led Forfængelighed Forfængelighed” Hetta var ein håtidarløta, sum eg bert havi uppliva hana á Teigunum og sálmurin er í dag ein tann mær dámar best í sálma- bókini. Og Jóanes kann eisini syngja hann á føroyskum í knallgóðu tydingini hjá Christian Matras. Fyrsta vitjanin á Teig- unum gjørdist ul fleiri og hann kom eisini il Havn- ar at vitja. Um heystarnar, seinastu mongu árini, havi eg verið og hjálpt Jóanese við flettingini. Og ciu kvøldid minnist eg serliga væl. Jóanes var niðurfarin og eg og ein heimansands- maður sótu eftir í køki- num. Klokkan var farin av midnått og vit høvdu ein sopa av tí góða slagnum millum okkum , lagið var gou. Heimansandsmadurin hevdi gott mål, sangir, sálmar og vísur ljóðaðu hvørt um annað út á geilar. Av og á sendi eg tankarnar uppá loft og hugsaði: "Her verður ikki nógvur svøvnur hjá Jóanesi í náu. Morgunin eftir purraði Jóanes út við einum for- fardum eygnabrái. Hann smíluist lættur og spurdi: "Góðin, hval í Jesu navni kom yvir vinmannin hjá okkum í nátt, tá hann sang "Nu flyver jeg úl din Naade". Fyri mær ljóðaði tað sum hann fekk eima opinbáring, so vakurt sang hann. Eg táraði so rørdur gjørdist eg." Og heua var ikki uppá spott, ti Jóanes hevur mangan síðan tikið til hvussu vakurt sangurin ljóðaði úr køkinum hesa nåttina. Tá ein tosar um Jóanes, so slepst ikki uttanum "Ommuna", sum hann si- terar í tíð og ótíð. Omman hevur havt stóran tydning fyri Jóanes, hann var nógv hjá henni sum smádrongur uppi á Gomluteigum og gott man hon hava lagt honum í beinið, eisini ein mentunnarliga sæð. Og Jóanes er ætkærur, og tað skal verða legið hittir tú hann, at prátið ikki onkursvegna kemur inná ætt. Og her gjørdist cg knappliga áhugaverdur, tå vit hittust. Tí pápi Jóancs, Jóan Petur í Kvívík, var uppvaksin Við Gjógv, saman við eini familju, sum flutti ul Oyndar- fjarðar, Kleinafamiljan, og her kundi eg greiða honum frá onkrum, og semni knyta vinarbond JOancs er vinarinnar vinur. Gerst tú væl vid Jóanes, so verður tað fyrr lívið, hvussu er ikki fjur Sandovi hann svíkjur studdur Sal } { m I I t K 17 i ii ht n ullan. iKKI Sí Ira (i met ill i vinarlag tolir cisini harðan ordaleik, beri cin fær slæuad sjógvin aftaná. Og tað hava vit báðir megna Eg havi komt Jøanes í livsins løttu løtun, tå lotið hevur verið lýt og sólin hevur lívgað sinnið. Eg havi eisini kent Jóanes í lívsins myrku skuggum, tá kolasvart hevur verið kring allan sjónarringin. Men skuggar flytast og sólin hitar aftur og úr skuggunum fingu vit styrki og lívsroyndir. Í dag er longri ímillum at vit báðir, Jóanes og eg hittast, tíðirnar eru broyu- ar og lívsklokkan slær víðari. Jóanes er ommu- beiggi at soni mínum, Fría, ella "Lítin", sum Jóanes plagar at taka til og hann telist millum mínar bestu vinir. Vit báðir ynskja tær alt tað besta nú tú er komin til støvusår. Hjartaliga ul- lukku mánadagin og blíðan byrd framyvir. Kanska vit síggjast í heyst. Jústinus Eidesgaard