týsdagur 7. juli 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 7. juli 1992
Síða 3
Landsstýrið spælir bóltin til starvsfólkið
Sjalvbodin tiltøk
Ið hvussu er sjey milliónir skulu sparast á Landssjúkrahúsinum.
Starvsfólkini skulu sjálvi avgera hvussu tað skal gerast
Sum ábyrgdarhavarar av
sjúkrahúsverkinum, komu
javnaðarflokkurin og fólk-
aflokkurin fríggjadagin
ásamt um at hava hesa
stóðu til tað, sum hendir á
Landssjúkrahúsinum:
1. Minni enn
25 sigast upp
Landsstýrið heldur ikki, at
neyðugt er at siga so
nógvum fólkum upp.
Hildið verður, al
upphæddin, náast skal fyri
at kunna reka
Landssjúkrahúsið á for-
svarligan háu, kann fáast
til vega við at siga »helst
niðan fyri 25 fólkum
upp<, sum tikið verður til.
2. Spara 7 milliónir
Fyrisitingin metir, at 14,2
milliónir fara at mangla í
hjá Landssjúkrahúsinum í
ár. Og sjey av hesum
milliónum skal Lands-
sjúkrahúsið undir øllum
umstødum spara seg fram
til. Tað er tann peningur,
Landssjúkrahúsið skal
gjalda til arbeiðsmarknað-
arcftirlønargrunnin, tryg-
dargrunnin, lønarnidur-
skurdur og gjaldid til
arbeidsloysistryggingina
Hetta eru meirútreið-
slur/sparingar, sum álagd-
ar eru øllum almennum
stovnum, og tí fær Lands-
sjúkrahúsið ikki hetta
efurgivið.
3. Sjálvboðin tiltek
Jóannes Eidesgaard hevur
fleiri ferðir filst á, al
leiðslan fyri sjúkrahúsið
við at siga fólki upp hevur
læst fyri tí møguleika, at
fólk sjálboðin t.d. kunnu
fara niður í løn.
Men hetta skulu tey nú
hava møguleika til. Lands-
stýrið hevur sett cin bólk,
sum fer at samráðast við
starvsfólkabólkarnar á
teimum cinstøku við-
gerdarøkjunum.
A henda hátt skulu
starvsfólk hava møguleika
fyri at broyta vaktar-
skipanir, fríganga, fara
niður í løn og/ella finna
aðrar sparimøguleikar.
Landsstýrið leggur dent
á, at galdandi lønarsått-
málar ikki skulu broytast.
4. Eykajáttanin
Hetta verður kortini valla
nóg mikið ul at:spara alt
tað, 10 sparast skal, og ti
Skal landsstýrið framvegis
taka stóðu ul spurningin
um eykajáttan.
Og henda stóða verður
ukin innan fríggjadagin
5 Fastan fiygjarkarm
Landsstyrid fer beinan-
vegin undir at leggja til
rættis ein fastan figgjar-
karm, sum framyvir kann
tryggja ein støðugan og
forsvarligan rakstur av
sjúkrahúsverkinum“.
S-S-
Jóannes Eidesgaard hevur sagt seg harmast um, at
leiðslan við
upp søgnunum
forðaði fyri, at
starvsfólkið fekk møguleika fyri at koma við tilboði
um t.d. al fara niður í løn. Nú gevur landsstýrið
sjålvt starvsfólkinum hendan mnøguleika
Sjúkrahússtjórin:
Vit kunnu saktans
skerja enn meira
- Vit hava spart 25% síðani 1989. Og vit kunnu saktans spara
meira. Tað er politikaranna avgerð og ikki mín. Men teir mugu
bara vera greiðir um, at tað gongur út yvir stóðið
Í stríðnum um hver hevur
ábyrgdina av tí sum
hendir á Landssjúkra-
húsinum, hevur stjórin,
Høgni Joensen, ofta staðið
fyri skotum.
Ikki minst frá hægsta
myndugleika innan skjúk-
rahúsverkið, landsstýri-
num.
Hann kundi verið byr-
jaður at spara longu í
januar, hevur verið sagt.
Hevdi hann gjørt tað,
høvdu sparingarnar ikki
verðið so ógvusligar.
Einasti meguleiki
Men hesum
Høgni.
- Hetta er ikki cin
spurningur um nær cin
byrjar at spara, sigur hann.
Stødan er, at við teirri
játtan, Landssjúkrahúsið
fær, ber ikki til at hava so
stórar lønarutreidslur.
- Høvdu vit ikki sagt
fólkunum upp nú, høvdu
vit endad i somu stødu
næsta år, um jåltanin
afturvisir
verdur lann sama, Sigur
Høgni, og visir å, at
Landssjúkrahúsið síðani
1989 hevur spart 25% av
útreiðslunum burtur.
- Hava tit verið fyri ov
stórum skerjingum?
- Tað taki eg ikki stóðu
til. Eg umsiti bara sum
frægast tann pening, eg fái
at ráða yvir. Vit mugu
mugu bara síggja í eyguni
at við hesi játtan fæst ikki
meira burturúr. So einfalt
er tað.
- Eru sparingarnar
gingnar ov nógv utyvir
stóðið á sjúkrahúsinum?
- Tað er ein politiskur
spurningur. Politisku
myndugleikarnir avgera
við sin jåttan, hvussu høgt
stødi á Landssjúkrahús-
inum skal vera, svarar
hann. Og samanbera vit
okkum við eitt sjúkrahús í
t.d. Sarajevo, so er ongin
ivi um, at stødid hjá
okkum framvegis er høgt.
Landsstýrið
Til útspælið frá lands-
styrinum um at lata
starvsfólk sjålvbodin finna
sparingar, sigur Høgni:
- Kann landsstýrið fáa
nakrar avtalur í lag,
soleiðis at fólk kunnu
fríganga ella fara niður í
løn, skulu teir vera
hjartaliga vælkomnir. Men
tað kann leiðslan ikki
blanda seg uppí. Vit mugu
halda okkum ul teir
sáttmálar, landsstýrið ger
við okkara starvsfólk.
- Heldur tå moguleika
vera fyri at fólk kann fri-
ganga meira?
- Eg kann bara vísa til,
at røktarleidslan hevur
mett, at verandi normering
er tann rætta, svarar Høg-
ni. Heldur = landsstýrið
ikki tað, er tað teirra søk.
Eg blandi meg ikki uppí
tað.
Tað hevur verið sagt, at
uppsagnirnar vóru ólóg-
ligar, ti fakfeløgini ikki
fingu fråbodan um tær.
Men Høgni Joensen vísir
á, at álitisfólkini fingu tað
at vila.
- So um um lógin er
fylgd ella ikki, hugsi eg er
ein tulkingarspurningur,
sigur hann.
Til spurningin um, hvert
vil eiga at varðveita
sjúkrahússtýrini ella ikki,
svarar Høgni Joensen sum
hann plagar: >Tað er ein
politiskur spurningur«.
- Men eg havi so
ongantid følt at styrini
hava blokkerad fyri min-
um samskifuð við lands-
stýrið, sigur hann.
Verður sitandi
Agangurin hevur verið
sera harður á Húgna
Joensen farnu vikuna, og
hann må sum sjúkrahús-
stjóri í hesum sparitidum
taka nógvar sera Ólespi-
ligar avgerðir. Hevur hann
umhugsað at leggja frá
sær orsakað av hesum?
- Nei! svarar hann. Tað
havi eg ongar ætlanir um.
Jan/s-s-
Karter Højgaard,
umsjónarmaður:
Vit friganga
alt vit kunnu
Karter Højgaard, umsjón
armaður á landssjúkra
húsinum, heldur seg ikki
vera tann rætta at gera
viðmerkingar til
uppleggid hjå
landsstyrinum. Men at
spara við at starvslólkið
skal fríganga, heldur hann
smáar møguleikar vera
fyri.
- Síðani hevur
starvsfólki á Landssjúkra-
1990
húsinum frígingið alt tað
sum yvirhøvur kann fri-
gangast
- Og eg tvist stórliga 1
um tað fer at bera ul at
fríganga meira. Sjúkling-
amir skulu jú røktast undir
llum umstødum. Og tað
kunnu teir valla, um
starvsfólki fer at friganga
enn meira.
S-S-
Vinnararnir
av lutaseðlasgluni til frama fyri bygdar-
felagið Gjáar Samkomuhús vóru hesir:
. Vinningur
. Vinningur
. vinningur
. Vinningur
. Vinningur
. Vinningur
. Vinningur
. Vinningur
ONS DOODØON=
Vinningarnir fåast vid at venda sær til
tlf. 23142 ella 23146.
Tøkk fyri studulin!
Gjáar Samkomuhús