Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 126 — 7. juli 1992 gular og hláar 1. deild: KÍ—GÍ 6—0 (4—0) 7—1 ósigurin fyri tveim- um árum síðani hevur hingið sum skammblettur yvir klaksvíkingum, tá tosað hevur verið um fót- bólt við getufólk. Men nú kunnu klaksvíkingar og norðoyingar hyggja hvenn einasta getumenn beint í eyguni. Tað syrgdi KÍ fyri, tá teir við tennis- úrslitinum 6—0 trumlaðu á stigatalvuni javnlíka GÍ niður. GÍ kundi sum einki havt lagt seg á odda, tá Erland í fyrstu løtu tøvdi í fullkomuliga blankari steðu í brotsteiginum. Royndin varð taklað til hornaspark, og Símun Petur stútaði innleggið dygst oman fyri tvertræ- ið. Uppvísningur So vaknaði KÍ. Eftirans- ingarnar gjørdust dygg- ari, flog kom yvir upp- spælið, sum eisini gjørdist málsóknari, og hálvi tímin frá tí fyrsta málið kom eft- ir 10 min., varð sannur meistarafótbóltur vístur av FM vinnarunum. Rómurin var egiligur bæði á og kring vellin, og leikurin var so veitslu- kendur, at eingin kyndla- gonga í Vágstúni og einki fýrverkarí í Vágsbe norð- oyastevnuaftan kunnu vera festligari: hælasperk, genialar temjingar, 50 metra langar neyvar avle- veringar og meir av slík- um slagi var blandað upp í, meðan einki sást til keði- liga tindasvínafótbóltin, har leikt verður við trygd- arfetli, seðlum og lívreim! Við hvert varð spælt tolið í verjuni til eftirans- ingarnar viknaðu og mið- vallarar kundu bjóða seg til, við hvert varð leikt skjótt upp í síðunum, har vongverjarnir báðir — All- an og John — vístu hvast álopsspæl, og við hvert varð eitt tvey samanspælt eftir miðásini við stikk- bóltum til Olgar og Serin, sum arbeiddu ógvuliga nógv. Olgar leikar betri og hevur sterri hepni í mál- royndunum, enn hann hevur havt í fleiri ár, og amor salur | Síða 17 itrottur Føroyameistararnir vistu sannan meistaraleik móti einum stak illa uppløgdum GI liði, sum hvórki í verju ella uppspæli heyði nakað at bjóða Serin Petersen tykist við síni hædd, kropsstyrki, skjótleika og bólthegni at vera funnin fressur við síðuna av meiri reynda manninum. Einki skil á GI var eisini við til at gera uppgávuna lætta hjá heimaliðnum. Verjan var øll sum hon var eitt stórt flopp. Vit hava ferð eftir ferð sæð, at getumenn hava stórar framrættaðar dygdir, men ongantíð hava veikleikarnir í verju- partinum verið so av- klæddir sum av klaksvík- ingum. Vongverjarnir báðir vóru spældir sundur og saman, klaksvíkingarnir struku framvið við teim- um bæði innan fyri go utt- an fyri, og taklingarnar komu alt ov seint, um tær yvirhevur vórðu reyndar. Og í miðverjuni var út- sela. Alvi, Svend og Sam- son megnaðu stutt sagt ikki at halda framfýsnum KÍ álopsleikarunum, sum eisini í luftini vunnu nógv- ar bóltar. Tað hjálpti, at Janus Rasmussen i stedginum Svend, men framvegis var uppgåvan trupul. Tað er skeivt at lasta GÍ verjuni fyri alt, tí teir fingu onga hjálp frá mið- vellinum. Tað var stutt sagt ikki dagurin hjá Magna, Paula og serliga Erlandi, sum ongantíð avloysti Mal eftir mål Soleiðis komu tey seks málini hjá klaksvíkingum 10. min. 1—0 John Hansen skal taka horna í hegru, meðan GÍ . verjan roynir at skipa seg, verður trillað stutt til All- an Merkere, sum óhindr- aður fær loyvi at leggja høgt í brotsteigin. Bóltur- in stekkur út til Harley, ið roynir skot, kontra kemur á, og Todi potar av brots- sparksplettinum (við hegra beini!) til vinstru fyri Jens Martin, ið verður fangaður á skeiva beini- num. 28. min. 2—0 Olgar vinnur í stríði við Svend luftdyst um langt útspark frá Jákupi. John á vinstra vongverja er fyrstur á bóltinum, fer framvið tveimum, komin móti baklinjuni leggur hann í besta Flemming Povlsen stíli flatt út frá til Toda, sum staddur í sama stað sum við 1—0 máli, knallar flatt til við rætta (vinstra) beininum. 33. min. 3—0 Todi setur ferð á í vinstru, dregur 40 metrar og fram við gánandi getumonnum. Komin um somu leið sum John í 2—0 málinum verð- ur Flemming Povlsen enn einaferð endurtikin. Serin Petersen dregur eitt vet til hegru, áðrenn hann knallar til. Nógv snar kemur í bóltin, sum tekur verjuleikara á vegnum, Jens Martin missir, og Olgar er fyrstur á returi- num. 40. min. 4—0 John lyftir stutt horna úr høgru, Todi snittar víðari, og eftir tvær ferðir aftur og fram er Olgar við sín- um máltevi fyrstur á og skjýtur bóltin upp í net- takið og seg sjálvan upp á ovasta plássið á mál- skjúttaralistanum. 87 min. 5—0 Sámal Eyðfinn (kom inn fyri Harley korter undan leikloki) kemur í millum skjetisleyst GÍ uppspæl á miðásini. Alvi er aftasti verjuleikari, og tá ágrýtni KÍ miðvallarin prikar millum beinini á honum, nýtir landsliðsleikarin neyðbremsuna. Baldvin letur gløggliga klaksvík- ingin fara, men bríkslar fyri frísparki, tá Jens Martin verður fyrri á bóltinum, tí KÍ-arin varð seinkaður av haldarínum. Reytt kort til Alva, og GÍ ger manngarð, meðan Todi og Jan Joensen gera klárt til skot úr 19 metra fjarsteðu. Roknað verður við vinstrabeinsskoti frá Toda, men hann loypur upp um bóltin og í besta Hássler stíli skrúvar Jan upp í hornið til høgru fyri Jens Martin. 90 min. 6—0 Todi hevur eina av sínum mongi dragingarferðum. Hesaferð til vinstru á mið- ásini. Hann glíður framvið fleiri, lumpar við skot- roynd, skal snara aftan- fyri verjuleikara og verður lagdur flatur. Kurt ger klárt at skjóta brotssparkið, men áskoð- ararnir rópa á J-a-a-k-u-p. Kanska óneyðuga eyð- mýkjandi og lítið gesta- blítt soleiðis at lata mál- verjan koma fram. Men trúgv viðhaldsfólk siga fyri vist, at tað undir venj- ing ferð eftir ferð verður staðfest, at komandi landsliðsmálverjin er stinnasti brotssparks- skjúttin. At dugur er í honum var eyðsýnt. Við Kim Cris- tofte renningarlopi smekkar hann flatt til vinstru fyri starvsfelagan, dysturin er lokin, og KÍ viðhaldsfólk dansa krigs- dans, meðan getufólk fara sinnilig men nipin norður á Ternuna. -nn- tókst koma fyri seg eftir burturseplaða møguleik- an beinanvegin. At hann ikki varð útskfitur við Sámal Hansen fyrr enn móti dystarenda man vera tekin um, at hópurin er smalur og álitið lítið á, at eykaleikararnir kunnu styrkja um liðið. Og tá GI hevði tak á bóltinum, var uppspælið burturvið: bæði hjá vong- verjum og miðvallarum var hugurin góður til at gera eina ella tvær drag- ingar ov nógv, áðrenn bólturin varð sleptur, og tá bóltarnir vóru lítið neyvir, og KÍ fekk tíð at koma í verjusteðu, kundi einki spyrjast burturúr. Kendar kenslur Tvær ferðir hesi seinastu árini hevur eitt lið klams- að mótsteðuliðið so væl og virðiliga, sum Kl gjørdi við GÍ hesaferð, og báðu ferðirnar hava klaksvík- ingar verið í avklamsaða leiklutinum. Umframt tapið móti GÍ fyrraárið verður hugsað um norðoyastevnutapið fyri trimum árum síðani móti HB (eisini 7—1). Tí kenna klaksvíkingar kenslurnar getumenn fóru um Leirvíksfjorð berandi uppá, og nú kenna teir eis- ini kenslurnar, HB og GÍ hevdu eftir umreddu sigr- arnar á KÍ. Megnar KÍ at halda fram soleiðis eftir summ- arsteðgin vera teir á heið- ursmerkjaplássi, tá kapp- ingin verður lokin. GÍ hevði trongt mest til at slept ellum fótbólti í 2-3 vikur. Tað er synd, at teir skulu berja seg gjøgnum hesa vikuna, men kanska er tað gott, at meguleiki er longu komandi viku- skifti móti Næstved at vaska dekkasta tapið í mong ár burtur. Eitt skulu teir í hvussu so er eiga: teir royndu at vísa vilja 2. hálvleik, tá teir fyrstu løtuna høvdu ! ávíst trýst. og fingu bóltin í netið. Málið bleiv tó koll- dømt fyri rangsteðu. Og so ff luftin úr ballónini, og KÍ staðfesti móti dystar- enda glæsiliga úrslitið í mong ár. -nn-