mikudagur 8. juli 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nýggja
figgindamynd
Breckmans —
tey hvitkitladu
AFTANÅ at hava ligid sum i dvala i
skjótt tvey år, er fyrrverandi stavna-
maður Fólkaflokksins aftur at sígg-
ja í tí politiska orðaskiftinum. Nú
kommunistiska figgindamyndin er
gloppin honum av hondum hevur
hann funnið eina nýggja figginda-
mynd, nevniliga starvsfólkið á
Landssjúkrahúsinum.
NÚ eingin vardi tað — hann var jú
so smátt farin í gloymskunnar hav
— dróg hegraheykur Fólkaflokksins
bráddliga pennasverð sitt fram og
hevur hann longu í tveimum frontal-
um ålopum sveiggjað tað yvir høv-
dinum á teimum 600 til 700 starvs-
fólkunum á LS.
HESI fólkini, sum fólkafloksideo-
logurin undir einum felagsheiti eyk-
nevnir tey hvítkitlaðu, eru bæði
lygivætti, dovindýr fyri at brúka
nøkur synonym til tær måliskur
hann brúkar í oddagreinum sínum.
Heilt frá sær sjálvum spýr hann gor
og gall niður yvir hesi fólk og leggur
tey undir bæði líkt sum ólíkt.
VIT kenna hann aftur, henda bul-
dosaran av einum fólkafloksdema-
gogi. Í eitt mannaminni oysti hann
gor og gall yvir vanlig arbeiðsfólk,
hvers størsta synd var, at tey tordu
at vísa, at tey stuðlaðu javnaðar-ella
tjóðveldisflokk og niður yvir rithøv-
undar, listamálarar, akademikarar
Ábyrgdarhlsðstjóri: Jan Møfler Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tårfinn Smith Útgeveri: — Pøt Sosialurin Bústaður: Argjavegi 28 Postsdresss: Postemogu 78 —
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Jústínus Eidesgasrd Prant: Pit Pressan 1981 — Tøleton: 1820 Telefax: 172
HR
og onnur, sum ikki vóru bangin fyri tey ikki halda tað vera rimuligt og | andi Ráðleggingarnevndin fyri
at vísa sína andstygd til beinharðan
kapitalistiskan fólkaflokspolitikk,
tå hann er ringastur. Við demagog-
iskum snildum megnaði hann at
draga ein starvsbólk fyri og annan
eftir fram fyri sín fólkafloksgálga at
verða dømdar sum landasvíkjarar,
kommunistiskar leigusveinar,
Treholtlíknandi quislingar osfr.
TÁ kommunistarnir framvegis rád-
du fyri borgum eystanfyri, var tað
lagamanni hjá sama blaðstjóra,
tingmanni og fólkafloksmanni at
bólka umrøddu fólk og starvsbólkar
í Føroyum við kommunismu. Tad
passaði fínt inn í krammið hjá sama
manni at seta líkheitstekin millum
fyrst kommunismu og Javnaðar-
flokk og síðani eisini øll tey, sum
møguliga atkvøddu ella høvdu at-
kvøtt fyri sama flokk ella ikki studl-
aðu fólkafloksideologiini. Nú tann
figgindamyndin ikki kann brúkast
longur ræður tí um at finna eina
nýggja. Og tað verður nú gjørt við
m.a. at seta fiskimenn og arbeiðs-
menn upp ímóti teimum hvítkitl-
aðu, hesi, sum sambært Óla Breck-
mann hava tey framíhjárættindi at
starvast á landsins fjálgasta ar-
beiðsplássi.
DEMAGOGISKUR ella bara snildur!
Ja, nú brúkar hann verandi kreppu
til at seta bólkar í samfelagnum upp
ímóti hvørjum ødrum. Kanska hetta
hóvar teimum víðgongdu í Fólka-
flokkinum — og tað er jú har sami
Breckmann skal finna sínar atkvød-
ur til eitt komandi val. Kanska hetta
passar sum fótur í hosu til ta haturs-
kampagnu, sum sami Breckmann
— ikki bert í ringum tíðum — hevur
rikið móti øllum í almennum størv-
um. Nú hevur hann endiliga fingið
eitt gott høvi at niðurgera hesi, tí
Figgjarætlan
rætt at avhøvda landsins høvuds-
sjukrahus.
TAD sigur seg sjålvt, at eisini LS må
spara í hesum tíðum, og hetta
hevur LS eisini gjørt — heili 25% síð-
ani 1989. Hesar sparingar hava eis-
ini sett krøv til vanliga arbeiðsdagin
hjá starvsfólkinum, sum mugu
renna skjótari. At Óli Breckmann er
farin at niðurgera hesi somu fólk og
reka miðvísa hetz móti teimum er
okkum ovboðið, tí øll ynskja vit eitt
sjúkrahúsverk, sum kann veita okk-
um øllum ta viðgerð og røkt, sum
vit hava fyri neyðini.
BARA at skula siga fólki upp fyri
harvið at spara, og harvið gloyma,
at talan er um at syndra okkara høv-
uðssjúkrahús tænir ongum enda-
máli. Tað fer bara at kosta okkum
nógv meira uppá longri sikt so ella
so. Skal nakað skil vera í sparingum
í sjúkrahúsverkinum, so mugu vit til
at hyggja at ollum hesum almenna
stovninum og hyggja at, hvat vit
hava brúk fyri og hvat vit hava ráð
til. Við øðrum orðum mugu vit fyrst
seta okkum niður og gera okkum
greitt, hvat vit krevja av okkara
sjúkrahúsverki komandi árini, áðr-
enn vit við desperatum skerjingum
heilt taka grundarlagið undan tí
sjúkrahúsvrki, sum vit skulu brúka í
framtíðini.
TAÐ er gleðiligt, at landsstýrið —
sambært úttalilsum í fjølmidlunum
— nú fer undir at leggja eina mið-
vísa ætlan fyri sjúkrahúsverkið.
Men vælsignaðir menn — farið til
botns við málinum og latið allar
áskoðanir og upplýsingar koma
fram. Nógv tilfar er fingið til vega
um framtíðar bygnaðin av sjúkra-
húsverkinum. Eitt nú bílegði táver-
sjúkrahúsinum kemur at
Sjúkrahúsverkið eitt drúgvt álit frá
útlendskum ráðgevarafelag, Dansk
Sygehusinstitut. Eisini hetta eigur
at verða brúkt í arbeiðinum. Ikki ti
at vit skulu gera sum danir, men tí
at okkum eisini tørvar óheftar og
ópolitiskar ráðgevar í hesum máli.
TAÐ er lítil dugur í at fara undir at
gera ætlanir um framtíðar bygnað
av sjúkrahúsverkinum, hevur tú
longu skorið ta greinina av, tú situr
á og her verður hugsað um avleið-
ingarnar, sum núverandi og møgu-
liga komandi skerjingar á Lands-
sjúkrahúsinum, fara at fáa fyri sjúk-
rahúsverkið sum heild og harvið
brúkaran av hesum stovni, sum eru
øll Føroya fólk.
TAD nyggjasta i aktuella sparimåli-
num á LS er tað, at landsstýrið
hevur sett ein arbeiðsbólk at >kule-
grava» alt LS fyri at vita, hvussu út-
reiðslur kunnu sparast. Hetta er so
ein landsstýrisavgerð og kunnu vit
bert vóna, at okkurt skilagott
spyrst burturúr. Og nú landsstýrið
hevur valt hesa mannagongdina á
einum almennum stovni, stingur
spurningurin seg upp. um slíkur
»spari-rationaliserings og effektivi-
serings« arbeiðsbólkur (um hetta er
ætlanin vid bólkinum) eisini eigur at
kanna hini sjúkrahúsini og síðani
allan almenna sektorin sum heild —
við tí fyri eyga — ikki bert at tryggja
at verandi játtanir halda — men fyri
eisini at fáa sum frægast burturúr
teimum pengum, sum fara til al-
menna sektorin. Hetta má møgu-
liga blíva ein nátúrlig avleiðing av tí,
sum nú hendir á LS.
finna eina leysn, er at
raka hini sjúkrahúsini vóna, at hon eisini verður
hart. haldgóð.
Tað var við hesum veru- j.l.
På vit frættu um hópupp-
sagnirnar á Landssjúkra-
húsinum, vóru vit púra í
villareiði Er veruliga
neyðugt at skerja so grov-
liga, at tey, sum arbeiða í
sjúkrarektini, illa kunnu
standa til svars fyri rekt-
ini við góðari samvitsku.
Sparast skal, sigur
landsstýrið. Sjúkrahús-
leiðslan missir hevdið,
verða boðini ikki fylgd.
Ut frá hesum er tað, at
leiðslan á Landssjúkra-
húsinum ger sín úrskurð,
so fíggjarætlanin hjá
landsstýrinum kann
halda, men úrslitið er:
1. 111 fólk verða segd úr
starvi,
2. Sjúkrasystraskúlin
tekur ongar næmingar
3. Ps. deild deild 5 letur
ikki upp eftir summarfri
4. Med. deild 6 letur ikki
upp eftir summarfri
5. A. 3, skurðdeild letur
ikki upp eftir summarfrí.
Hetta helt sjúkrahús-
leiðslan seg verða noydda
at fremja og kostaði tað
umreddu 111 stervini.
Við hesum veruleika og
við ongum eðrum signali,
um at nakað var í umbúna
á landssjúkrahúsinum,
vendu vit báðir, Jóannes
Dalsgaard, okkum til løg-
man og søgdu honum frå,
at vit illa kunnu standa
modell til eina slíka man-
nagongd og vildu vit tí
varskógva hann um, at vit
vildu umhugsa okkara
steðu til landsstýrissam-
gonguna, um henda ber-
serkagongd varð ferd út í
lívið.
Hverjar avleiðingarnar
verða av slíkari framferð
er ikki ilt at ímynda sær,
men umframt teir sorgar-
leikir, sum uppsagnirnar
hava fyri hin einstaka,
verður okkara sjúkrahús-
verk á henda hátt sett so
langt aftur í tíðina, at tað
er spurningurin, sum tað
nakrantíð kemur uppund-
an aftur.
Á hinum sjúkrahúsun-
um hendir einki, vil onkur
siga. Men eingin skal vera
blindur fyri, at henda
gongd eisini fær fylgjur
fyri alt sjúkrahúsverkið.
Ein niðurteka av lands-
leika frammanfyri okkum,
vit báðir, Jóannes Dals-
gaard vendu okkum til
løgmann og søgdu honum,
at vit illa kundu standa
medell til at hesin harma-
leikur får fram. Um eingin
breyting kom i og upp-
sagnirnar vóru ikki aftur-
kallaðar, vildu vit um-
hugsa okkara steðu til
landsstýrissamgonguna.
Tað er meguligt, at illa
ber til at finna tær 10 milj.
kr. sum leiðslan á sjúkra-
húsinum biður um. Men
tað ber ikki til, at vit
senda øll hesi fólk út í ar-
beidsloysi, tå brúk er fyri
teimum í tí neyðuga ar-
beiði, sum verður gjørt
hvenn einasta dag á sjúk-
rahúsinum.
Meðan landsstýrið við
fyrisiting síni nú roynir at