mikudagur 8. juli 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Helst viðtikið í morgin:
Ídnaður
á Sundi
Býráðið fer helst í morgin
endaliga at samtykkja, at loyvt
verður at byggja útflutnings-
8"
fremjandi idnadarvirki å Sundi
3
april samtykti býráðið
at heita á landsstýrið um
at broyta byggisamtyktina
fyri Sund, soleiðis at ekið
staðin fyri bert at vera
lavnagki
VINNugk!
Men sambært lógini
skal eitt tílíkt uppskot
liggja frammi í triggjar
mánaðir, áðrenn tað verð-
ur samtykt, soleiðis at fólk
ær møguleika fyri at siga
sína hugsan.
eisini verður
Nú er freistin úti, og
býráðið hevur fingið eitt
mótmælisskriv. Tað er frá
10 fólkum, sum øll hava
meiri og minni tilknyt til
økid, sum nú skal gerast
til vinnuøki.
Býráðsfundurin í mor-
gin fer at viðgera og taka
støðu ul hetta skriv.
Valla gingið á meti
Tey sum mótmæla vísa á,
at nógv viðurskifti millum
býráðið og Sundsgarð
framvegis ikki eru av-
klárað, og halda at hetta
må fåast í rættlag áðrenn
loyvi verdur givid til
ídnaðin.
Men tað skilst, at
skrivið valla verður tikið
til eftirtektar, og at ídn-
aðarloyvið ikki verður
útsett orsakað av hesum.
Góðsking av fiski
Býráðið hevur longu sam-
tykt eina reglugerð við
nøkrum treytum, sum
komandi ídnaðarvirki á
Sundi skulu lúka. Og
millum hesar treytir er, at
virksemið skal verða
»Utflutningsfremjandi«.
Høgni Mohr å by-
ráðnum upplýsir, at fyrsta
umsóknin longu er komin.
Tað er Gunnar Gunnarson
yngri, sum hevur søkt um
at sleppa at góðska fisk á
Sundi.
Og býráðið hevur longu
áðrenn ídnaðarloyvið er
avgreitt svarað honum, at
hann fær loyvi, um hann
lýkur tær settu treytirnar.
Við øðrum orðum sær
Var milliónir eru
nýttar her tilsamans,
uttan at nakað hevur
sæst aftur. Men nú fer
tað kanska at koma til
nyttu kortini
út til, at gongd nú kemur á
á Sundi.
Ídnaðurin kemur inn, og
landbúnaðurin fer helst,
so við og við, út...
S-S-
Tóra Bærentsen, bóndakona:
Vit missa
okkara IIVS-
grundarlag
- loyvir býráðið nú ídnaði á Sundi, verður lívs-
grundarlagið tikið undan okkum, sum liva av
Sundsgarði
Í sambandi við at
Tórshavnar Býráð í síni
tíð samtykti at lata gera
havnagki á Sundi, varð
bóndagarðurin á staðnum,
Sundsgarður, nógv
frammi. Bóndafólkini hil-
du, at arbeiðið gekk
temum ov nær, og endin
varð, at yvirfridingar-
nevndin samtykti at friða
Sundsgarð og >eitt hósk-
andi øki5 rundanum«.
Men hvussu stórt hetta
„hóskandi økid« skuldi
vera, er sambært Tóru
Bærentsen ongantíð fast-
sett.
Og tað er m.a. hetta
sum Tóra og hini sum
mótmæla vilja hava í
rættlag, áðrenn endaligt
loyvi verður givið til at
byggja ídnaðarvirki.
Væntar ongar semdir
Men hóast Tóra kennir
seg vísa í, at hon missir
sítt lívsgrundarlag, verður
loyvi givið til ídnað,
væntar hon íkki, at
býráðið fer at ganga
ynskjum hennara á møti.
- Eg vænti teir fara at
gera júst tað, sum teir
hava ætlanir um at gera,
sigur hon.
- Orsøkin til at vit
kortini hava mótmælt, er,
at vit vilja gera vart við
okkara støðu. Tí tann sum
tigir, hann samtykkir. Og
tað gera vit ikki! endar
Tóra Bærentsen.
S-S-
Her ber ikki til at hava
bóndagarð longur,
heldur Tóra Bærentsen
MINNIST TIL
HALDARAGJALDIÐ
NÆ
Tryggid tykkum SOSIALIN
og harvid bestu og feskastu tidindini
— 5 FERDIR UM VIKUNA —
eisini í summar.