hósdagur 9. juli 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Politikarar og
vinnulívið
TAÐ er einki dulsmál, at ágangurin
og ónggdin við politikararnar er
stór í hesum døgum, serliga nú
landið alt er í kreppu. Veljarakann-
ing, sum varð gjørd herfyri, visti eis-
ini, at veljararnir eru sera ónggdir
ikki bert við verandi samgongu,
men eisini við politikarar sum heild.
At tann nyggi føroyski flokkurin
bert stóð til at fáa lutvíst fáar at-
kveður sigur okkum eisini, at fólk
vissuliga hevur misálit á okkara po-
litikarum.
TAÐ vísir seg ofta, at slik reaktion
virkar sum en ketureaktión. Onøgd
in bara veksur og veksur, sam
stundis sum kreppan veksur. Sjálv
andi hava politikarar stóra ábyrgd
Fundir
Í gjár
>Sparinevndin< royndi aftur i
ár at fáa avtalur við starvs-
Ik, og fakfeløgini, sum hava
av gongdini í samfelagnum, men
tað er ikki rætt at geva teimum
skyldina fyri allar trupulleikarnar og
allar vanlukkurnar. Og skulu vit tí
geva landsstýrismanninum Jóan-
nes Eidesgaard rætt, tá hann í sam-
rødu við Sosialin sigur, at politikar-
arnir kunnu ikki standa til svars fyri
alt.
OG her kemur ein av okkara frem-
stu vinnulivsmonnum honum til
hjálpar. Við Sosialin í dag, sigur
stjórin á Føroya Fiskasølu, at tað er
ikki rætt bara at geva plitikarum
skyldina fyri alt og bara at krevja av
teimum, at teir skulu gera hetta og
hatta osfr. Hann eftirlýsir einum
meira virknum vinnulívi, sum torir
at taka í egnan barm og sjålvt bróta
upp úr nýggjum.
HETTA eru sera áhugaverd orð,
sum heilt givið munnu fløva hjá
teimum politikarum, sum halda, at
teir í mongum fórum eru órættvíst
viðfarnir og dømdir. Og givið er tað,
at nakað er um tosið hjá fiskasølu-
stjóranum. Tí tað nyttar ikki bara at
fara til tað almenna, tá okkurt skai
fáast uppá beinini og bara at geva tí
almenna og politikarunum skyld-
ina, tá einki riggar.
LANDIÐ er í kreppu og øll royna at
spara. Men ein kann ikki bara spara
seg burtur úr eini kreppu. Ein kann
lættliga spara seg í hel. Neyðugt er
at arbeiða við miðvísum og positiv-
um ætlanum á vinnulivsøkinum
samstundis sum roynt verður at
spara, rationalisera og effektivisera
bæði innan tað almenna og í sam-
felagnum sum heild. Vit kunnu bert
taka undir við fiskasglustjóranum,
tá hann sigur, at bankar, fiskasølur
og stórar fyritøkur, sum framvegis
eiga pengar, mugu taka seg um
reiggj og gera iløgur í eitt nú roynd-
arfiskiskap eftir alternativum fiska-
sløgum. Hetta — saman við góðsk-
ing og innkeypi av fiski — er einasta
gongda leið, skal pláss verða fyri
50.000 fólkum í Føroyum.
TAÐ er einki at ivast í, at landsstýr-
ið tekur undir við hesum frálíka
hugskoti. Landsstýrið eigur so
sjálvandi eisini at vera við so ella
so, men politikkurin má vera, at
landið bara gongur inn í nýggj pro-
jekt við eingangsinnspræning.
Hetta er júst tann kós sum fiskiidn-
adarmålaråiharri Javnaðarflokksins
í Tinganesi hevur sett sær fyri at
stýra eftir, so tað má sigast at vera
gleðiligt, tá landsstýrisins vinnulívs-
politikkur samsvarar við ynskini og
sjónarmiðini hjá okkara leiðandi
vinnulívsfólkum.
limir á Landssjúkrahúsinum,
royndu í sínum lagi at koma
fram til eina felags stóðu til
útspælið frá landsstýrinum
Eftir at alt fundarvirk-
semið varð steðgað
týsdagin orsakað av 6-
semjuni millum lands-
stýrið og sjúkrahúsleiðs-
luna, varð roynt aftur í
gjár.
>Sparinevndin< fun-
daðist við starvsfólkaból-
kar, og fakfeløgini, sum
hava limir á Landssjúkra-
húsinum, sótu tey flestu á
fundi í hølunum hjá
sjúkrasystrunum.
Fundirnir vóru íkki
lidnir tá blaðið fór ul
prentingar, so vit fingu
ongar niðurstøður við.
Prinsipiellir
Spurningar
Fakfeløgini vildu hverki
siga hvat tey fundaðust
um, ella hvat tey royndu
at koma fram til.
Men hver stóða teirra
verður til útspælið hjá
landsstýrinum, er rættiliga
áhugavert.
Á
Frá fundinum hjá fakfeløgunum í gjár. Nógv starvsfólk vilja hava fakfelø
landsstýrið, tí tey eiga sera nógva avspáking til góðar og ivast tí í um tað yvirhøvur letur seg
vid ongari løn i kanska tvær vikur, umframt at avspáka tað, tey eiga
Mynd: Kalmar
Tí stødan er ikki tann
sama sum hjá t.d. Lærara-
felagnum, sum henda dag-
in gekk við til at halda frí
við ongari løn.
Her snýr tað seg jú ikki
um allar limimar hjá fe-
løgunum. Spurningurin er,
um fakfeløgini kunnu
ganga vid til, at limir
teirra á einum
arbeiðsplássi .
Landssjúkrahúsinum - t.d.
skulu avspáka við ongari
løn, ella fara niður í løn.
Kunnu fakfeløg ganga
við ul, at nakrir av limum
teirra arbeiða undir verri
treytum enn tað, sáttmálin
ásetir? Tað er ein rættiliga
áhugaverður, prinsipiellur
gini uppí samráðingarnar við
gera at taka frá
spurningur, sum møguliga
varð svaraður í gjár.
S-S-