mikudagur 5. august 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 5. august 1992
Síða 7
Løgmadur um skúlamál í løgmansrøduni:
Neyðugt við samstarvi
millum hægri uthugvingar
— skal sum mest fáast fyri pengarnar.
Nýggj fólkaskúlalóg eigur at fáast fyri
aldarskiftið og arbeiðast má víðari við
spurninginum um miðnámsdeplar.
Lógmaður segði:
Í løgmansrøduni 1991 varð
boðað frá, at ætlanin var at
broyta fólkaskúlalógina frá
komandi skúlaári. Við
grundarlagi í áliti frá lesi-
ætlanarnevndini var lógar-
uppskot gjørt, sum síðst í
farnu tingusetu varð sam-
tykt. Nakrar broytingar
krevja fyrireikingartíð, og
fáa partar av lógini ti ikki
gildi fyrr enn 1. august
1993. Samtyktu broyting-
arnar eru bara nakrar av
teimum, sum lesiætlanar-
nevndin skeyt upp, og verð-
Nústani er lógarkarm-
urin um maskinmeist-
ara- og aðrar el-tókni-
útbúgvingar í lagi
ur tí framhaldandi arbeitt
við fólkaskúlalógini.
Møguliga verða aðrar
smærri og stórri broytingar
skotnar upp í komandi ári;
men havt verður í huga
nýggj fólkaskúlalóg, ið eig-
ur at koma í gildi fyri ald-
arskiftið.
Úrslit av orðaskiftinum
seinastu tingsetu um mið-
námsútbúgvingar var, at
løgtingið bað landsstýrið
beinanvegin gera lógarupp-
skot um handverkaralær-
lingaútbúgvingar, åstødi-
ligar útbúgvingar á tekniska
skúla, studentaskúlaút-
búgvingar og miðnáms-
deplar. Men slíkt arbeiði er
drúgt, og einasta lógarupp-
skot, ið varð liðugt og sam-
tykt, var løgtngslåg um
stóðisútbúgving í tøkni.
Hóast langt var útliðið,
áðrenn lýst varð við hesum
útbúgvingartilboði, var á-
hugin ógvuliga stórur, og
fleiri umsøkjarar vóru, enn
skúlarnir kunnu rúma.
Arbeitt verður við nýggj-
ari lóggávu fyri handverk-
araútbúgvingar, við lóg fyri
tekniskar skúlar og við
nýggjari skipan fyri stu-
denta- og HF-útbúgving er
byrjað í smáum. Ferð verð-
ur sett á nú.
Skipanin við miðnáms-
deplum er enn íkki sett í
verk, ti ivamål eru um,
hvussu — miðnámsútbúgv-
ingarnar best verða skip-
aðar.
Í seinastu tingsetu varð
løgtingslóg um maskin-
meistaraútbúgving og aðrar
el-tókniútbúgvingar sam-
tykt. Lógarkarmurin um
hesar útbúgvingar er nú á
fyrsta sinni í lagi.
Løgungslégin um húsar-
haldsskúlar, ið varð sam-
tykt í vár, tryggjar innihald
og grundarlag. Lógarheim-
ild er nú at fara undir aðrar
útbúgvingar á hesum øki.
Í eini fyribilsskipan tók
Klaksvíkar Sjómansskúli
ein sjóvinnuflokk inn í
august í fjør og tveir í jan-
uar. Vónandi ber til at taka
ein flokk aftur inn í august.
Væntandi verður nýggi
bygnaðurin í sjómansskúla-
útbúgvingini settur í verk
eftir nýggjár.
Í góðum tíðum ber nógv
til, og minni verður hugsað
um kostnaðin. Landsstýrið
fer at virka fyri samstarvi
millum tær hægru útbúgv-
ingarnar, so vit fáa meira
burtur úr fíggjaligu orkuni.
Nakrir útbúgvingarstovnar
eru farnir undir hetta.
llógur ul skúlabygging
hava ikki verið tær nógvu.
Tó, studentaskúlabygging-
in á Kambsdali gongur eftir
ætlan, og skúlin verður lið-
ugur eftir summarfrítíðina
1993. Rúmviðurskiftini hjá
HF-útbúgvingini í Vági
hava leingi verið ógvuliga
vánalig. Nú er samtykt at
keypa gamla posthúsið í
Vági til hetta endamál eftir
neyðuga umbygging. Aðrir
Oloystir
hølisspurningar
verða tiknir upp til komandi
fíggjarlógaruppskot og i-
løguætlan.
Løgmadur um nýggjar vinnugreinir i løgmansrøduni
Besta vinnuliga út-
bugving og lóggáva
— týðandi fortreyt fyri nýggjum vinnu-
greinum. Løgmadur segði:
Føroyar eiga eitt virkið og
dugandi fólk, væl skúlað og
við nógvum royndum í
vinnulívinum. Eyðvitað er,
atnútaðeina tíðer trengri til
vinnu heima, so leita fólk
burtur í vinnu ella útbúgv-
ing. Hjá landinum er tað
týdningarmikið, at tey, ið
burtur fara, framvegis
kenna seg sum part í før-
oyska samfelagnum, so-
leiðis at handaligi og bók-
ligi kunnleikin, nomin er
uttanlands, seinni kemur
samfelagnum til góðar.
Einki nýtt er í tí, at føroy-
ingar hava verið kærkomnir
uttanlands. Bæði á skipi og í
virki hava teir rgkt týdn-
ingarmikil størv. Tíverri
mega vit ásanna, at vit hava
verið rættuliga eidasørir at
skipa slíkt virksemi sum
tænastu úr Føroyum. Okk-
um dámar at ganga hvor
sina egu leið. Tørvur er tó á
ráðgevandi virksemi, ið
gevur møguleika at virka í
ráðgeving og leiðbeining,
sum er fyriskipað úr Før-
oyum. Í hesum krevst ikki
sama ullaging sum onnur
einstaklingavinna á megin-
landinum, ið noyðir menn
at flyta úr Føroyum at fáa
virkisrætt í felagsmarknað-
inum. Men kortini verða vit
at taka upp betri samvinnu
við EF og EFTA-londini at
tryggja okkum øll fýra
frælsini, og samvinna um
útbúgving, gransking og
menning, ið hava so stóran
tydning í framtidarmøgu-
leikum okkara.
Slikar avtalur fara eisini
at gera okkara virki og ein-
staklingar før fyri at virka,
arbeiða og veita tænastur,
eitt nú í oljuvinnuni ella á
peningagkinum.
Samráðingarnar við Ong-
land og Danmark um undir-
grundarspurningin eru ikki
loknar. Hóast hetta heldur
ladnsstýrið tað vera rætt at
stuðla og eggja fólki til út-
búgving í hesi vinnugrein,
ið kann gerast partur í lívs-
grundarlagum í Føroyum.
Vinnulívslóggávan
I fjór valdi landsstýrið
nevnd at endurskoða parta-
felagslógina, íroknað regl-
umar um ársroknskap,
banka- og sparikassalóg-
ina, békføringarløgina,
grannskoðaralógimar og
lóg um vinnufelagaskráset“
ing. Fleiri av hesum lógum
eru gamlar danskar lógir frá
triatiårunum. Serliga er tað
banka- og sparikassalógin
og partafelagslógin, írokn-
að reglurnar um ársrokn-
skap, sum ikki longur ngk:a
tørvin hjá vinnulivi og låns-
veitarum. Atrokandi nål
eru Ld. minsta kravid ul
partapening, og um rokn-
skapir hjå partafeløgum
skulu vera almennir.
Nýggj útflutningslóg fyri
fiskavørur var samtykt í vår
og setur teimum, sum flyta
inn og út fisk og fiskaúr-
dráttir, krav um løggilding.
Hesi skulu kunna veita
trygd fyri endurgjaldskrøv-
um, so byrgt verður fyri, at
teir inn- og útflytarar, ið
bara virka vid løtuvinningi
fyri eyga, kunnu ávirka um-
dómi Føroya sum heild.
Løgtngid samtykti eisini
nýggja lóg um príseftirlit.
Gamla lógin var rein prís-
lóg, sum í høvudsheitum
bannaði høgum prísi og
stórum vinningi. Hetta er
galdandi í nýggju príslóg-
ini, men skal hon harum-
framt byrgja fyri kapping-
aravmarkandi tiltøkum.
Hetta er i samsvar vi?
gongdina i grannalond:
okkara, har denturin
meira verður lagdur á }
ingar — heldur enn å pr:sv:
urskifti.