Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 146 — 6. august 1992 H 27 Ungir, fúsir vinnulivsmenn - fåa møguleika at royna seg å Sundi Í skrivi til Tórshavnar Kommunu, góðtekur Landsstýrið ætlanina um íløgu ul idnadarfremjandi endamál, sum varð sam- tikt í býráðnum í juni mánaða í ár. Nú verður farið undir at skapa møgu- leikar við nýggjum virk- um á Sundi, har 50.000 fermetrar eru góðkendir til ídnaðargki. Poul Michelsen, borgar- stjóri vil ikki upplýsa, hvgrji virki væntandi fara at verða stovnaði á Sundi, hvussu nógv fólk fara at arbeiða har, ella nær slíkur møguleiki verður veruleiki hjá teimum mongu, sum í dag ótolin bíða eftir at fáa arbeiði onkusvegna. Poul Michelsen: - Einasta meting eg vil gera í løtuni er, at vit Ld. síga, at møguleiki er at byggja 2000 fermetrar árliga fyri fimm mió. krónur, sum Kommunan síðani leigar út til vinnulig endamál. Visti tú... Canon lit-kopimaskinu, sum m.a. kann: vaksa um myndir upp í A3 stedd ella sterri? SMS FOTO Tif. 19820 Hetta verdur gjørt fyri at fåa byggivirksemi i gongd i løtuni, og fyri at skapa arbeiðspláss. Kanningar um byggi- prísir í løtuni benda á, at tað kostar umleið 1500 til 1800 krónur fyri fermetur- in, sum nú er. Hvat slag av ídnað skal stovnast á Sundi? - Tað stendur fúsum, ungum vinnulivsmonnum í boði at royna seg. Vit vita at rådvøra innan fiski- vinnuna minkar, og hervið at vit skulu hava meira fyri hvgnn stertin, áðrenn hann verður útfluttur. Tað velst um hugflog og áræði hjá teimum, sum vilja royna seg. Eisini er neyðugt at ganga nýggjar leiðir innan marknaðarkanningar úti í heimi, og tí er neyðugt við nýhugsan á øllum økjum. Um talan er um fiski- vinnu, kunnu flakavirkini ikki nytast? - Tad velst um. Tad ber til at umbyggja ein gaml- an félkvogn til ein roll's roy 's. Fordingin vid gom- lu flakavirkjunum eru, at tað er rationelt og kost- naðarmikil at umbyggja. Hevdi hetta verið gjørt fyri seks árum síðan, so var peningurin tøkur, men tað kunnu vit ikki siga í dag. Er vinnulívið áhugað fyri at seta pening í virki á Sundi? - Vit hava samráðst við fleiri áhugaðir, bæði um virkir sum líkjast teimum vit hava í dag, men eisini eru sáttmálasamráðingar í løtuni við fólk, sum vilja stovna virki, sum vit ikki hava havt á okkum leiðum áður. Er idnadarøkid á Sundi bert ætlað møguligum virkjum ella fyritókum í Tórshavnar Kommunu? - Tad er eingin treyt at vinnulívsfólk skulu búgva í kommununi Vinnulívsfólk úr øllum Føroyum hava sýnt áhuga og fáa møguleikan, men sjálvandi verður tiltakid gjørt fyri at skaffa fólki í kommununi arbeiði. Hvør eigur virki og hvar eigarin er ættadur, hevur einki at tyda. Hvussu nógv virki kunnu stovnast árliga? - Vanliga eru virki um 700 til 1000 fermetrar, t.v.s. at farst kann undir eini tvey - trý virkir ár- liga. Hinvegin, um eitt áhugavert projekt verður lagt fram, sum krevur stórri fløgur enn tær fimm mió. krónur, verður tíkið stóðu til tað, sum frálíður, sígur Poul Michelsen. Dagny Síða 3 suni Winther, politikommiserur: Havid eldsløkkj- ara I bilinum! So kundi fólk sløkt eld hjá hvørjum ødrum, og minni skaði heyði staðist av - Hevdi hvør maður lítlan eldsløkkjara i bilinum, hevði tað verið nóg mikið til, at fólk kundi sløkt flestu eldsbrunar í bilum sjálvi og forðað fyri, at eldurin spjaðir seg frá motorrúminum til allan bilin - tað, sum oftast hendir, sigur Suni Wint- her, politikommiserur á Politigarðinum í Havn. Um 8-tidina mánamorg- unin var eldur í bili í Havn. Politibilur kom og sløkti, men hvussu stórur skaðin var, eydnaðist okk- um ikki at fáa uppspurt. - Allir bilarnir hjá okk um eru utgjørdir vid eld- sløkkjara. Longu, tå politi- bilarnir verða keyptir, verða eldsløkkjarar settir í | sum standardútgerð, sigur Suni Winther. Tekur eina løtu - Hjá brand- og politibil- um tekur altíð eina løtu at koma á staðið. Og eldur breiðir seg skjótt í bili. - Høvdu allir bilar lítlan eldsløkkjara, hevði tað verið nóg mikið at forðað fyri, at allur bilurin brann. Fólk kundi hjålpt hvørjum ødrum at sløkt - og harvið forðað fyri stórum skaða, sigur Suni Winther, politi- kommiserur. Seinnapartin týsdagin var ferðluóhapp við Kleyn- isvarða á Oyggjarvegnum. Ein bilur bremsaði knapp- liga - bilurin aftanfyri Fólk skuldi havt eld- sløkkjara i bilinum, sigur Suni Winther varnadist ikki og rendi uppi. Sambært politinum var skadin litil. heri — Til leigu Eitt hús í Norðragetu til leigu fyri 2.000 kr. um mør. Nærri boð fáast við at ringja Tlf. 2.8026 eftir kl. 20.00