Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 146 — 6. august 1992 Síða 13 ( Lesarabrøv ) Skrivingin orsøk til skeiva viðgerð Tad tykist fyri meg sum um sjúkrahúsverkið hevur fingið eina meira enn keði- liga umrødu, og harvið hev- ur hetta ført við sær skeiva viðgerð, og hetta er komið í av tí skriving, sum er farin fram ta seinastu tíðina. Tann seinasta oddagreinin í Dagblaðnum, har Birgir Danielsen ger sínar viðmerkingar, hann finnist at tí umvæling, sum fer fram, ikki sum hann sig- ur, á Tvgroyri, men á Suð- uroyar Sjúkrahúsi. Eitt stendur mær greitt, er tað nakað, sum løgtingsum- boðini í Suðurstreymi eru samd um, so er tað at finnast at tí sum verður framt uttan fyri økid Tórshavn. Og hetta uttan at teir gera sær ómak at kanna eftir, hvat tað er teir finnast at. Her kundi nakað av ti peningi, sum verður latin yvir fíggjarlógina til tað, sum verður kallað politisk upplýsing, verðið brúkt at kunna hesar atfinningar- somu persónar, um hvat ið er veruleiki. Í sambandi við sjúkrahús- verkið, halda teir at bert steðgað verður við umvæl- ——— 0 Næstu — aðru Nú OL-tíðindi hava verið at hoyrt í Útvarpi Føroya, er tað meira enn eina ferð komið fyri at sagt hevur verið næsta/næstu í staðin fyri annað/aðru/gðrum. T.d. »NN, sum stóð seg væl í fyrsta og næsta umfari<, og >Danmark hevur fingið sítt næsta gullmerki«. Í ummæli av fjórðu plátuni hjá Frændum, stóð at lesa í einum blaði, at »soloirnar hesa- ferð eru akkurát tær somu sum á næstu og triðju plátuni...<. Kann «d« gera so væl at skera hetta út í papp, so tað ikki kemur fyri aftur. t. ingini á Suðuroyar Sjúkra- húsi, og tann peningur, sum er avsettur til hetta arbeiði verður fluttur ulHavnar, so eru allar suðir syftar. Men tað er bara ikki so lætt. Somuleiðis halda hesi somu løgtungsumbod, atum so verdur gjørt, so eru læknaliga allir føroyingar tryggir, hetta sigur mær at teir slett ikki fylgja vid, ti sambært August Vang i Dimmalætting verdur sagt frá, at tað eru bert 4 skurð- llæknar á Landssjúkrahús- inum. Um hesir skuldu røkt alt økid Føroyar, so vildi mangan staðið á. Men tað er kanska sum R G skrivar í Dimmalætting 27. juni 1992: Vit her á landi hava fram úr góðar møguleikar, og tað er at senda føroyingar á ríkis- hospitalið, og ein kendur lækni skal hava sagt: R íkis- hospitalið kunnu vit ikki vera fyriuttan. Tá 'ríkishospitaið er tryggleikin, hví leika so í, tað er ikki longri farleið úr Tórshavn til Keypmanna- havnar, enn tað er úr Suð- uroy til Tórshavnar, og fyri tykkum á megingkinum, undir tryggari viðurskift- um. Tá tað bert eru 4 skurð- læknar á Landssjúkrahús- inum, hvat gera so allir hin- ir, hetta fari eg at kanna, uttan at tað skal verða gjørd nøkur politisk gøla burtur úr ti. Birgir Danielsen hevur i SUÐUROYINGAR Dansur verður í VB-húsinum friggjakvøldid 7. aug., kl. 23.00 FRÆNDIR spæla Avmarkað atgongd Kostnaður 100,- Felagið Skarðsgjógv mong ár verið stjóri á eini stórari fyritøku, uttan at sammeta tað við Lands- sjúkrahúsið, men tað er tó ein sammeung. Har kravdi Birgir Danielsen, at tey gomlu fiskahúsini, sum høvdu verið brúkt, tey vórðu skift út við bygningar í milliónaklassanum, tey gomlu vóru ikki nóg mikið. Her er talan um fiskavirk- ing. Tá tað viðvíkur sjúkra- húsviðurskiftunum, sjálvt um talan verður um eitt lasa- rett, so er her talan um menniskju, so her skuldi væl eisini kravið verið, at tað var forsvarligt, eisini uttan fyri Tórshavn. Tá tit geva tykkum til at finnast at, hava tit so kannað eftir hvussu umstødurnar eru á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað, sum fer fram her í Suðuroy, er ein umvæling av tí gamla sjúkrahúsinum frá 1952. Tað stendur bæði Birgiri og ødrum løgtingsumbod- um friu at fåa hendur å byggiætlanini og figgjar- viðurskiftunum, tey vórðu send øllum løgtingsumbod- um i 1984, og eru væl uiltaks i landsstyrinum. Her verður einki krógvað. Somuleiðis kunnu løg- tingslimir fáa eitt yvirlit yvir tær sparingar, sum eru framdar, uttan mótmælis- gongur. At Norðuroya Sjúkrahús ikki verður umrøtt, kemur av at har eru framdar ný- byggingar. Tað tænir ongum enda- máli framhaldandi at leggja eftir navngivnum persón- um, heldur ikki halda leysar skuldsetingar. Tað, sum Birgir og aðrir við skuldu havt gjørt áðrenn tey fóru at skriva, var at teir komu suð- ur og kunnaðu seg um tey viðurskifti, sum vit sum búgva her liva undir, og tær arbeidsumstødur, sum lækni og starvsfólk á Suður- oyar sjúkraúsi arbeiða und- If. Eg eri til reidar at vidgera Sjúkrahúsverk Føroya sum eina heild, og tað eru vit eisini samd um í samgong- uni, at Sjúkrahúsverkið er ein heild. Tá tað verður ført fram, at ósannar upplýsingar er komnar fram, so vil eg siga, at ósannar upplýsingar eis- ini tá tað viðvíkur Lands- sjúkraúsinum ikki vera told- ar. Sverre Midjord Afturgongdin hjá Javnaðurflokkinum sjålvgjørd 2. Hevur einki at siga i landsstýrinum Tað er eingin ivi um, at javnaðarflokkurin er við at avtaka seg sjálvan. Ein flokkur sum beinleiðis sam- tykkir at avtaka floksdemo- krátiið, soleiðis sum greitt varð frá í síðstu grein, kann ikki hava langt lív lagað. Henda misvísa avtøka av javnaðarflokkinum byrjaði við samgonguni við fólka- flokkin. Fyrst skal sigast, at tað hevur onga meining í dag at tosa um, hvørt henda samgonga var røtt ella ikki. Men í hvussu er skuldi ein kunnað kravt, at javnaðar- flokkurin fekk ta ávirkan, sum svaraði til atkvødutal- ið. Í staðin gjørdist javn- aðarflokkurin bert ífylla hjá fólkaflokkinum. Fyrsta teknið um hetta var sjálvt samgonguskjalið, sum fólkaflokkurin dikteraði einsamallur. Tað næsta var byud av målsøkjum. Har avreiddi javnadarflokkurin tey tvey tydningarmestu målsøkini ul fólkaflokkin. At fólkaflokkurin fekk ann- að av hesum målsøkjum, figgjarmål, var rimiligt, men at lata fólkaflokkin fáa fiskivinnumál eisini var ein reguler forering, sum eingin frágreiðing er fingin um enn frá floksleiðsluni. Hetta merkti at javnadarflokkurin longu tá landsstýrið varð sett, hevði sett seg uttanfyri umsitingina av teimum tydningarmesut målsøkj- unum. Men tað sum er enn verri er, at javnadarflokkur- in enntå hevur fråsagt sær møguleikan at hava åvirkan å tey målsøki, sum fålka- flokkurin umsitur, og skal hetta verða nærri útgreinaað hvat viðvíkur fiskivinnu- målsøkinum. Tað er heilt skilligt, at fiskivinnan verð- ur umsitin av fólkaflokkin- um, sum um fólkaflokkurin var einsamallur í landsstýr- inum. Og orsøkin sigst at vera, at javnaðarmenn í landsstýrinum ræðast John Petersen so illa, at teir snøgt sagt ikki tora at siga honum ímóti. Fyrst í landsstýris- skeiðnum royndu javnaðar- menn at muta eitt sindur í- móti, men teir vórðu so buk- aðir upp á pláss, at tað hevur ikki kvett úr teimum síðani. Eitt úrslit av hesum er tað kaos, sum ræður í fiski- vinnuumsitingini. T.d. veit eingin í dag hvat flakavirk- ini gjalda í prís fyri fiskin. Tá útvarpið í dag boðar frá, at eitt skip hevur fingið kr. 5,50 fyri upsan og eitt annað kr. 6,50, so er í veruleikan- um talan um sama prís!! Í eini seinni grein skal verða greitt frá tí ágangi, sum henda umsiting við stuðli frá javnaðarflokkinum fremur móti fiskimonnum og terra feløgum. Hvussu lítið javnaðar- flokkurin hevur at siga í fiskivinnumálum, og hvussu hann hevur avreitt síni egnu áhugamál, fingu vit eitt grotesk dómi um nú ein dagin. Útvarpið boðaði herfyri frá, at landsstýrið hevði samtykt eina broyting Framhald á baksíðuni