hósdagur 24. apríl 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 24. apríl 2003
21
Ein av kappingar-
neytunum hjá KÍ um
meistaraheitið, B36,
fekk bert javnt í Vág-
um, og hevur tískil
fingið ringa byrjan á
kappingarárið
KVINNUR
Páll Holm Johannesen
Eftir, at tvey umfør eru
leikt í kvinnudeildini, kann
tað róliga staðfestast, at tað
tykist vera rættiliga stórur
munur á botni og oddi. KÍ-
kvinnurnar hava leikt tveir
dystir ímóti feløgum, sum
helst fara at mynda botnin í
deildini, og higartil hava
klaksvíkskvinnur ikki skot-
ið færri enn tjúgu mál í
tveimum dystum.
Tað er ikki nógv fráliðið í
kappingini, men hesi hagtøl
eru ræðandi, og neyvan
mennandi fyri føroyskan
kvinnufótbólt.
B36 ringa byrjan
B36 var undan kappingini
mett at vera ein kappingar-
neytunum hjá KÍ um gull-
merkini, men higartil hevur
havnarliðið staðið seg illa.
Annan páskadag vóru tær í
Miðvági og vitjaðu FS
Vágar, og heldur óvæntað
endaði dysturin við mál-
leysum javnleiki. Úr Vág-
um verður sagt, at dysturin
ikki var ein av teimum
betru, og at langt var mill-
um málmøguleikarnar.
B36 var tættast við at
ogna sær tey trý stigini,
men vantandi nærlagni
frammanfyri
málinum
hevði við sær, at dysturin
endaði við javnleiki.
KÍ sannførandi
Á Krossinum í Sumba,
hevði Sumba vitjan av
greipuvinnarunum
úr
Klaksvík. KÍ vann heili 9-
0, og hevur í teimum fyrstu
umførunum ikki skotið
færri enn tjúgu mál. Dyst-
urin var einvegis ferðsla, og
úrslitið
prógvaði
enn
einaferð, at stórur munur er
á oddi og botni í kvinnu-
deildini.
B68 vann
Á Svangaskarði brustu B68
og GÍ saman. GÍ var framm-
anfyri tvær ferðir í dystin-
um, men kortini vóru tað
toftakvinnur, ið vóru omaná,
tá avtornaði. Dysturin end-
aði 3-2 til B68, eftir hálv-
leiksstøðuna 1-0 til GÍ. Av
Toftum verður sagt, at dyst-
urin var rótutur, og lítið
skipað spæl var at síggja .
Tveir útsettir dyst
Eins og í fyrsta umfarið vóru
bert tríggir dystir avgreiddir
í kvinnudeildini. Sum skilst,
so hevur B71 trupulleikar at
mannað lið, og tí hava teir
ikki spælt nakran dyst enn.
Tað sama er galdandi á
Argjum, har fleiri av leikar-
arunum eru uttanlands, og tí
hava tær framvegis ikki
spælt enn.
2.umfar í tølum:
B68-Gí 3-2 (0-1)
0-1 Heidi Heinesen
1-1 Maibritt Olsen
1-2 Hansa Mikkelsen
2-2 Mary-Ann Isaksen
3-2 Elin Jacobsen
FS Vágar-B36 0-0 (0-0)
Sumba-KÍ 0-9 (0-4)
0-1 Vivian Bjartalíð
0-2 Malena Josephsen
0-3 Bára S. Klakstein
0-4 Rannvá Andreasen
0-5 Vivian Bjartalíð
0-6 Bára S. Klakstein
0-7 Maria við Neyst
0-8 Maria við Neyst
0-9 Vivian Bjartalíð
HB-AB útsettur
E B / S t r e y m u r - B 7 1
útsettur
Tvær stórar kapping-
ar í Bridge hava verið
í Bridgehúsinum í
Havn um páskirnar
BRIDGE
Bogi Simonsen
Mikukvøldið fyri páskir
luttóku heili 24 føroysk pør
í einari altjóða simultan
kapping,
nevnd
Easter
Simultan 2003. Kappingin,
ið Bridgedeild Kaggans
skipaði fyri, var sera væl
frágingin, og vóru lut-
takarnir væl nøgdir. Umleið
1000 pør luttóku í kapping-
ini world wide. Besta før-
oyska úrslitið fingu Dánjal
Pauli Mohr og Per Kalls-
berg við 63,5 %, og hetta
rakk til eitt samlað 25
pláss, sera flott.
Tað er í ár 35 ár síðan, at
Føroya
Bridgesamband
varð stovnað. Í tí samband-
inum skipaði FBS annan
páskadag, væl stuðlað av
Samkeyp, P/F Poul Hansen
og Thomas Dam Búnýti
fyri parakapping til frama
fyri landsliðini, ið skulu
luttaka í EM í Malmø í
2004. 12 pør møttu til
kappingina, ikki so galið
um hugsað verður um tað
góða veðrið, sum hevur
verið teir síðstu dagarnar.
Kappingin var skipað sum
ein barometurkapping, 11
umfør á 3 spøl. Bogi Sim-
onsen og Rói á Rógvu
Joensen løgdu hart út og
førdu kappingina líka til
síðsta umfar, tá ið Arnbjørn
Sivertsen og Hans Jacob
Petersen komu uppá sama
stigatal. Av tí at Arnbjørn
og Hans Jacob vunnu inn-
anhýsis umfarið móti Boga
og Róa, gjørdist teir vinn-
arar.
Úrslitini annan
páskadag:
(pørini yvir miðal)
1. Arnbjørn Sivertsen —
Hans J. Petersen
27
2. Bogi Simonsen —
Rói á Rógvu Joensen
27
3. Hanus Bærentsen —
Steingrim Weihe
20
4. Magni Jøkladal —
Allan D. Christiansen
14
5. Súsanna Dam —
Súsanna Martinsdóttir
8
6. Per Kallsberg —
Dánjal Pauli Mohr
5
7. Jens Pauli G. Nolsøe —
Kaj Alstrup
3
8. Henriette Svenstrup —
Oddmar Danielsen
2
Tað at parakapping er
ørvísi enn liðkapping, er
hetta spælið eitt gott dømi
um. Spælið er frá páska-
kappingini hjá FBS.
2 hj vinnur, men eg fór 4
niður í 2ut X til 1100 og
fekk ein reinan botn. Í lið-
kapping hevði hetta kostað
sera
dýrt,
men
í
parakapping er tað minsta
ein kann fáa ein botnur, ið
kann vinnast inn aftur í
næsta spæli við einum
yvirstikki.
Dupultkapping á páskum
Stórur stykismunur
Mín hond:
Sp:
D965
Hj:
76
Rú:
E1086
Kl:
E108
Meldingarnar:
Bogi
Magni
Rói
Allan
N
E
S
V
1kl
P
2rú1)
2hj
Dbl
2ut ?
P
P
Dbl
A.p
1) veik hond við 6 liti í rút.
Magni Jøkladal spældi kleyvara 6 út og eg sá hesa
hondina:
Sp:
E83
Hj:
KB98532
Rú:
-
Kl:
D32
Vinnarar av simultan-kappingini á páskum gjørdust Per Kallsbarg og Dánjal Pauli Mohr
21
Nr. 77 • hósdagur • 24. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Dejan Lacok til VÍF
Tvey feløg liggja
framvið í løtuni at
ogna sær jugoslaviska
stórskjúttan Dragisa
Stojovic
HONDBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Málverjin hjá Tjaldrinum
seinasta vetur, jugoslavin
Dejan Lacok, fer komandi
kappingarár at leika við
VÍF. Partarnir skrivaðu
undir sáttmála mánadagin
fyri komandi kappingarár
Jugoslaviski málverjin er
ein av bestu málverjunum í
landinum, og nú hann
gjørdist leysur av sínum
sáttmála við Tjaldur, hava
vestmenningar ligið fram-
við.
Formaðurin í VÍF, Jógvan
Sigurd Poulsen, er fegin um
nýggja leikaran í felagnum.
- Hetta verður avgjørt ein
styrkur hjá okkum, og fer
eisini at økja um kapping-
ina um málmansplássið í
felagnum.
Annar av málmonnum í
VÍF, løgtinglimurin Bárður
Nielsen, hevur ikki eins
nógva tíð til hondbóltin
longur, og tí hava vest-
menningar ikki havt tveir
tøkar málverjar til allar
venjingarnar seinasta vetur.
Hetta verður ikki ein trup-
ulleiki longur, nú Dejan
Lacok
fer
at
taka
kappingina upp við Eli
Muller um plássið í mál-
inum hjá VÍF komandi
vetur.
Óvist við Dragisa
Stojovic
Tað er greitt, at stórskjúttin,
Dragisa
Stojovic,
ikki
verður í Tjaldrinum kom-
andi
kappingarár.
Sum
skilst er toppskjúttin í ár
áhugaður at halda fram at
leika hondbólt í Føroyum,
og fleiri feløg hava ligið
framvið at ogna sær hann.
Í løtuni er tvey feløg upp
á tal, men jugoslavin fer
ikki at taka støðu fyrr enn í
juni mána, hvaðani hann
leikar komandi kappingar-
ár.
Runavíkingar vilja
ikki koma við nakrari
ábending um, hvussu
verður við mansliðn-
um komandi vetur.
HONDBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Hjá
hondbóltsfelagnum
Tjaldur
hevur
gingið
rættiliga illa seinastu árini.
Felagið hevur í vetur havt
eitt vána kappingarár hjá
bæði kvinnum og monnum,
og nú hevur leiðslan tikið
vánaligu
úrslitini
til
eftirtektar.
– Vit hava satsa fullkomi-
liga skeivt seinastu árini,
har alt ov nógv orka er nýtt
til útlendingarnar, men
hetta fer at broytast til
komandi ár, sigur Rúni
Joensen, nevndarlimur í
Tjaldur.
Tað er longu greitt, at
eingir útlendingar vera á
liðunum komandi vetur.
– Vit fara at byrja á botn-
inum aftur, og seta allir
kreftirnar inn til ungdóms-
arbeiðið í felagnum, greiðir
Runi Joensen frá.
Seta ungdómsvenjara
Sum liður í at menna ung-
dómsarbeiðið í felagnum,
ætla runavíkingar at seta
ein ungdómsvenjara í starv.
Tjaldur hevur samband við
nakrar skandinavar í løtuni,
men framvegis er onki
ítøkiligt komið burturúr.
-Fyri
at
kunna
seta
leikarar við á 1.liðnum hjá
bæði kvinnum og monnum
er neyðugt við einum
mennandi ungdómsarbeiði,
og frá komandi vetur verða
tað deildirnar frá ungling-
um og niðureftir, ið verða
raðfestar hægst her í fel-
agnum, sigur Rúni Joensen
Óvist við mansliðnum
Tað er greitt, at kvinnurnar
hjá Tjaldri leika í 2.deild
komandi ár, men enn óvist
hvussu verður við monnun-
um. Formaðurin ásannar
eisini at tað verður sera tor-
ført at hava eitt lið í fremstu
deildini, nú eingir útlend-
ingar verða at finna í fel-
agnum, men hann vil ikki
koma við nakrar greiðari
ábending um, hvussu verð-
ur við 1. mansliðið hjá
felagnum.
- Aðalfundurin hjá Hond-
bóltssambandinum verður
10. mei, og tá fara vit at
tosa við hondbóltssam-
bandið um støðuna, og tá
verður greiða fingin í mál-
inum,
fortelur
Runi
Joensen.
Ein av trupulleikunum
hjá felagnum hevur verið,
at tað hava verið útlending-
arnir og eldri leikarar, ið
hava borið 1.manslið, með-
an fáar ungar kreftir hava
verið settar til.
Nýggj nevnd
Eins og Hondbóltssam-
bandið, so fer Tjaldur eisini
at hava aðalfund í mei
mánað. Tað er longu greitt,
at bæði formaðurin og
næstformaðurin fara at
takka fyri seg, og lata aðrar
kreftir sleppa frammat.
– Vit hava verið í
nevndini seinastu trý árini,
og tað hevur verið ein
strævin tíð, og nú felagið
byrjar av nýggjum, meta vit
tað vera skilagott at lata
onnur folk sleppa framat,
sigur Rúni Joensen at enda
Endurtøka av
finaluni í fjør
LUTAKAST
Páll Holm Johannesen
Mánakvøldið var luta-
kastið til fjórðingsfinalur-
nar í kappingini um Løg-
manssteypið. Lutakastið
háttaði seg so, at finalist-
arnir í fjør, HB og NSÍ,
møtast í fjórðingsfinal-
uni.
Vinnararnir av kapp-
ingini í 2001, B36, skulu
á Mølina á Eiði, har
EB/Streymur tekur ímóti
teimum.
Gøtumenn fáa vitjan av
FS Vágum, meðan í sein-
asta dystinum bresta B68
og KÍ saman á Svanga-
skarið.
Fjórðingsf inalurnar
verða leiktar leygardagin
3.mei. 10 mei verður
fyrra hálvfinala leikt, og
18 mei seinna hálvfinala.
Finalan verður sum und-
anfarin ár á ólavsøku
29.juli.
Fjórðingsfinalurnar:
GÍ-FS Vágar
EB/Streymur-B36
NSÍ-HB
B68-KÍ
Jugoslaviski málverjin, Dejan
Lacok, fer at leika við VÍF
komandi vetur, har hann
skal taka kappingina upp við
Eli Muller um málmans-
plássið í VÍF.
Mynd: savnsmynd
Tjaldur byrjar av nýggjum
Finalistarnir í fjør, NSÍ og HB, bresta saman í fjórðings-
finaluni í ár. Fjórðingfinalurnar verða leiktar leygardagin
3. mei.
C
M
Y
K
20