leygardagur 8. august 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
X
+
Nr. 148 — 8. august 1992
BIN sr
Síða 3
Stríðið um linjuna millum Bretland og Føroyar
Møguliga fyri |
altjóða domstol
Eftir 14 ára samráðingar stendur framvegis sum í botni. Sam-
bært Uffa Elleman Jensen er orsøkin, at krøvini hjá Bretlandi
eru burtur úr vón og viti. Men samstundis streingja bæði danir
og bretar á, fyri at fáa málið loyst. Tað er skjótt til, at tað
hendir við ein altjóða dómstól
»Stødan hjá bretum er
burtur úr vón og viti. Eg
eri skelkaður av teirra
uppskotum. Teir krevja, at
linjan skal ganga so langt
norðuri, at fingu teir síu
ígjógnum, kundi ein næs-
tan spýtt í bretskan sjógv
úr Føroyum.«
Hetta segði Uffe Elle-
man Jensen, tá hann á
tíðindafundi í vikuni varð
spurdur um samráðing-
arnar millum danska
uttanríkismálaráðið og
bretar um, hvar linjan
millum Føroyar og Bret-
land skal ganga.
Langt ímillum
Tað er ein nevnd undir
uttanríkismálaráðnum,
sum stendur fyri samráð-
ingunum, og triggir limir í
hesi nevnd eru føroyingar.
Teir eru Dánjal Nolsøe,
Árni Olafson og Halgir
W. Poulsen. Orsgkin til at
Halgir er við, er, at hann
eisini situr í donsku-før-
oysku nevndin, sum ting-
ast um føroysku undir-
grundina.
Vit hava spurt Halgir
hvørja viðmerking hann
hevur til tað, Uffe sigur.
Eru bretar so ringir at
hava við at gera?
- Ja, tað er sera langt
millum partarnar, sigur
hann. Tað hevði verið
skeivt at sagt, samráðing-
arnar ganga væl.
Halgir sigur seg annars
ikki vilja gera viðmerkinar
til tey sterku úttalilsini hjá
Uffa.
- At hann úttalar seg á
handan hátt stendur fyri
hansara rokning. Ég eri
ikki tann rætti til at tulka
tað, hann sigur.
Bretar streingja á
Fyrsti fundur í málinum
var longu í 1978. At byrja
við var ikki so nógv ferð á
samráðingunum. Ár gingu
stundum ímillum, at part-
arnir møttust. Men seinni
Á
árini hevur stytri verið
millum fundirnar, greiðir
Halgir frá.
- Orsgkin er, at bretar
streingja rættiliga nógv á
fyri at fáa hetta avklárað,
sigur hann.
Orsøkin til hetta eru
útlitini til, at olja finst í
undirgrundini. Og tí vilja
bretar sjálvandi hava
markið so langt norður
sum gjørligt.
Men Halgir vil ikki
siga, hvussu langt norduri
bretar krevja, at linjan skal
ganga.
- Okkara krav er mid-
linja, og tcirra krav er, at
linjan skal ganga norðari,
sigur hann.
Rock All grunnurin
Hetta snyr seg um Rock
All-grunnin, og ti eru
nógv lond við í samråd-
ingunum um rættin til
havbotnin á hesum
leiðum. Bæði Bretland, Ír-
land, Ísland, Danmark og
Føroyar
- Sjålvur spurningurin
um linjuna millum okkum
og Bretland verdur sjålv-
andi avgreiddur millum
Halgir W. Poulsen: Vit
mugu royna at sleppa
undan at fara til dóm-
stól við hesum
Uffe Ellemann-Jensen og
Árni Olafson
hesi bæði londini. Men
hetta er partur av spur-
ninginum um Rock All,
og tað ger tað rættiliga
fløkt, sigur Halgir W.
Poulsen.
Dómstólur
Uffe Elleman segði á
tíðindafundinum, at hann
helt ikki tað sømdi seg
siviliseradum fólki at fara
til dómstól við tílíkum
spurningi. Men hann legði
dent á, at hann vildi hava
hetta avgreitt áðrenn hann
fór frá.
Og tá 14 ára samráð-
ingar onki hava givið, og
bæði danir og bretar vilja
hava málið loyst, er mangt
ið bendir á, at tað endar
við ein dómstól kortini.
Hvat sigur Halgir til
hetta?
- At fara ul dómstól er
sjálvandi ein møguleiki,
men tað haldi eg vit mugu
royna at sleppa undan.
- Men tá vit nú bert
krevja miðlinju, høvdu vil
so ikki vunnið eina rættar-
sak?
- Nei, teir dómar sum
higartil hava verið, vísa, at
hetta er sera Óvíst, endar
Halgir W. Poulsen.
|
|
i
Kunningar-
dagur
MFS skipar mikudagin fyri ti
árliga kunningardegnum fyri
tey, sum fara uttanlands at lesa
Næsta mikukvøld hava tey
sum fara uttanlands at lesa
í summar meguleika fyri
at kunna seg um ymisk
viðurskifti í sambandi við
flytingina.
Kunningardagurin byr-
jar kl. 20.00, og hann
verðir á náttúruvísinda-
deildini í Nóatúni Havn.
(beint við
Sjómansskúlan).
Bæði praktisk og
faklig viðurskifti
Kunningardagurin er í tri-
mum pørtum.
Fólk frá MFS fara at
greiða frå um praktiskar
trupulleikar ið sambandi
við flytingina, so sum bú-
staði, skatti 0.9.
Lesandi frá teimum
mest vanligu lestrarpláss-
unum fara at greiða frá
meira lokalum viðurskift-
um í teimum ymisku býu-
Øllum tykkum,
num. Til staðar verða fólk
sum lesa í Keypmanna-
havn, Árhus, Odense,
Aalborg, London og
Tromsø í Noregi.
Harumframt fara umboð
fyri tey mest vanligu
fakini at greiða frá tí, sum
er serligt fyri teirra øki.
LFU-hølini opin
Eru spurningar í sambandi
við kunningardagin, ber
annars til at venda sær til
LFU-skrivstovuna í Niels
Finsensgøru 27 i Havn.
Hon er opin tysdagin -
og hvønn týsdag í august -
frå 16.00 til 18.00.
Å LFU-skrivstovuni ber
eisini til at fåa greidu å
spurningum i sambandi
við flyungina, umframt at
rekvisitiónir til avslåttur
av flogferðaseðlum fáast.
sum við gávum,
blómum, vitjan, telegrammum og á
annan hátt gleddu okkum á hjúna-
bandsdegnum, takka vit hjartaliga.
Heilsan
Christa & Kári
Båtur til sølu
Stort 4-mannafar vid 20 hesta
|| påhangsmotori , til solu.
Tlf. 55402
| millum kl. 12.00—13.00 |