mikudagur 12. august 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 150 — 12. august 1992 tíðindablaðið
Síða 5
Polarstjórnan hevur staðið á beding nú í seinastuni. 15 manns eru við hesum línubátinum. Mynd: Jan Muller
Skiparin á Polarstjórnuni seinastu 18 árini
Lidugt við fiskiskapi
undir Førovum
—Tad sum vit hava roynt higartil í ár hevur fiskiskapurin verið
nógv verri enn eg nakrantíð veit um. Tað er liðugt við fiskaríi
undir Føroyum, sigur Guttorm Simonsen, sum seinastu 18 árini
hevur fórt línubátin Polarstjórnan úr Klaksvík
= sø
er mest umrødda mál í fjølmidlunum. Heua ikki júst fyri tað góða. Men tað finnast aðrir og betri drangar. Eitt nú
hesin báturin við navninum Góðidrangur, sum myndamaður okkara kom fram á á Vestaru bryggju í Havn um
dagarnar. Mynd jan
Tað byrjaði fyri fýra árum
síðan, at skipini fóru at fáa
minni fisk og síðan tá er
stødan bert versnað. I dag
ber av, tað er sjáldsamt at
fáa ein líkinda túr.
--Vit fáa ikki ein túr
omanfyri 100.000 pund og
tað er langt síðan, at vit
gjørdu ein veruligan túr.
Seinast vit landaðu høvdu
vit 80.000 pund og tá
høvdu vit roynt í 12 dagar,
sigur Guttorm Simonsen,
skipari.
--Fiskiskapurin liggur
um 7000 pund um dagin,
men tá seta vit eisini 500
stykkir ella 125 stampar,
og tað er langur reið-
skapur, tvær ferðir i år
hava vit fingið 10.000
pund um dagin undir
Føroyum. Fyrr var ikki
óvanligt at fáa 20.000
pund um dagin, sigur
Guttorm Simonsen.
—Vit hava ligið millum
900-1100 tons um árið
seimastu árini. Higartil í ár
hava vit fingið 350 tons
og tað skal ganga gott,
koma vit uppá 600 tons.
Høvdu vit ikki havt
íslandskvotuna, so hevði
staðið illa til, sigur
Guttorm
Polarstjórnar eigur 100-
.000 pund eftir av ís-
landskvotuni. Teir hava
ongar trupuleikar við at
fáa fólk, heldur hinvegin,
teir mugu siga fólki frá
Skeiv tíð á
Føroyabanka
—Guttorm heldur ikki, at
tað er rætt at lata skip
royna á Føroyabanka nú
um summarið.
-Fiskurin er best fyri um
veturin frå oktober og til
mars og tåa vit eisini meir
fyri hann. Ti átti veidan at
verid løgd tå. Annars haldi
eg, at føroyingar eiga at
ganga aftur ul tað gomlu
útróðrarskipanina, har
fiskað var frá september
ul april, um summarið
lógu næstan allir bátarnir.
Tað er ov nógv roynd á
føroyagrunnunum, sigur
Guttorm Simonsen.
jústinus
pf. Wenzel Petersen, tlf. 1 3873
A ——